mikudagur 13. august 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 153 - 13. august 2008
Við spildurnýggjari
kabaret og eini
perlurøð av kend
um sangum setir
Klaksvíkar Sjónleik
arafelag nú klaksvík
ingar á pall – uppá
bæði gott og ónt
HátíðarHald
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Tað prutlar undir lokinum
allastaðni í Klaksvík og á
gomlu brandstøðini ger ein
Gloymd Grýta nú vart við
seg í skapi av spildurnýggju
klaksvíkskabarettini, sum
Klaksvíkar Sjónleikarafelag
fer á pall við leygardagin.
Søtir og beiskir bitar
Tað er ein ordans biti, Klaks
víkar Sjónleikarfelag er í
ferð við at gloypa um, nú tey
hava lyft lokinum á Gloymdu
Grýtini, ið fjalir onki minni
enn søguna um Klaksvík eini
100 ár aftur í tíðina.
Seinastu dagarnar hava
tey rørt væl í grýtuni, og
valt bestu bitarnar úr –
summir søtir, aðrir sterkir
og onkrir kanska í so beiskir
fyri onkran kræsnan góma.
Hinvegin, ein søga uttan
bit, hevði neyvan verið ein
søga um klaksvíkingar ...
Lat okkum bara siga, at
vit fara at hyggja at okkum
sjálvum frá einum ósjálvs
hátíðarligum vinkli, sigur
formaðurin í Klaksvíkar
Sjónleikarafelag,
Rudolf
Joensen, í tí hann avdúkar,
hvat tey funnu á botninum í
grýtuni.
Har lá søgan um, hvussu
tað ber til, at Klaksvík eitur
Klaksvík, so hon mátti
sjálvandi við. Trupulleikin
var bara, at søgan er uttan
ljóð og litir, tí tað hendi jú
fyri 100 árum síðani, sigur
Rudolf Joensen við einum
skálkabráði og peikar upp á
pallin, har ein hópur av
leikarum standa og skeldast
og rópa uttan eitt ljóð.
Sum skilst eru tað fólk úr
teimum 4 ymsu hagapørt
unum sum trætast um, hvør
partur skal leggja navn til
býin. Hví ongin fekk sín
vilja, og býurin júst endaði
við at eita Klaksvík, fara vit
ikki at avdúka her annað
enn, at tað ikki gekk
stillisliga fyri seg.
Loynilig arkiv
Frá 100 ára gomlu stumm
senuni
taka
leikararnir
áskoðararnar
við
upp
gjøgnum
eina
søgliga
tíðarlýsing av lívinum í
Klaksvík. Alt er, sum vera
man, ikki við, men sumt
eigur sítt sjálvsagda pláss –
ikki minst læknastríðið í
1950 unum, sum ikki bara
setti Føroyar men serliga
Klaksvíkina á heimskortið.
Hóast søgan er væl lýst í
søgubókunum, gekk ikki so
lítið
fyri
seg
aftanfyri
leiktjøldini, sum uttan iva
var minst líka spennandi.
Vit havi verið í stórt sæð
øllum partisanarkivum í
býnum og funnið fram
Klaksvíkin á pall
Jákup Veyhe fær veruliga roynt seg hesar
dagarnar. Her leggur hann leikararnum lag á at
spæla eina 100 ára gamla stummsenu
Leikarar í Gloymdu Grýtuni
undir kønari vegleiðing frá
Jákupi Veyhe, leikstjóra
Myrða neyðhjálparar
Uppreistrarmenn í Afghanistan hava myrt tríggjar kvinnuligar neyðhjálpararbeiðar
ar.Tær tríggjar kvinnurnar koyrdu í dag í bili teirra nærhendis Logar provinsini, tá
Taliban uppreistrarmenn lupu á bilin, upplýsir guvernørurin í Logar, Abdullah
Wardak fyri Reuters. Afganski bilførarin hjá kvinnunum misti eisini lívið undir
álopinum. Tær tríggjar kvinnurnar vóru sambært AP úr USA, Kanada og Írlandi,
og tær arbeiddu allar fyri International Rescue Committee, ið er ein amerikanskur
hjálparfelagsskapur.
Sótu til borðs við ofrunum
Løgreglan hevur handtikið tveir mans eftir skotdrama á einari ískafe, sum
kostaði tveimum monnum og einari kvinnu lívið, meðan eitt fjóðra offur er í
lívsvanda. Handtiknu menninir eru tó ikki mettir at vera drápsmenninir, men
ferðast í sama umhvørvi sum teir mistonktu. Teir fýra eftirlýstu menninir
sótu til borðs saman við teimum trimum monnunum. Tveir teirra doyðu úti á
gøtuni tá teir royndu at flýggja, hin triði liggur á sjúkrahúsinum. Fjórða
offurið var ein griksk kvinna, sum var tænari í grannakafeini. Orsøkin til
skotdramaið er enn ókend.