mikudagur 13. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 153 - 13. august 2008
21
tíðindi
Laða kirkjugarðin uppaftur
Gamli kirkjugarðurin í Skálavík (myndin) fór illani av ódnini
ið rakti bygdina so meint fyrr í ár, men nú verður garðurin
laðaður uppaftur, skrivar heimasíðan bkv.fo. Havódnin skolaði
nógv grót burtur av garðinum og í havið. Nú verður nýtt
grót fingið til vega, við tað at Jens Pauli Dam úr Havn
í løtuni laðar kirkjugarðin aftur.
Kom Við á Sand
Leygardagin í næstu viku skipar B71 fyri einum serstakum
tiltaki, ið tey nevna KomVið. Stevnuøkið letur upp kl. 14, tá
harmonikuspælarar og klovnar fara at undirhalda. Kl. 16 fer
ein fallskjólshoppari at vísa síni kynstur, og síðani verður
tónleikur á skránni, - við ungum gospelgentum úr Skopun,
Fríðbjørg Jensen, Tey á Kamarinum, Sámali Ravnsfjall,
GrassLandParkingSpace og Týr. Kl. 23 verður stórur
føroyskur dansiringur, sum dansifeløgini í oynni skipa fyri,
áðrenn dansur verður í tjaldinum.
sangir og tættir, sum kanska
ikki hava sæð dagsins ljós
øll hesi árini. Nú sita vit so
og meta um teir yvirhøvur
tola dagsins ljós, flennir
Rudolf
Joensen
heldur
loyndarfullur.
Multietniskur dansur
Umframt søguligar hend-
ingar
goymir
Gloymda
Grýtan eina ørgrynnu av
smásøgum, sum meir lýsa
ein ávísan tíðaranda, ella,
sum, Rudolf Joensen sigur:
søgur um mátan, vit hava
livað her norðuri.
Sambært formanninum í
sjónleikarafelagnum hava
eitt nú lívligu dansikvøldini
í Klaksvík neyvan verið
meir multietnisk enn í 1950
og 60 unum. Í øllum førum
høvdu
mannfólkini
í
Klaksvík so harða kapping
frá norðmonnum, eingilsk-
monnum og donskum mar-
inarum, at nógvir ivaleyst
minnast tað enn.
Longur upp í tíðini síggja
vit, hvat tað gjørdi við
klaksvíkingar, tá sjónvarpið
gjørdi sína innrás.
- Tað var ikki so, tí fólk
mistu jú svøvnin av JR og
hansara skálkabrøgdum í
Dallas, ella tey gingu og
vóru púra býtt í onkari
danskari Grand Prix stjørnu,
flennir Rudolf Joensen.
Full upp undir lok
Til at halda skil á øllum
søgunum og leikararnum,
hevur Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag fingið Jákup Veyhe
at leikstjórna. Eitt sera
skilagott hugskot, heldur
Rudolf Joensen, tí umframt
at vera sera dugnaligur,
kann havnamaðurin tryggja,
at
alt
ikki
blívur
ov
innforstaðið og lokalt.
Við eini fjaldari rødd,
sum í stuttum sigur frá, hvat
gongur fyri seg, kunnu
eisini tey ungu fylgja við
uttan trupulleikar.
Ikki tí - Gloymda Grýtan
er full upp undir lok av
hendingum, so bæði Norð-
oyatunnilin og Summar-
festivalurin eru sloppin upp
í part.
Hóast umstøðurnar at
venja ikki eru tær allarbestu
á gomlu brandstøðini, ber
Rudolf Joensen ongan ótta
fyri, at alt ikki fer at spæla
væl av. Umframt Jákup
Veyhe hava tey nevniliga
fingið íslendska Árna Bald-
vinsson at taka sær av ljós-
inum, meðan tónleikurin er
í bestu hondum hjá Magna
Husgaard.
Luksustrupulleiki
Ongin søga um Klaksvík
uttan tónleik, og Gloymda
Grýtan gloymir sjálvsagt
ikki at minna á, at ein týð-
andi partur av besta tón-
leikinum í Føroyum hevur
sín uppruna í Klaksvík.
Og nógv bendir á, at
tónleikararnir í Husgaards
kapel hava havt ein luksus-
trupulleika, tá teir skuldu
velja 10 klaksvíksløg út til
eina sirpu, sum er partur av
kabarettini.
Vit byrjaðu við at velja
eini 20 løg frá, ikki tí tey
ikki vóru góð, men tí tey
ikki hóskaðu inn í takt og
rytmur. Men sjálvt um vit
vóru freistaðir at velja nógv
fleiri løg, haldi eg, at hesi
10 umboða væl nógva tón-
leikin, sum klaksvíkingar
hava gjørt, sigur Hallur
Joensen, sum syngur og
spælir gittar í Husgaards
kapel.
Teir sum manna bólkin
eru annars: Magni Hus-
gaard, kapelmeistari, Hans
Hjalti Skaale, sang, Hallur
Joensen, sang og gittar,
Jens
Pauli
Joensen,
trummur, Jógvan Fróðin
Baldvinsson, bass, Rudolf
Joensen, sang og Mikkjal
Hvannastein, el-gittar.
Klaksvíkar
Hornorkestur
eigur
sjálvsagt
ein týðandi
leiklut í
søguni um
Klaksvíkina
Gloymd Grýta á Brandstøðini!
verður sýnd Sjómannadagin 16. august á nýggju
brandstøðini kl. 12, kl. 14, kl. 16 og kl. 18.
Ongin søga um Klaksvík uttan tónleik. Her eru tað Rudolf
Joensen, Hallur Joensen og Hans Hjalti Skaale, sum legga rødd
til ein av mongu slagararnum úr Klaksvík
»Lat okkum bara siga, at vit
hyggja at okkum sjálvum
út frá einum rættiliga
ósjálvshátíðarligum vinkli«,
sigur formaðurin í Klaksvíkar
Sjónleikarafelag, Rudolf
Joensen, um afturlítandi
føðingardagskabarettina Gloymd
Grýta á Brandstøðini