Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 153 - 13. august 2008 ] Gylti Phelps Michael Phelps svam seg í morgun í søgubøkurnar, tá hann gjørdist tann frælsítróttarmaðurin, sum hevur vunnið flest OL- gullheiðursmerki. Á síni yrkisleið hevur hann vunnið 11 av slagnum, og vinnur seg framum Mark Spitz og Carl Lewis á listanum, sum hava vunnið níggju. Eitt samdøgur eftir, at Phelps vann sítt níggjunda gullheiðursmerkið, vann hann í morgun í 200 metrar firvaldssvimjing. Hann betraði somuleiðis um sítt egna heimsmet, sum nú er 01.52.03. Ein góðan tíma seinni vann hann í 4x200 frí, og tá vann amerikanska liðið eisini og nýtt heimsmet var sett. Tíðin var 06.58.56. Dreymurin langt burturi Dreymurin hjá danska hondbóltslandsliðnum um OL- heiðursmerki er langt burturi. Í gjár tapti Danmark við einum máli ímóti Suður Korea, og tí hevur tað eydnast at fingið eitt stig í tveimum dystum. Suður Korea vann 31-30, eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til Danmark. Sigursmálið kom í seinastu sekundunum, og sigurin var uppiborin. Hóast FC Amager vann greitt á Lyngby um vikuskiftið, so verða tað Henrik Larsen og hansara leikarar sum fáa trý stig Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Vit eru sjálvsagt harmir um støðuna, ikki minst vegna leikararnar, fjeppar- arnar og felagið. Vit hava viðgjørt málið og góðtaka avgerðina hjá DBU. Orsøkin til óhappið hevur verið skiftið frá Fremad Amager til FC Amager. Vit kunnu gera greitt, at hetta ikki kemur fyri aftur. Todi Jónsson og FC Amager byrjaðu við einum braki, tá felagið leygardagin vann fyrsta dystin undir nýggja navninum. Á heima- vølli vunnu teir greitt á fyrr- verandi føroyska landsliðs- venjaranum Henrik Larsen og Lyngby. Men tað sum sá so ljóst út endaði við myrkri. Tey trý stigini vóru í gjár frátikin felagnum. Á vølli- num leygardagin var mill- um annað Nicki Albek, sum hevði leikbann. Harmiligt Todi Jónsson sendi í gjár- kvøldið út tíðinaskriv, har hann, vegna felagið, stórliga harmast um mistakið. Tað ger venjarin Michael Mad- sen sanniliga eisini. - Eg finni eingi orð fyri, hvussu ræðuligt hetta er. Eg skilji ikki, hvussu hetta kann koma fyri. Vit eru dømdir at tapa ein dyst, sum vit á vøllinum vunnu greitt og uppiborið, sigur hann við heimasíðuna bold. dk. Henrik Larsen, venjari hjá Lyngby, staðfestir fyri Sosialinum mánadagin, at avrikið hjá hansara leikarum var ússaligt. Teir høvdu ikki uppiborið nakað sum helst. Hóast hann er glaður um stigini, sum Lyngby fekk í gjár, so broytir tað ikki avrikið á vøllinum. - Tað hevur so við sær, at vit hava fingið trý stig. Men eg góðtaki framvegis ikki spælið, sum var ein van- lukka í fyrra hálvleiki. Tað hugsi eg fyrst og fremst um. Sjálvandi er tað frálíkt at fáa trý stig, men vit spældu ikki ein góðan dyst, staðfestir Lyngby-venjarin fyri bold.dk. Í kvøld fara donsku og norsku meistaraliðini undir síðsta stóra takið í royndini at sleppa upp í part millum tey stóru í Europa Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum ári, at fleiri norðurlendsk fótbólts- feløg eru umboðað í bólka- spælinum í europeisku meistarakappingini í fót- bólti. Tað er lítið sannlíkt, at hetta fer at verða soleiðis í ár, men tað er framvegis møguleiki fyri tí. Fyrsta ábendingin um, hvørjar vánirnar eru, fæst í kvøld. Tá eru fyrru upp- gerðirnar í triðja innleiðandi umfari á skánni. Donsku meistararnir og norsku meistararnir skulu í eldin í kvøld. Á pappírinum kundi tað sæð út til, at danska meist- araliðið hevur bestu kortini á hondini. AaB skal spæla ímóti litaviska meistaralið- num FBK Kaunas. Dysturin í kvøld verður í Aalborg, og venjarin hjá AaB, Bruce Rioch, hevur peikifingurin á lofti. Hann mælir staðiliga frá at rokna við, at talan verður um uppgávu av tí slagnum, sum tað var, tá ið AaB í 2. umfari ongar trupulleikar hevði av at vinna stórsigur á heimavølli ímóti bosniska FK Mod- rica. Setningurin hjá AaB í kvøld er bæði at syrgja fyri, at litaviska mótstøðuliðið einki mál fær ígjøgnum á útivølli, og síðani at syrgja fyri at skjóta eitt ella helst tvey mál. Um hesin setning- urin fer at eydnast hjá AaB, so verður dysturin í Litava um fjúrtan dagar eftir fyri- treytunum hjá danska meist- araliðnum. At talan verður um stóra avbjóðing hjá donsku meistarunum verður staðfest í tí veruleika, at litaviska meistaraliðið í 2. innleiðandi umfari megnaði at varpa skotska meistara- liðið og UEFA Cup vinnar- arnar frá síðsta kappingarári, Glasgow Rangers, úr kapp- ingini. Tey, sum ikki eru so troytt at ítrótti í sjónvarpinum, nú tað allan sólarkringin verð- ur sent frá OL, hava møgu- leika klokkan 18.30 at fylgja við á TV3+, hvussu tað fer at roynast hjá AaB. Vánirnar hjá norsku meistarunum eru neyvan so góðar, sum tær kunnu tykj- ast at vera hjá AaB. Brann úr Bergen hevur spælt seg í 3. innleiðandi umfar, og tað skal gangast væl betur, enn tað verður roknað við, um tað skal eydnast Brann at spæla seg í bólkaspælið. Mótstøðuliðið er franska Olympique de Marseille, sum fleiri ferðir hevur staðið seg væl í europeisku kappingunum. Í fjør varð Brann meistari, men í ár hevur tað gingið minni væl. Brann er á áttanda plássi í Tippuliguni, sum telur 14 lið. Tað eru 14 stig frá áttanda plássinum og fram til oddaliðið Sta- bæk IL. Leygardagin tapti Brann 2-0 ímóti Strømgod- set IF. Dysturin í kvøld verður í Bergen, og tað verð- ur møguleiki at fylgja við hjá teimum, sum síggja norsku TV3 rásirnar. Fimtan uppgerðir eru á skránni í kvøld. Umframt tær báðar við norðurlendsk- um ísletti, eru hinir dystirnir hesir: Sparta-Panathinaikos, Spartak Moskva-Dynamo Kyiv, Levski-BATE, Shakh- tar-Dinamo Zagreb, Anor- t h o s i s - O l y m p i a c o s , Galatassary-Steaua, Juven- tus-Artmedia, Schalke 04- Atlético, Twente-Arsenal, Partizan-Fenerbache, Stand- ard-Liverpool, Guimaraes- Basel og Barcelona-Wisla Kraków. Italska Fiorentina hevur longu vunnið 2-0 á heimavølli ímóti Slavia. FC Amager missir stigini Eldroynd fyri norðurlendskar meistarar Todi Jónsson og FC Amager fáa ikki tey trý stigini, sum fyrrverandi landsliðsleikarin frøddist um leygardagin Mynd: Hilmar Jan Hansen, Einslistir Bruce Rioch, venjari, skal í kvøld royna at tryggja AaB eitt gott útgangsstøði, tá Kaunas vitjar í Aalborg Mynd: Polfoto