Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 153 - 13. august 2008 Ein av nógvu nýggj­ heitunum frá Renault í ár er Twingo, ið avloysir forgangaran við sama navni, sum hevur verið gjørdur síðan 1993. Nýggi Twingo er ein størri, meira modernaður og rúmligari bilur enn forgangarin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað eru fáar bilverksmiðjur, sum seinastu tíðina eru komnir á marknaðin við so nógvum nýggheitum sum Renault. Bara í ár eru teir komnir við nýggjum Lag­ una, Kangoo, Grand Modus og Twingo, eins og fleiri aðrar nýggheitir eru á veg sum t.d. Koleos, Mégane og Scénic. Tann fyrri Renault Twin­ go var ein bilur sum vakti ans, tá hann kom á mark­ naðin fyri 15 árum síðan. Hann var ein smartur og væl innrættaður minibilur, t.d. var hann ein av teimum fyrstu bilunum, har baksetr­ ið kundi flytast aftur og fram fyri antin at økja um viðførisrúmið ella geva bet­ ri beinbláss til tey á baksetri­ num. Twingo er tann minsti Renault og hevur verið fyri­ myndin hjá fleiri øðrum minibilum. Eins og forgangarin verð­ ur hesin einans gjørdur við trimum hurðum. Kabinan er nokk so sermerkt við t.d. talgildum speedometri og øðrum instrumentum í mið­ juni á instrumentborðinum, meðan snúningsteljarin er framman fyri bilføraran. Nýggi Clio er 17 cm long­ ri enn forgangarin og aksil­ frástøðan er eisini væl stør­ ri. Hetta ger, at bilurin er bæði størri og rúmigari enn forgangarin. Clio fæst við 1,2 litra ben­ sinmotori við 76 hk og 1,5 litra DCI dieselmotori við 64 hk. Bilurin, ið vit royndar­ koyrdu, var ein væl útgjørd­ ur Clio 1,2 Dynamique við eykaútgerð sum t.d. eyka myrkum rútum aftan, leður­ róðri, radio við CD og MP3, ið kann stillast frá rattinum, takspoilara og 15” alu­ felgum. Við allari útgerðini kostar hann kr. 172.200,­. Renault Clio kann síggj­ ast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við kr. 129.800 fyri ein Expression 1,2 við 76hk. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Bilradio á Ras2 Bilradio er í summarfrí. Næsta sending verður send týsdagin 19. august. Motorurin 1,2 litra (4 syl.) bensin við 76 hk O-100 km/t 12,0 sek Bensinnýtsla 17,5 km/l (blandað koyring) CO2 útlát 135 g/km Dekkstødd 185/55-15 Stødd og vekt Longd 360,0 m Breidd 166,0 m Hædd 147,0 m Eginvekt 1.030 kg Viðførisrúm 230 litrar Prísur kr. 149.800,- (Dynamique) Søluumboð VR Bilar Hoyvíksvegur 61 FO-100 Tórshavn Tel: 355000 www.vr.fo Renault Twingo 1,2 Dynamique Nýggjur og størri Twingo Nýggi Renault Twingo er ein modernaður og rúmligur minibilur sum fæst við nógvari útgerð Baklúkan er stór og lessihæddin lág. Viðførisrúmið er 230 litrar Twingo verður einans gjørdur við trimum hurðum Talgilt speedometur er í miðjuni á instrumentborðinum, meðan snúningsteljarin er framman fyri bilføraran