Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 • 13. aug. 2008 MIÐvIkaN 27 frammanundan. Míni barnaár hevði eg sostatt heima í túni í Norðragøtu. Vit vóru tíðliga lærd at arbeiða. Tá ið vit vóru so nógv systkin, kom tað av sær sjálvum, at tey eldru vóru sett at ansa eftir teimum yngru. Vit spældu nógv á sandinum og í fjøruni, tá ið vit vóru smá. Eitt var at renna undan briminum og at svimja á sjónum. Vit leitaðu í fjøruni eftir leikapettum, sum vit brúktu til húskiráð, tá ið vit gjørdu hús burtur úr sandi. Dreingirnir gjørdu veg upp eftir moldbakkanum inni í Mýru og brúktu sirupsblikk til bilar. Teir fingu »bilarnar« at rulla við træpettum, og teir spældu eisini við við horn av seyði. Annars spældu vit bólt inni í Oyrum, og summarkvøldini spældu vit langabólt inni millum húsini. Jú, vit stuttleikaðu okkum óført, um vit ikki høvdu alt tað tilgjørda leikutoy, sum fæst í dag. Vit vóru í ymiskum arbeiði, so sum torv, hoygging. Vit saksaðu velturnar, har epli skuldu setast niður. Øll høvdu neyt. Um summarið lógu tey úti í haganum. Konurnar gingu til neytar morgun og kvøld at mjólka teimum. Eg minnist, at konurnar gingu við stokkum og bundu hosur og annað, meðan tær gingu inn gjøgn­ um dalin við dyllunum á bakinum. Sjálv gekk eg til neytar eini tvey ár, tá ið eg var 15­16 ára gomul. Tað var læruríkt at hoyra tær vaksnu konurnar siga frá ymiskum fyrr í tíðini, meðan tær gingu. Tað kundi eisini mangan vera stuttligt, tá ið tær yngru gjørdu vart við seg. Eina ferð árliga var »neytakonuball«. Tað var sera stuttligt. Í skúla hjá Konoy Eg gekk so í skúla við Gøtugjógv. Lærarar vóru Símun Pauli úr Konoy, Jákup Simonsen og Helga Øregaard. Vit mundu vera eini 120 børn í skúlanum, hóast bygdir­ nar vóru smáar í mun til í dag. Í nógvum húsum vóru jú nógv børn. Mær dámdi væl at ganga í skúla og hevði einki havt ímóti at lært víðari. Men tá mátti ein fara til Havnar og hava onkran at búgva hjá. Tað var ikki bara sum at siga tað tá í tíðini. Tað mest vanliga var, at ungar gentur fóru út at tæna 14 ára gamlar. Men hjá okkum var so nógv at gera, at eg var heima, til eg gjørdist 18 ár. Eg fór tá til Havnar at vera arbeiðsgenta á hvíldarheiminum Naina. Fyri­ støðukvinna var Anna Joensen, sjúkrasystir úr Klaksvík. Síðan kom eg aftur til Gøtu og fór at læra at seyma hjá skræddaranum Palla Thomsen í Syðrugøtu. Tað gjørdu nógvar aðrar gentur eisini. Um missiónskall Tað eru ikki nakrar beinleiðis reglur fyri, hvussu mann fær eitt missiónskall. Hjá mær kom hetta so líðandi. Eg hevði verið sunnudagsskúlalærari í missións­ húsinum saman við øðrum. Tá ið eg las bíbliuna var tað, at eg fekk eina kenslu av, at eg mátti fara at fortelja øðrum um Jesus. Eg fór so at læra til sjúkrasystir, men tað var ikki við nakrari bein­ leiðis ætlan. Men tá ið eg síggi aftur yvir lívið, síggi eg kortini, hvussu Gud hevur lagt alt til rættis á ein undurfullan hátt. Eg kom 12. mai 1948, 20 ára gomul, inn á Dronning Alex­andrin­ es Hospital, har eg lærdi til sjúkra­ systir. Útbúgvingin vardi trý ár. Vit vóru átta í okkara holdi. Hetta við trúboðan lá í huga mínum, men eg talaði ongantíð við nakran um tað. So fór eg til Danmarkar og var har í tvey ár. Eg tók psykiatri á Skt. Hans hospitali í Roskilde, tók barsilspleygu í Århus, og so arbeiddi eg á Fredriksberg hospi­ tali í Keypmannahavn. Tað blivu eini tvey ár tilsamans. So kom eg heim aftur og arbeiddi aftur á Landssjúkrahúsinum, sum tað eitur nú. Eg kom at arbeiða hálv triðja ár á sjúkrahúsinum í Havn. Til Íslands Men so vóru vit tvær vinkonur, sum fóru til Íslands at arbeiða á Landsspitalinum, tí stóra sjúkra­ húsinum í Reykjavík. Málið var eitt sindur fremmant at byrja við, men vit komu skjótt á lagi við tí. Tá kom eg til møtir í KFUM. Har høvdu tey júst sent kristni­ boðarar til Etiopia. Tað vóru eini hjún við tveimum smáum synum. Tey vóru Kristinn Gunnlaugsdóttir og Felix­ Ólafsson. Á møtunum bóðu tey altíð fyri teimum og nevndu tey við navni. Tey lósu brøv og frágreiðingar frá teimum, og hetta ávirkaði meg nógv. Eg var við at gerast eitt sindur eldri nú, eini 28 ár, so eg mátti fáa greiðu á, hvat ið skuldi henda í framtíðini. Eg søkti á ein bílbliuskúla á Oslo, Fjellhaug Skoler. Áðrenn tað arbeiddi eg á Ullevål Sykehus í 1957. Tá ið eg fyltu 30, sá eg, at skuldu tað vera, mátti tað vera nú. Eg stríddist við Gud. Tað var ikki lætt. Eg bæði vildi og vildi ikki. Eg helt meg ikki vera egnaða. Øll onnur dugdu betri. Eg dugdi ikki at tala, og eg helt meg ikki hava tey evni, sum kravdust fyri at gerast kristniboðari. Men eg minnist, at ein dagin var stríð­ ið so hart, at eg sigi við Gud: »Ja, eg skal fara, men so má tú taka ábyrgdina«. Tá var tað, sum ein tung byrða varð tikin av mær, og eg bleiv so óalmindiliga glað. Eg takkaði Gudi fyri, at eg skuldi fáa loyvi til at fara. Fór at læra til jarðarmóðir So fór eg til Bergen og arbeiddi sum summaravloysari har á Haukeland sjúkrahúsi. Meðan eg var har, søkti eg at sleppa til Edin­ burg at læra til jarðamóður. Eg skuldi sum trúboðari helst hava onkran eyka førleika umframt tað, at eg var sjúkrasystir. Eg fór so aftur til Føroya hetta heystið. Hetta var í 1958. Nýggársaftan sama ár fór eg við Polarfarinum úr Klaksvík til Grimsby við fiski. Skipari var Oliver Thomsen, ættaður úr Norðragøtu. Úr Grimsby fór eg við toki til Edin­ burg. Hetta var ein undarlig kensla. Á ein hátt kendi eg meg einsa­ malla, men hinvegin føldi eg meg at vera í Guds vilja. Eg var í Skotlandi har alla tíðina, útbúgvingin vardi. Seinna partin av útbúgvingini tók eg í Glasgow. Eg kom so heim aftur við einum fiskiskipi. Útsend av føroyskum missiónsfelagi Eg vildi so fegin verið send út úr Føroyum. Men hesum sá eg upprunaliga ongan møguleika fyri, tí tað var var einki ytri­ missiónsfelag í Føroyum. Men eg skrivaði til Kirkjuliga Missións­ felagið og segði, at eg hevði eitt missiónskall og spurdi, um tey vildu senda meg, hvar tað skal vera. Eg nevndi einki land. Tað vísti seg, at Alfred Petersen, sum var formaður í Kirkjuliga Missións­ felagnum, hevði gott samband við Ísland. Hann hevði verið sjó­ manstrúboðari har í mong ár og kendi nógv. Tey kendu eisini meg, tí eg hevði jú gingið á møti har. Beint tá var tann sjúkrasystirin, sum tey høvdu havt í Konso í Etiopien, farin heim, og tey høvdu onga aðra at seta í staðin. Soleiðis legði Gud tað til rættis, at eg varð send til Konso í Suður­ etiopiu av Kirkjuliga Missións­ felagnum. Tískil gjørdist eg fyrsti trúboðari, sum var útsendur beinleiðis úr Føroyum. Eg varð so send út 24. juli 1960 á eini gudstænastu í gomlu kirkjuni frá 1866 í Klaksvík. Hetta var í samband við eina ungdómsstevnu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Teir, sum vóru við til vígsluna, vóru flestir stýrislimirnir í Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Teir vóru formaðurin Alfred Petersen og sonur hansara Petur, sum var prestur. Hinir vóru Óli Ellingsgaard av Eiði, Jóan Pauli Jørgensen úr Miðvági, Eliesar Jacobsen, pápi mín. Afturat teimum var Johan Nielsen. Hann var við sum prestur í Klaksvík. Allir eru teir deyðir. Petur Peter­ sen var tann seinasti, hann doyði fyri kortum. So til Etiopia Eg fór 5. september 1960 av Havnini við íslendska skipinum Heklu til Keypmannahavnar. Tann 11. september fór eg við flogfari úr Keypmannahavn. Fyrst gekk leiðin til Athen, har eg skuldi skifta til Etiopian Airlines. Flogfarið til Etiopia var beint farið, so eg mátti bíða til dagin eftir. Hetta legði eg einki í, so slapp eg at síggja eitt sindur av Athen eisini. Kl. 22 tann 12. september hildu vit áfram til tað land, har eg skuldi koma at fáa mítt lívsstarv. Eg minnist faldarar, sum vóru í flogfarinum, sum eg fór við. Í einum teirra stóð, at »nú er tú á veg til eitt land, har sólin skínur í 13 mánaðir«. Hetta var fyri so vítt ikki nøkur prentvilla. Søgan er tann, at í Etiopia ganga tey eftir tí julianska álmanakkanum, har vit ganga eftir tí gregorianska. Tey eru átta og eitt hálvt ár aftanfyri okkum. Tey skriva tískil nú ár 2000. Teir hava 30 dagar í hvørjum mánaði. Tá leypa 5 dagar av og seks, tá ið tað er skotár. Hesir dagar verða roknaðir sum trettandi mánaðin. Eftir eina millumlending í Sudan koma vit til Addis Abeba, har norskir trúboðarar tóku ímóti mær. Her skal verða nevnt, at vit vóru í samstarvi við Kristniboðsfelag Íslands, og seinni í samstarv við norsk Luthersk Missionssamband í Noregi. Vit eru fleiri missións­ feløg, sum hava arbeitt saman í Etiopina. Umframt tey nevndu er tað Luthersk Missionsforening í Danmark og ein finsk luthersk missión, Somannen. Í Etiopia gingu øll undir navninum Norwegian Lutheran Mission, men vit vóru lønt úr okkara egnu londum. Í Addis Abeba, sum merkir Elsa lærdi til sjúkrasystir og varð liðug í 1951. Hetta er holdið: Aftast f.v. Elsa Hansen, Havn, Anthona Mikkelsen, Gøtu,Tóra Petersen, Sandur Áslaug Næss, Skúvoy. Fremst: Elsa Jacobsen, Heiðvík Poulsen, Sandur, Signhild Thomsen, Hvalvík, Elsa Højgaard, Kvívík Her verður Elsa alment send út sum trúboðari Frá vinstru síggja vit: Jóan P. Jørgensen, Miðvágur, Alfred Petersen, Klaksvík, Peter Petersen, Elsa, Johan Nielsen, Eliesar Jacobsen, Norðragøtu og Óli Ellingsgaard, Eiði