mikudagur 13. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 153 • 13. aug. 2008
»nýggj blóma«, var skjótt at
síggja mótsetningarnar millum
gamalt og nýtt, millum fátækra
dømi og vælstand.
Tað var løgið at koma úr
Europa og til Addis Abeba. Alt
var øðrvísi. Á vegnum inn frá
flogvøllinum var nógv forkunnugt
at síggja. Sum asnar, sum
gingu undir so tungum byrðum,
at teir tóktust hvørja løtu at
hokna undan teimum. Aftanfyri
gingu menn, sum áhaldandi
slerdu asnarnir, um teir ikki
gingu nóg skjótt. Onkur kom við
einum bundi av livandi hønum
hangandi við høvdinum niðureftir,
samanbundnar í ein stong. Tær
skuldu helst seljast á einum
marknaði. Mær tykti synd í hønun
um, sum tær hingu.
Framvið vegnum vóru smáttur,
har dyrnar vóru opnar. Tá ið vit
koyrdu framvið sóu vit eldin á
gólvinum. Uttanfyri gingu børn og
spældu.
Drotningin av Saba
Í einum øðrum faldara í flog
farinum stóð, at »nú er tú á veg til
landið hjá drotningini av Saba«.
Vit kenna øll frá Bíbliuni søguna
um hesa drotning, sum kom at
vitja Salomon kong. Hon var
ovfarin av øllum hon sá, sum var
nógv meira enn hon roknaði við,
tá ið hon kom.
Søgnin í Etiopia sigur, at drotn
ingin av Saba fekk ein son við
Salomon kongi. Hesin drongurin
kallaðist Menelik. Hann fór sum
vaksin at vitja pápa sín í Jerusalem,
og søgnin sigur, at tá stjól hann
sáttmálaørkina hjá jødum og tók
hana heim við til Etiopia. Koptiska
kirkjan í Etopia sigur, at ørkin
er hjá teimum. Men prógva tað
kann hon ikki, sum tað sást í eini
sjónvarpssending um dagarnar!
Hópdópur
Tað er eisini søgan í nýggja testa
menti um hirðmann hjá Kandake
drotning. Kandake var tittulin hjá
drotningini. Hann hevði verið í
Jerusalem og hildið bøn. Tá er
tað, at Filip kom fram á hann,
og hetta endar við, at etiopiski
hirðmaðurin verður doyptur.
Ár 300 verður kristindómurin
statsreligión í Etiopia. Har hevur
tó ikki verið nøkur beinleiðis
missionering. Tey hava havt
hópdóp, har vatn verður slett
yvir eina rúgva av fólki. Síðan
fingu tey ein bláan tráð um
hálsin sum tekin um, at tey
eru doypt og hoyra til koptisku
kirkjuna. Men tey hava ikki
fingið stórvegis upplæring í
kristindóminum. Koptiska kirkjan
hevur nógvar kirkjur og nógvar
prestar. Har ganga prestarnir
runt við roykilsiskerum og messa
við krossi í hond. Teir lata fólkið
kyssa krossin og bíbliuna.
Fólkið veit ikki, hvat stendur
í Bíbliuni. Men tey hava eina
ærufrykt fyri kirkjuna. Tá tey
koma hagar leggja tey seg fram
yvir, og tá tey kom inn í kirkjuna
kyssa tey durastavirnar. Ein stór
kirkja er mitt í Abbis Abeba. Hon
er rund og nógvar av kirkjunum
eru rundar. Aðrar eru ferhyrntar.
Mitt í koptiskum kirkjum er
eitt modell av sáttmálaørkini.
Har sleppur eingin inn. So er
ein ringur rundan um, og har
er tað, at prestarnir standa við
roykilsiskerunum og skipa fyri
gudstænastuni. Í uttasta ringinum
er fólkið, sum situr á gólvinum,
og tey kunnu so sita og smápráta
saman. Tey skilja kortini einki.
Brúkt verður eitt deytt mál
sum eitur geez, og sum eingin
skilir. Bíblian var bert á hesum
málinum. Men nú er hon so týdd
til amarinja, sum amarhararnir
skilja. Hetta er eitt trupult mál
at læra. Tað eru ikki færri enn
276 bókstavir og tekn. Tað eru
so nógv fólkasløg í Etiopien, og
tað eru framvegis nógv, sum
ikki skilja almenna málið. Flestu
fólkasløgini hava ikki skriftmál.
Tað er bert ein partur av
fólkinum, sum hoyrir til koptisku
kirkjuna. Tað eru um 70 mill. fólk
í Etiopiu, og tað eru nógv ymisk
fólkasløg. Tey búgva hvør sær,
hava sítt egna mál og blanda seg
ikki við onnur. Hetta er kanska við
at broyast eitt sindur nú.
Landið
Hildið verður, at navnið Etiopia
kemur av tveimum griskum orð
um. Aito sum mekrir at brenna
og ops sum merkir andlit. Hetta
merkir tískil: Landið har tey
sólbendu búgva.
Stórur partur av landinum
er hálendi og fjallaland. Uppi í
hæddini eru næturnar kaldar.
Niðri á láglendinum er aftur ímóti
tropiskur hiti. Summa staðni eru
oyðimerkur, har sum tað næstan
ongantíð regnar. Aðrastaðni er
tættur frumskógur, og tað skiftir
frá gróðrafátækum lendi til tað
gróðraríkasta, sum hugsast kann.
Fólkið er líka fjølbroytt. Tað eru
minst 70 tjóðflokkar, sum hvør
talar sítt egna mál. Umframt eru í
landinum 200 dialektir.
Amahararnir er leiðandi
tjóðflokkurin í landinum, hvat ið
mentan og politikki viðvíkir. Teir
eru ljósabrúnir á liti. Teir fluttu
í fyrsta ártúsind undan Krist
inn í landið frá SuðurArabia og
blandaðu seg við fólkið, sum
tá búði í Etiopia. Teir eru av
semitiskari ætt og tala eitt mál,
sum minnir ikki sørt um hebraiskt.
Stórur partur av teimum hoyra til
koptisku kirkjuna.
Oromofólkið er størsti tjóðflokk
ur í landinum. Teir troðkaðu seg
í 15. øld inn í landið sunnanifrá.
Teirra mál, Oromo, er tað málið,
sum flestu etioparar tala. Hóast
tað hava teir fyri fáum árum
síðani skriftmál. Bíblian er nú
eisini á teirra máli. Ein partur
av teimum eru muslimar. Aðrir
hava tikið við koptiskari trúgv,
og síðan er tað heidningar, og
tað er serliga millum hesar, at
kristniboðararnir starvast.
Síðan er tað somalitjóðflokk
urin, sum býr í ein landsynning.
Teir eru muslimar.
Seinast er at nevna Shankalla
tjóðflokkurin, sum býr í heitu
dølunum í vestasta parti av land
inum móti Sudan. Teir eru sera
dimmir á liti og eru heidningar.
Her er vissuliga ein blanding
av fólkasløgum, við ymiskum
málum og mentanum. Men landið
er eisini størri enn Frankaríki og
Týskland tilsamans.
Hús og klæðir
Ymiskleikin kann lýsast við teim
um ymisku húsaviðurskiftunum
og klædnabúnum. Húsini eru
frá vanligum sethúsum í Addis
Abeba til rundar smáttur i ymisk
ari stødd og úr ymiskum tilfari
úti um landið. Í Sidamo, millum
Konso og Addis Abeba, eru smátt
urnar sum oftast úr flættaðum
bambus og eru snotuligar á at
líta. Hinvegin eru tær í Konso
gjørdar av leiri við strátaki og
mugu ofta umvælast.
Eisini eru klæðini ymisk frá
einum plássi til annað. Amaharar
arnir og onkrir aðrir tjóðflokkar
nýta hvít klæði. Kvinnurnar eru í
kjóla við breiðum vovnum borda
í neðra. Umframt nýta tær eitt
stórt stykki úr sama toyi, sum
tær leggja um herarnar á ein
serstakan hátt. Menninir nýta
buksur, sum líkjast ríðibuksum.
Tær liggja at beinunum niðanfyri
knæ, og eru víðari omanfyri.
Afturat hava teir skjúrtu, sum teir
hava uttan á buksunum og røkka
niður á knæ. Uttast hava teir
hvítan jakka.
Í Konso eru pløggini ikki so
mong. Har nýta kvinnurnar skinn
skjúrt og menninir skinnbuksur,
og annars hava tey eitt teppi
at sleingja um seg, tá ið kølið
er. Skinnklæðini vórðu seinni
bannað. Tá fóru tey at dyrka
bummill og veva klæði sjálvi.
Til Konso
Í Addis Abeba er høvuðsstøðin
hjá missiónini, og her verður
alt tað praktiska fyriskipað í
samband við virksemið kring
landið. Her er eisini málskúli fyri
trúboðarar og skúli fyri børn hjá
trúboðarum.
Eg var verandi tveir dagar í
Addis Abeba, so gekk leiðin
suður eftir til Konso, sum er 600
km sunnanfyri Addis Abeba. Eg
skuldi fylgjast við eini norskari
sjúkrasystir, sum fór til Nigelli,
ein missiónsstøð 400 km eystan
fyri Konso.
Vit fóru kl. 5 á morgni við
einum bussi, sum var stúgvandi
fullur av fólki.
Vegirnar vóru góðir at byrja
við, men blivu verri og verri. Vit
leigaðu seinni ein Landrover við
førara. Slíkan biltúr hevði eg ikki
roynt fyrr. Stundum lá bilurin nær
um á liðuni. Aðrar tíðir rendu vit
høvdið upp móti takið, og komu
dettandi niður á okkara viðføri.
Eg var i Negelli í 14 dagar,
meðan eg bíðaði eftir einum
norskum trúboðara, sum skuldi
taka meg við til Konso. Í bíðitíðini
hjálpti eg til á norska missións
sjúkrahúsinum, har tað var pláss
fyri 60 sjúklingum.
Loksins tann 5. oktober, ein
mánaða eftir, at vera farin úr
Føroyum kom eg fram til Konso.
Har vóru eini íslendsk hjún
Margret Hróbjartsdóttir og Bena
dikt Jasonarson. Eg kom sum áður
nevnt at avloysa eina íslendska
sjúkrasystir, sum var farin heim.
Higar til klinikkina kom á hvørj
um degi hópur av sjúklingum og
mong vóru sera sjúk. Tað var so
javnan, at 2030 mans komu við
einum sjúklingi, sum teir skiftust
um at bera langa leið.
Hvønn morgun, áðrenn vit
byrjaðu, høvdu vit andakt.
Næstu ferð
Í komandi parti verður greitt meira
frá søguni hjá Etiopia og um
viðurskiftini í landinum, sum eru so
langt frá okkara viðurskiftum, sum
tað í heila tikið kann hugsast.
Eisini fær Elsa tvíburar!
Hetta er Súnastova, haðani mamma Elsu var ættað.
Teknað hevur Sune Jacobsen. Húsini eru ikki til longur
Abbi Elsu, Magnus, sum gekk
burtur á Gøtuvík í 1918
Hetta er málningur hjá Suna, beiggja Elsu, av gomlu Norðragøtu.
Fremst er kirkjan. Næsta hús er hjá Peri, har Elsa vaks upp