mikudagur 13. august 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 153 - 13. august 2008
Føroyskur
dansur á
Grettirsdøgum
Á hvørjum ári verða Grettirsdagar hildnir á Laugar
bakka á Norðurlandinum í Íslandi fyri at minnast
Grettir, ið føroyingar kenna frá Grettirskvæðinum.
Hesir dagar minna ikki sørt um Tróndardagarnar,
sum vóru í Gøtu herfyri. Fleiri føroyskir dansarar
vórðu við til hátíðarhaldið og skipaðu føroyskan
dans, sum altíð verður væl móttikin í Íslandi.
Sosialurin hevur fingið sendandi myndir frá
hátíðarhaldinum, sum vit prenta. Myndamaður er
bretin Frank Bradford