Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 13. august 2008 37 Sunnudagin 3. august varð minnisvarðin í Mykinesi vígdur. Á leið 150 fólk vóru savnað til hesa vígsluløtu uppi við minnisvarðan Báturin Brynhild, sum røkir myki­ nesleiðina, sigldi í vikuskiftinum fleiri eykatúrar í sambandi hetta tiltak. Jákup Suni Lauritsen, borgar­ stjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi frá arbeiðinum at reisa minnisvarðan og at gera hann lidnan. Jógvan Fríðriksson, bisp­ ur, helt prædiku og vígdi minnis­ varðan. David Johannesen, prest­ ur, bað eina bøn og las upp eitt skriftbrot. Fleiri sálmar vórður sungnir og sangblað varð býtt út, so øll kundu syngja við. Eisini var sangluttøka á skránni. Systkini Eva Guttesen og Noomi Arge sungu ein sang, og eisini sang Lovinda Halgaklett ein sálm. Kaj Leo Johannesen segði nøkur orð. Pápi hansara, Leo Hans Jo­ hannesen, fórst við Handanábáti­ num undir oynni í 1991. Pápi Evu og Noomi, Eli Andresen, fórst eisini við Handanábátinum í 1991. Minnispláturnar eru sera snøgg­ ar og hóska væl til minnisvarðan. Minnisvarðin varð bygdur í 1930­ árunum og stóð hann liðugur í 1939, men tó bleiv hann ongantíð vígdur, tí ætlanin var at fáa før­ oyskan prest at víga varðan, men hetta fekst ikki í lag, tí Jákup Dahl, próstur, gjørdist sjúkur. Árini eftir gjørdust trupul í Føroyum, tí kríggið brast á, og tí varð eingin vígsla framd tá. Minnisplátur vóru gjørdar í 1979, tá ið kirkjan í Mykinesi fylti 100 ár. Hesar pláturnar blivu ikki hongdar á minnisvarðan, men hongdar upp í kirkjuni. Ein minnisvarðanevnd, mannað við Eddie Lauritsen, Esbern í Eyðansstovu og Jákup í Løðu, hevur tey seinastu árini arbeitt við at gera minnisvarðan í stand, og hevur nevndin eisini útvegað nýggjar og dagførdar minnisplátur. Við stuðli frá Lions Club Vágar, Atlantic Airways, Sørvágs komm­ unu og øðrum gevarum, hevur eydnast at fullført hetta arbeiðið. 37 nøvn eru ritað í tær nýggju pláturnar. Á einari plátu er yvirlit yvir mykinesmenn, sum fórust á sjónum, 27 í tali. Á hinari plátuni er yvirlit yvir mykinesmenn, sum falnir eru í bjørgum, 10 í tali. Eftir vígsluløtuna bjóðaði bygd­ arfólkið til ein bita. Hesin dagur var virðiligur og týdningarmikil fyri Mykines bygd, sum ígjøgnum árini hevur mist nógvar menn á sjónum og í bjørgum. Minnisvarðin í Mykinesi vígdur