mikudagur 13. august 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 153 - 13. august 2008
Av misgávun lá eftir seinast, at 4.
juli var Atlantic Enterprice á veg
til Anthony í Canada at landa
930 tons av svartkalva, sum teir
hava fiskað í 42 samdøgur. Tað
er óført fiskarí. Teir hava fiskað
á 62 30 N, og ta síðstu vikuna
royndu teir á 54 00 N. Tann túrin
var Bo Basse skipari. Túrin eftir
varð tað Villiam Hansen á
Toftum. Hendan túrin skulla teir
fiska helvt um helvt svartkalva
og rækjur.
21. juli
Í dag er dýrdarveður. Qaqatsiaq
kom inn til Nuuk at landa í dag.
Markus kom eisini til Nuuk at
skifta fólk. Teir hava fulla last,
eisini henda túrin. Teir fara
víðari til Hirtshals við lastini og
síðani til Fredericia í dokk.
Sisimiut landar eisini í Nuuk.
Teir hava gott og væl 300 tons av
toskaflaki. Sum tað skilst er
toskakvotan liðugt fiskað, og nú
fara teir so at royna eftir
svartkalva.
22. juli
Í dag er dýrdarveður. Lómur kom
inn til Illulisat at landa í morgun.
Teir hava 125 tons inni og skulla
sigla aftur í kvøld. Regina C kom
inn til Manitsoq at landa í
morgun. Akamalik kom inn higar
at landa í kvøld. Tað er alt fult
hjá teimum. Skiparin Linjohn
Christiansen sigur, at yvirhøvur
hevur fiskaríið veri gott hjá
øllum trolarunum hesa síðstu
tíðina. Rækjuprísurin er so
spakuliga við at ganga uppeftir.
Tað treingir nokk eisini til.
Hendan túrin hjá Akamalik hevur
lastin hjá teimun eitt virði uppá
gott 9 mill, hetta er óført.
23. juli
Í dag er dýrdarveður. Ocean
Tiger kom inn í morgun at landa,
men teir sluppu ikki framat
fyrrenn Akamalik loysti í kvøld
kl. 2100 til nýggjan túr. Ocean
Tiger hevur 450 tons inni. Onkrir
av føroyingun umborð flotaðu
Mob-bátin og so á flot. Agnið er
fyrsta floks. Teir brúka 90/120
nýfiskaðar rækjur. Teir høvdu eitt
lítið rend seinnapartin og fingu
einar 3-4 kurvar av góðum toski.
24. juli
Í dag er dýrdarveður. Ocean
Tiger loysti í kvøld nýggjan túr.
Føroyingarnir vóru aftur á floti í
dag. Teir fingu seks kurvar av
toski.
25. juli
Í dag er dýrdarveður. Tasermiut
kom inn til Nuuk at landa í
morgun. Í morgin leygardagin
skal Polar Amaroq inn til Nuuk
at landa. Lómur er á veg til
Illulisat at landa. Teir hava gott
120 tons inni. Hetta er so annar
túrurin í hesari viku. Hesa vikuna
hevur Lómur tískil landað 250
tons av ísaðum rækjum.
27. juli
Í dag er aftur dýrdarveður. Tað
er frætt frá Polar Aassik, sum er
fyrrverandi Skeljabáturin Louisa
L, sum lá leingi við kei í
Sørvági. Polar Seeafood keypti
skipið, og teir hava riggað tað
um til rækjur. Teir ísa í kør. Teir
kunna taka 270 kør hvønn túrin.
Tað gevur um 70 tons. Teir vóru
inni í Hafnafirði og tóku kør við
til Aasiat, har Polar Seeafood
eigur eitt rækjuvirki. Teir byrjadu
fiskaríið 5. juli, og nú teir komu
inn í morgun til Aasiat at landa.
Hetta er sjeyndi túrurin hjá
teimum. Teir koma um morgunin
og sigla longu aftur seinnapartin.
Siglitíðin er um 4 tímar á
rækjufeltið, sum nú er. Teir fiska
í tvey samdøgur. Síðsta túrin
høvdu teir 11 hál, so var alt fult
hjá teimun . Steffen C er inni í
Manitsoq og landar í dag.
30. juli
Í dag er stilli men toka.
Natarnaq kom inn at landa í
morgun. Teir hava um 450 tons
inni. Skeljabáturin Sonja Kiil
landar eisini í dag. Teir hava
knapt 20 tons inni. Nú eru teir
byrjaðir at taka rognini við á
skeljunum. Áður vóru skeljarnar
seldar av landinum uttan rogn, tí
tað skuldi vera so nógv kyksilvur
í teimum, men hetta er so eingin
trupulleiki í dag. Í gjár var Polar
Amaroq í Nuuk og landaði, og
Chr Høj var eisini i Nuuk. Nú
siga søgur, at gamli Suðurvarði
skal brúkast til seismiskt arbeiði
út fyri Vesturgrønlandi.
3. august
Tað var greytasvart í toku í
morgun, men hon lætti seinna-
partin. Lómur kom inn higar í
dag eftir gott 200 kørum. Teir
skulla landa í Pamiut restina av
hesum tørninum. Teir hava um
110 tons inni og ætla at gera eina
roynd í dýpinum á veg suður
eftir.
Grønlandstíðindi:
Góð veiða eftir svartkalva og rækjum
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Vit hava frætt frá Kára við Stein í Sisimiut