Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2001 11 Støðan 1. deild menn: GÍ 10 10 0 0 38–9 30 B36 10 8 1 1 35–7 25 HB 10 5 1 4 20–12 16 B68 10 5 1 4 21–17 16 VB 10 5 0 5 26–14 15 KÍ 10 4 0 6 10–25 12 NSÍ 10 3 2 5 9–14 11 EB/S 10 3 0 7 10–17 9 B71 10 2 1 7 8–24 7 FS V 10 2 0 8 10–48 6 B68 skal klára seg uttan liðformannin higartil í ár FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað eru tvey av liðunum, sum hava eyguni vend ímóti triðja plássinum og harvið møguleikanum fyri altjóða fótbólti komandi ár, sum hittast á Vágs eiði í morgin. VB spælararnir hildu frí í vikuni eftir, at teir komu aftur úr Hvítarusslandi. Tað vil siga, at teir hava bara vant síðani mánadagin í hesi vikuni: – Eg eri ikki serliga fegin um, at vit hava vant so stutt, men tað kundi ikki vera øðrvísi. Tað var neyðugt, at spælararnir fingu frí í nakrar dagar, eftir at teir høvdu vant nógv upp undir Europa Cup og eftir at teir høvdu ferðast langt. Tað sigur VB venjarin, Kryztoph Popczynski. Hann hevur verið skaddur stóran part av árinum. Hann hevur roynt at venja í hesi vikuni, men hann held- ur tað vera ógvuliga iva- samt, um hann verður á vøllinum í morgin. Um- framt venjaran manglar ein annar maður í VB leguni. Tað er Marner Richardt, sum er leikbannaður, tí hann hevur ov nógv gul kort á kontoini. Allir tøkir Toftamenn vilja fegnir út í Europa komandi ár. Tí hevur dysturin ímóti VB, sum bara er eitt stig aftan- fyri teir, alstóran týdning. Síðani landskappingin fór í summarfrí er liðfor- maðurin hjá B68 og ein av týdningarmiklastu spælar- unum bæði í ár og nógv av undanfarnu árunum stung- in av. Øssur Hansen er farin til Keypmannahavnar, har hann skal royna seg í B93. Tað vil við øðrum orðum siga, at uppaftur størri byrðar enn undan summ- arsteðginum verða lagdar á Fróða Benjaminsen og á U–19 landsliðsmannin, Jann Inga Petersen, sum stóð seg so væl í síðstu um- førunum undan summar- steðginum. Av Toftum frætta vit, at allir spælararnir eru tøkir. Eisini Jan C. Dam, sum var nógv skaddur undan summarfrítíðini. Popczynski framvegis ivasamur Dystir og dómarar 1. deild – sunnudagin EB/Streymur–GÍ: Petur Erhard Kjærbo HB–KÍ: Suni Johansen VB–B68: Lassin Isaksen NSÍ–FS Vágar: Niklas á Líðarenda B71–B36: Oddmar Andreasen 2. deild – leygardagin TB–Skáli: Petur Erhard Kjærbo HB–NSÍ: Rúni Gaardbo LÍF–ÍF: Tummas Pauli Olsen Sumba–GÍ: Dagfinn Olsen KÍ–B36: Petur Reinert 3. deild – sunnudagin TB–GÍ: Poul Erik Jacobsen AB–KÍ: Johann Krog VB–B68: Tummas Pauli Olsen Royn–ÍF: Zoran Mancic B71–B36: Erling Eysturoy Kvinnur – sunnudagin VB–B68: Georg N. Rasmussen KÍ–B71: Óli Samuelsen B36–HB: Jógvan A. Jacobsen NSÍ og FS Vágar skulu í klára seg uttan vandamiklastu spæl- ararnar FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í fleiri av dystunum í morgin er lagt upp til, at tað verður tætt og spennandi. Tað verður tættuliga spenn- andi, tá Albert Ellefsen og Jonhard Joensen við sínum monnum í morgin koma úr Vágum og til Runavíkar, men tað er fullkomuliga ógjørligt at siga, hvussu tað fer at ganga. NSÍ hevur verið sera óstøðugt, og FS Vágar stóð seg illa, inntil teir í síðsta umfarinum undan summarsteðginum gjørdu bart og vunnu á meistarunum úr Vági. Felags fyri bæði liðini er, at tey eru málfátøk. NSÍ hevur skorað níggju mál í tíggju dystum, og FS Vágar hevur skorað tíggju ferðir. Hóttanir burtur Christian Høgni Jacobsen var – hóast hann higartil í landskappingini bara hevur skorað eitt mál – mettur sum størsta álopshóttanin hjá NSÍ. Nú er hann burtur, og um hann hevði verið heima, so hevði hann verið leikbannaður. Sambært út- tøkulistan til landsdystin í Jugoslavia, so er Christian Høgni framvegis skrásettur sum NSÍ spælari. Tað vil siga, at hann verður ikki leikbannaður í fyrsta dyst- inum, tá hann eina ferð kemur aftur til Føroya. Umframt Christian Høgna má NSÍ framvegis klára seg uttan Kára Han- sen, sum hevur ilt við at koma fyri seg eftir skaða. Sjúrður Jacobsen hevur, sjálvt um hann er plágaður av skaða, roynt at venja, og hann verður ivaleyst við í morgin. Í Vágum hava teir gjørt nógv við venjingina í summar. Spælararnir eru betri fyri nú, enn teir hava verið, og so fer tað at vísa seg, um teir fara at megna at lyfta seg úr botnpláss- inum. Tór–Ingar Akselsen er ein av vandamiklu FSV monnunum. Í vikuni er hann farin av landinum, og hann verður ikki við í morgin og annan leygar- dag, tá FSV á heimavølli skal spæla ímóti B71. Annars eru allir spælararnir hjá FSV tøkir. Málturkurin er stórur 11 Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Bæði Heidi og Esther fingu heiðursmerki í 200 metra blandaðu svimjingini hósdagin SVIMJING Eyðun Klakstein Heidi Andreasen setti nýtt heimsmet, tá hon svam 200 metra blandaða svimjing í EM fyri rørslutarnað, sum er í Stockholm. H e i d i svam teinin í tíðini 3.02,11, og hetta var nakað betri enn gamla metið, sum var 3.02,94. Tann, sum átti metið í hesi kappingini, var Dora Paztory úr Ungarn, og hon gjørdist nummar 2 í kapp- ingini hósdagin. Esther Gaard Hansen var eisini við í kappingini, og hon gjørdist nummar 3 við tíðini 3.12,31. Føroyska ferðalagið var sera væl nøgt við úrslitið í hesi kappingini, og venj- arin, Katrin Johansen, helt tað vera framúr úrslit, at báðir føroysku svimjararnir skuldu heiðursmerki. Hetta er næsta gullmerk- ið hjá Heidi Andreasen, meðan Esther Gaard Han- sen hevur vunnið eina bronsu frammanundan. Í gjár vóru aftur kapp- ingar á skránni í Stock- holm. Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin. Mikudagin 8. august verður FM í klingru- varpi, sleggjuvarpi og spjótkasti á kastibreytini við Eysturskúlan í Havn. Lagt verður fyri við klingruvarpi kl. 18.00, og tá hendan kappingin er liðug verður hildið fram við sleggjuvarpi, og seinasta kappingin verð- ur spjótkast. Tey, sum ætla sær við til kappingina, kunnu tekna seg til á staðnum kl. 17.30 mikukvøldið. Heri Ziska, sum hevur verið einaráðandi á klingru- og sleggjuøki- num, verður ikki við í kappingini, so nýggjur føroyameistari skal finn- ast. ek Fara at tveita sleggjur og spjót Heidi setti heimsmet Heidi Andreasen við gullmerkinum og Esther Gaard Hansen við bronsuni. Heidi setti nýtt heimsmet í 200 metrar blandaðari svimjing fyri rørslutarnað HB og KÍ stríðast bæði fyri atgongu- merkjum til europ- eiskan fótbólt FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað var tann tíð, tá dystirnir ímillum HB og KÍ skuggaðu yvir allan annan fótbólt – hvørja ferð. Tey seinnu árini hevur tað verið eitt sindur upp og niður. B36, VB, B71, GÍ og B68 hava ofta havt hug at spæla fyrstu violin, og árið í ár er einki undantak í so máta. Bæði HB og KÍ mugu sigast at vera í tungum sjógvi. HB var væl upplagt tíðliga í ár, og KÍ hevur – eftir at teir hava mist nógv fólk – ikki staðið seg væl. Málmunurin hjá KÍ er 10–25, og tað er óhoyrt. Vónin fyri europeiskum fótbólti hjá KÍ var steypafinalan, men hana taptu teir. Tí eru bæði HB og KÍ rættað ímóti triðja pláss- inum, sum fer at bera UEFA Cup pláss við sær (B36 hevur sum steypa- vinnari longu vunnið sær pláss í UEFA Cup). Runnið sólina svarta Tá HB ólavsøkuaftan spældi ímóti Hvidovre, tóktust teir svørtu og reyðu ógvuliga tungir. Teir siga sjálvir frágreiðingina vera, at teir hava runnið og runn- ið, sum teir ikki hava gjørt, síðani teir í 1998 vunnu FM heitið. – Tann lagaligi Ion Geolgau, sum vit hava havt við at gera hetta seinasta árið, er skiftur út aftur við tann harða og krevjandi venjaran, sum pískaði okk- um til FM heitið í 1998, siga teir í HB, og sipa sjálv- andi til søguliga Ivan tann Ræðuliga. Andrew av Fltøum og Hans á Lag hava spælt millum lítið og einki í ár. Nú er greitt, at teir skulu báðir leggjast undir skurð fyri fótskaða, áðrenn teir kunnu spæla bólt aftur, og tað vil siga, at teir vera lítið og kanska einki við í ár. Rókur av Fløtum Jespersen er í Danmark við U–17 landsliðnum, so hann verð- ur ikki við. Annars eru hinir spælararnir tøkir í dyst- inum, tá Allan Mørkøre í- móti barndómsfelagnum fær fyrsta høvið at vísa, at Allan Simonsen gjørdi eitt mistak, tá hann í vikuni vrakaði metmannin á landsliðnum. Mannfall KÍ hevur mist nógv fólk, og nú verður mannfallið upp- aftur størri. Símun Joensen og Niclas Niclassen fara báðir av landinum. Mál- verjin, Meinhardt Joensen, er farin til Danmarkar at ganga í tekniskan skúla, men hann kemur heim at spæla í morgin. Harley Bertholdsen plág- ast framvegis av skaðanum og verður neyvan klárur, og so er tað ivasamt, um Ove Nysted verður tøkur. Allan Joensen noyddist at taka seg aftur lítla løtu undan steypafinaluni. Hann hevur ikki vant í vikuni, og teir ivast í, nær hann verður førur fyri at spæla aftur. Klassikari í eyðmjúkari útgávu C M Y K 10