Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 4. august 2001 13 Sandoyingar sakna hesa ferð onkrar lyklaspælarar FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Ólavsøkudag vóru B36 spælararnir ovurfegnir og í luftini yvir at hava vunnið løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í tíggju ár. Í morgin mugu teir vera niðri aftur á jørðini. Tá stendur vitjan á Sandi á skránni, og skal B36 hava nakran møgu- leika fyri at skifta UEFA Cup kappingina út við tað fínaru og meiri peninga- gevandi europeisku meist- arakappingina, so mugu teir fáa øll stigini ímóti B71. Skaddir lyklaspælarar Hjá B71 er setningurin fyrst og fremst at stríðast fyri at sleppa úr botninum. Í síðsta dystinum undan summarsteðginum vóru teir illa mannaðir, men tá vunnu teir við fleiri super- veteranum á liðnum. Tað var í stevnudystinum í góð- veðrinum á Mølini á Eiði. Í B71 hava Kári Reyn- heim og spælararnir roynt at fyrireika seg, m. a. spældu teir 1–1 í venj- ingardysti í Runavík síðsta fríggjakvøld, og so hava teir eisini vunnið 6–3 á næst- besta liðnum hjá HB. Ímóti B36 verður mið- verjin Bergleif Sólsker ikki við. Hann er farin til Dan- markar í tekniskan skúla. Jógvan Jón Petersen verður heldur ikki við. Hann er skaddur, og tað er miðvall- arin Julian Floresco eisini. Kári Nielsen hevur sera ilt við at koma fyri seg aftur eftir beinbrotið, og so er tað greitt, at ungi Tummas Pauli Olsen, sum kom inn í dystinum ímóti EB/Streym- i, ikki verður við. Hann er við U–17 landsliðnum í Danmark. Jónsvein Thomsen, sum undanfarin ár hevur verið á og í nánd av besta liðnum, er farin av venja aftur og verður í hópinum í morgin. Jón Brekku og Bjørn Thor- steinsson vóru leikbannaðir á Eiði, men teir eru tøkir aftur. Missa fólk Piotr Krakowski hevur nógv góð minni á Sandi. Men í morgin kemur hann suður fyri at fara avstað aftur við øllum stigunum. B36 er væl fyri, sjálvt um onkrir spælarar fara burtur- av. Herbert í Lon Jacobsen, sum var fastur maður á lið- num, inntil hann fyrr í summar varð skaddur, er farin av landinum í útbúgv- ingarørindum. Í steypa- finaluni ímóti KÍ var hann alla tíðina á beinkinum. Eyðun Højgaard skifti undan hesum kappingar- árinum úr HB og í B36, har hann onkra løtuna hevur verið inni á besta liðnum. Nú er hann farin av land- inum í lestrarørindum. Jan Guttesen skal eisini av landinum, men tað verður ikki fyrr enn um mánaðar- skiftið. Oddaliðið í Gøtu hev- ur síðani summar- steðgin styrkt um leguna við fleiri royndum spælarum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tá EB/Streymur í síðsta umfarinum undan summar- steðginum hevði vitjan av B71, var GÍ venjarin mill- um áskoðararnar. Johan Nielsen er nágreiniligur og fyrireikar seg altíð so væl sum eingin annar. Sjálvandi tekur hann uppgávuna á Mølini í morgin í fullum álvara, men tá hann var á Eiði sá hann eitt heimalið, sum stríddist nógv, men sum ikki hevði serliga stórt hug- flog. Ronnie komin norður EB/Streymur hevur umleið sama fólkið tókt í morgin, sum teir í síðsta umfarinum undan summarsteðginum høvdu ímóti B71. Undan- takið er, at Bergur Magnus- sen hevur fingið ein spæl- ara afturat, sum tað kann roknast við fer beinleiðis inn á miðvøllin. Talan er um Ronnie Samuelsen, sum síðani dreingjaliðs árini hevur spælt við B36. Hann er ættaður úr Sundalagnum og fekk fyrstu fótbólts upp- alingina í Streymi. Evnaríki miðvallarin hevur verið í 1. liðs hópinum hjá B36, men hann hevur ikki spælt so ógvuliga nógv. Okkurt árið hevur hann verið plágaður av skaðum, og í ár hevur tað verið torført at koma á liðið, tí so nógvir góðir spælarar hava verið um boðið. Síðani summarsteðgin hevur Ronnie vant við EB/Streymi, og týsdagin varð spæliloyvið flutt norð- ur. Veteranar upp á spæl Undan summarsteðginum gekk sum eftir ánni hjá GÍ. Men nú hava teir styrkt uppaftur meiri um besta liðið. Tað hava teir m. a. gjørt, tí Poul Ennigarð enn eina ferð er farin av land- inum. Teir siga, at hetta er síðsta ferðin, at hann er farin til Danmarkar at ganga í tekniskan skúla. Ivaleyst fer hann at spæla við GÍ onkra ferðina, men tað verður ikki í morgin. Jóan Petur Olsen hevur áður verið drúgvur á GÍ lið- num, og Samson Nesá hev- ur eisini onkuntíð verið á besta liðnum. Síðani summarsteðgin hava teir vant nógv, og teir vera ætl- andi í hópinum tað, sum er eftir at hesum árinum. Sámal Joensen er farin at venja aftur, men hann er ivasamur í morgin. Magni Jarnskor er leikbannaður hesa ferð. B36 niður aftur á jørðina Ronnie aftur á heimabeiti Og í Leirvík hava teir í summarfrítíðini fingið ein fuglfirðing sum venjara FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen ÍF er eitt av liðunum, sum ætlar sær at flyta upp í bestu deildina. Eftir eina heldur trilvandi og óvænt- aða byrjan – teir høvdu staðið seg væl í steypa- kappingini – komu teir eitt sindur fyri seg fram ímóti summarsteðginum. Nú hava teir brynjað seg uppaftur meiri út til odda- stríðið í 2. deild. Tveir av gomlu kenningunum í Fuglafirði eru komnir aftur á ÍF liðið. Talan er um Rógva Róin og Símun Eliasen. Rógvi hevur verið í B36, har hann í ár hevur spælt í 2. deild, og Símun, sum í fjør var á besta lið- num hjá HB, er heima í summarfrí frá útbúgving í Danmark. Umframt teir báðar er málverjin, Rúni Joensen, komin fyri seg aftur. Hann breyt beinið tíðliga í kapp- ingarárinum. Venjara úr Fuglafirði Fyrsti dysturin hjá ÍF verð- ur í Leirvík. Samstarvið millum LÍF og Harry Benj- aminsen er hildið uppat. Nýggjur venjari í Leirvík er Bogi Lervig úr Fuglafirði. Hann spældi í síni tíð nógv við besta liðnum hjá ÍF, og hann hevði í fleiri ár ábyrgdina av unglinga- liðnum hjá ÍF, umframt at hann eisini hjálpti til við venjingini hjá besta og næstbesta liðnum. Nú skal Bogi í fyrsta dystinum sum LÍF venjari royna seg ímóti barndóms- felagnum. Magnus Skoralíð, sum í fyrradagin var so óheppin at fáa reytt kort í U–17 landsdystinum ímóti Nor- egi, er fluttur úr LÍF og til GÍ. Úr GÍ hevur LÍF fingið Bárður Heinason, sum higartil í ár hevur verið á næstbesta liðnum hjá GÍ. Umframt ÍF verður rokn- að við, at TB, Sumba og Skáli fara at stríðast um trygga uppflytingarplássið til bestu deildina. Fuglfirðingar spenna seg út Todi Jónsson verður ikki við, tá FCK í morgin fer at spæla á útivølli ímóti FCM í Ikast FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í dag verður farið undir landskappingina í næst- bestu donsku deildini. Sæð við føroyskum brillum er mest áhugaverdi dysturin tann í Hvidovre, har teir fáa vitjan av B93. Annan mánadag fara Øssur Hansen og Óli Johannesen upp í landsliðs- ferðalagið, sum fer at millumlenda í Kastrup á veg til Juguslavia. Men áðrenn teir koma so mikið langt, skulu teir spæla tveir landskappingardystir. Tann fyrri verður í morgin, tá teir skulu spæla ímóti hvørjum øðrum. Óli Johannesen, sum saman við liðfeløgunum, legði síðstu hondina á fyri- reikingarnar til nýggja kappingarárið, tá teir ólav- søkuaftan vunnu 5–1 á HB, er fastur maður í mið- verjuni hjá Hvidovre. Øssur Hansen hevur verið í Keypmannahavn í tvær vikur. Hann er keyptur til at spæla í vinstra borði, og í fyrsta venjingardystin- um, sum teir vunnu 6–0, spældi hann mest sum alla tíðina. Todi bíðar Í fyrradagin var tað greitt, at Todi Jónsson verður ikki í ferðalagnum, tá FCK í morgin fer til Ikast at spæla ímóti FCM. – Skaðin plágar fram- vegis, so tað er neyðugt at vera tolin. Um eg verði í hópinum mikukvøldið, tá vit skulu spæla ímóti Lazio, veit eg ikki enn, men eg dugi ikki at ímynda mær, at eg skal byrja inni. Eg havi ikki spælt dyst í næstan tveir mánaðir, sigur Todi Jónsson, sum inniliga vón- ar, at hann verður førur fyri at spæla á útivølli ímóti Lazio annað týskvøld. Óli móti Øssuri 13 12 Nr. 148 - 4. august 2001 U–17 landsliðið misti longu í 1. hálvleiki ein mann, og so var ikki so nógv at gera ímóti Noregi FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað vóru sera harmir før- oyingar, sum eftir ferðina til Nørre Aaby aftur savn- aðust í Vejle hóskvøldið. Ætlanin hevði verið at fingið stig burturúr dyst- inum ímóti Noregi og kanska at vunnið. Tað hildu teir í føroysku leguni, at tað fór at verða møguleiki fyri, eftir at teir týsdagin høvdu sæð Finnland vunnið 1–0 á Noregi. Men Noreg vann 3–0 ímóti Føroyum, eftir at tað í steðginum hevði verið 1–0. Aftur hesa ferð vóru yvir- tíðin og føroyingarnir ikki vinir. Fyrsta málið fekk Noreg í yvirtíðini í 1. hálv- leiki, og teir skoraðu til 3–0 í yvirtíðini í 2. hálvleiki. Sóu reytt Fyri føroyska liðið kom tað sera illa við, at teir longu í 37. minutti fingu ein mann útvístan. Svenski dómarin vísti fyri aðru ferð gula kortið til miðvallarin í vinstru, Magnus Skoralíð, og so noyddist føroyska liðið í 43 minuttir – teir spæla fjøruti minuttir hvønn vegin – at stríðast undirmannaðir. – Í 14. minutti hevði Magnus fingið gula kortið fyri at halda, og tað seinna gula kortið fekk hann fyri sama mistak. Tað var í sambandi við, at eitt álop hjá okkum kiksaði framm- arlaga á vøllinum. Vit hildu sjálvandi, at dómurin var sera harður, men tað kundu vit sjálvandi einki gera við. Tað er dómaraskeið, meðan vit eru her. Í tí samband- inum verða allir dómararnir filmaðir alla tíðina. Vit eru spentir at frætta, hvat teir fara at siga um hesa støð- una, sigur Karl Vidtfeldt, nevndarlimur í FSF, sum er ferðaleiðari hjá føroyingø- unum í Danmark. Málini Noreg fekk hol á í yvir- tíðini í 1. hálvleiki. Í hesi støðuni varð enn eina ferð undirstrikað, hvussu vanda- mikið tað er at missa í uppspælinum. Eftir at norð- menn høvdu vunnið bólin á miðvøllinum, kom Bjørnar Holmvik leysur og smekk- aði til av brotsteigar- markinum. Næsta málið, sum kom í 64. minutti, var eitt sindur óheppið. Bólturin varð spældur inn um føroysku verjuna, norðmaðurin smeyg ímillum tveir verju- spælarar, og tá føroyski málverjin tøvdi eitt lítið sindur, áðrenn hann leyp út, var norski spælarin fyrri á bóltinum, sneiddi framvið Gunnari Nielsen og trillaði bóltin í tóma málið. Málskjúttin var Espen Næss Lund. Føroyingarnir høvdu serliga lagt henda spælaran til merkis, tá Noreg og Finnland spældu. Men ímóti Føroyum var hann á beinkinum inntil í 58. minutti. Og hann hevði bara verið eina lítla løtu á vøllinum, tá hann skoraði. Tá Noreg skoraði triðja málið var tað týðuligt, at føroyingarnir rættuliga vóru farnir at troyttast eftir at hava verið undirmann- aðir í meiri enn ein hálv- leik. Teir fóru til baklinjuna í høgru, løgdu til handara stólpan, og so var mál. Royndu at spæla Føroyingarnir vóru vón- brotnir, at tað skuldi ganga, sum tað gjørdi: – Vit roknaðu við, at tað fór at bera til rættuliga at hótta Noreg, men fyritreyt- irnar broyttust púrasta, tá okkara vórðu undirmann- aðir. Kortini megnaðu teir at spæla í staðin fyri at sparka. Tað skulu teir eiga rós fyri, sigur Karl Vidt- feldt. Hann vil ikki nevna nakrar spælarar framum aðrar, men hann heldur, at liðformaðurin, Ingi Høj- sted, sum akkurát nú hevur skift B36 troygggjuna út við tað hvítu og reyðu hjá Arsenal, var serliga dyggur á miðvøllinum. Tá støðan var 1–0, høvdu føroyingar heilt fitt av spæli, og tað eydnaðist nakrar ferðir at koma til málmøguleikar. Marni Djurhuus hevði eina skot- roynd, sum fór dygst oman- fyri, og innskifti húsvíking- urin í B71, Tummas Pauli Olsen, hevði skotroynd úr kroystari og stuttari fjar- støðu, sum málverjin bjarg- aði væl. Ein av føroysku spælarunum var leysur undir málinum, men tað sá B71 maðurin ikki. Jóhan Petur Poulsen, sum skoraði føroyska málið í- móti Onglandi, var eisini onkra ferðina um reppið at fáa mál. Nýggjar avbjóðingar Í gjár var hvílidagur í NM kappingini. Í dag klokkan 15 fer føroyska liðið at spæla ímóti Finnlandi. Vónirnar undan tí dystinum eru ikki so góðar, sum tær vóru undan dystinum ímóti Noregi. Serliga í álopspart- inum siga teir, at finnar eru stinnir. Men úrslitið hjá Finnlandi ímóti Onglandi var ikki stórt øðrvísi, enn úrslitið hjá Føroyum ímóti Onglandi. Í fyrradagin vann Ongland 3–1 á Finn- landi. Sum kunnugt vunnu onglendingar 4–1 á Før- oyum. Í hinum bólkinum vann Danmark hósdagin 5–1 á Íslandi, meðan Svøríki og Slovakia spældu 1–1. Tað vil siga, at nógv bendir á, at finalan í morgin verður Ongland og Danmark ella Slovakia. Dystirnir um fimta og sjeynda plássið verða klokkan 10 og 13 í morgin í Hedesten. Finalan og dyst- urin um triðja plássið verða á Vejle stadion seinna- partin. Komu orduliga niður á jørðina Hagtøl Føroyar–Noreg 0–3 (0–1) NM kapping fyri U–17 landslið Í Nørre Aaby í Danmark hósdagin 2. august 2001, kl. 15.00 Dómarakvartett: Jonas Eriksson, Svøríki, Ole V. Hansen, Per Abrahamsen og Emil Lauritsen, Danmark 250 áskoðarar 0–1: Bjørnar Holmvik 40. 0–2: Espen Næss Lund 64. 0–3: Bernt–André Nygård 80. Føroyar: 16. Gunnar Nielsen, HB – 2. Hanus Thorleifsson, Skáli (12. Bergur Midjord, B36, 67.), 4. Eli Thorsteinsson, HB, Rasmus Nolsøe, TB, 14. Jónas Tór Næs, B36 (17. Poul N. Poulsen, VB, 75.) – 8. Bárður H. Joensen, HB (11. Tummas Pauli Olsen, B71, 54.), 7. Marni Djurhuus, EB/Streymur (13. Justinus R. Hansen, NSÍ, 70.), 6. Ingi Højsted, liðformaður, B36 (Páll M. Joensen, HB, 78.), 9. Magnus Skoralíð, LÍF – 10. Rókur av Fløtum Jespersen, 15. Jóhan Petur Poulsen, B68 Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Allan Kjærbo, VB, 3. Símun Samuelsen, VB Gult kort: Magnus Skoralíð 14. og 37. Reytt kort: Magnus Skoralíð 37. (tvey gul) Venjari: Mattias Davidsen Hjálparvenjarar: Bill Jacobsen og Pætur Clementsen Fysioterapeutur: Fanny Kruse Ferðaleiðari: Karl Vidtfeldt Noreg: 1. Iven Austbø, Randaberg – 2. Kjetil Liknes, L/F Hønefoss, 3. Bjørnar Holmvik, Grei (17. Bernt–André Nygård, Flaksted, 76.), 4. Jarle Birkeland, Nøtterøy, 6. Erlend Storesund, Brann, 8. Arve G. Walde, Brann (9, Espen Næss Lund, Ivrig, 58.), 10. Jonas Johansen, Tromsø (15. Heine Bugge, Rival, 54.), 11. Mats Dragseth Weinholdt, Gjelleråsen (7. Kenneth Andreassen, Skjetten, 52.), 13. Magnus V. Myklebust, Gursken, 14. Anders Lindsetmo, Tromsø, 18. Petter Ness, Åsane (16. Henning Hauger, Stabæk, 76.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 5. Vegard Fardal Nes, Sogndal, 12. Bjørge Fedje, Sogndal, Gult kort: Jonas Johansen 51. Venjari: Øyvind Nielsen Liðformaðurin á føroyska liðnum, Ingi Højsted, sum nú er fluttur til Arsenal, stóð seg væl á miðvøllinum C M Y K 12