leygardagur 4. august 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 4. august 2001
15
Í summar hava tvær
ungar íslendskar
gentur arbeitt í
Mykinesi. Tær siga
seg elska at vera í
Mykinesi
ÚTOYGGIN MYKINES
Heri á Rógvi
Myndir: Bárður Eklund
Johansen
Við bátinum vestur í Myki-
nes henda dagin, vit eru
við, eru eisini tvær ungar
gentur. Tað er lætt at halda,
at her er talan um tvey
ferðafólk, men heldur eru
hetta tvær gentur, sum
búgva og arbeiða í Myki-
nesi. Tær koma báðar úr
Íslandi, og eru tær báðar,
Hana og Inga, starvsfólk í
Kristianshúsi, sum er eitt
gistingarhús í Mykinesi.
Uppgávurnar hjá teimum
báðum eru nógvar, og tær
fáast bæði vit at gera mat,
reingerð og taka sær sum
heild av so at siga øllum á
gistingarhúsinum.
Tað er gjøgnum Nord-
Job, at hesar báðar eru
endaðar í Mykinesi, hóast
hetta ikki var meiningin
upprunarliga, men tær eru
als ikki keddar av, at tær
endaðu í Mykinesi. Tað eru
eisini tær báðar, sum hava
givið okkum bæði nógv og
gott at eta, hesar dagarnar
vit hava verið í Mykinesi.
Tær eru eisini vorðnar ein
partur av bygdamyndini í
Mykinesi, sum er rættiliga
sermerkt.
Ætla at verða verandi
Nú summarið av álvara er
farið at halla, so merkir tað
eisini, at virksemið úti í
Mykinesi verður munandi
skerst. Hetta fær eisini
fylgjur fyri tær íslendsku
genturnar. Tað var í sínari
tíð eitt íslendskt flogfar,
sum datt niður í Mykinesi,
men hesar dagar, mugu tær
báðar verða at rokna sum
kendastu íslendingarnir í
Mykinesi.
Tað er eisini vøkur orð,
sum hesar báðar genturnar
hava at geva Mykinesi og
mykinesmonnum.
- Vit elska at vera her.
Fólkið er sera fitt, og vit fáa
eisini møguleikan at hitta
nógvum spennandi fólki,
siga tær báðar.
- Vit ætla at vera verandi
í Føroyum, og vit hava søkt
um at sleppa umborð á
Næraberg, siga ein teirra.
Tær eru úr Rekjavík og
Akureyri, men hava havt
tað ótrúliga gott, so tær
vera bara verandi, siga tær.
Enn er lív í Mykinesi.
Frá náttúrunar hond
er hetta ein av fagr-
astu í Føroyum. Tað
er ikki ríkisrættarligi
spurningurin, sum
fer mestu umrøðuna í
Mykinesi. Sum ferða-
fólk, verður tú nógv
rikari av vitjan í
Mykinesi. Samfelags-
liga er Mykines
einastaðni millum
dreym og harðan
veruleika.
FERÐAFRÁSØGN
Heri á Rógvi
Myndir: Bárður Eklund
Johansen
Klokkan var 15.30, tá ein
av tveimum farleiðum, ið
røkja sambandi við vestastu
oynna í Føroyum, Mykines,
fór frá landi. Eini 20 ferða-
fólk vóru við henda túrin.
Báturin tekur í alt 40
ferðafólk, so fólktalið í
Mykinesi verður fleirfalda,
hvørja ferð Súlan leggur at
við fullum førningi.
Eftir hvat vit skilja á
lagnum, so er oftani trupult
at fáa pláss umborð á
Súluni, tí so stórur áhugi er
fyri at vitja í Mykinesi.
Tað er heldur ikki lítið av
farmi umborð. Farmurin
umborð er fyri tað nógva til
tey fastbúgvandi, og eitt
gistingarhús í bygdini fær
eisini sítt. Eg siti við tí
kenslu, at mykinesmenn
duga við ferðafólki, tí tey
streyma til úr øllum ættum.
Dagarnar undan fráferðin
hevði báturin havt trupul-
leikar við at leggja at landi
úti í Mykinesi. Tað var tí
ein ávís óvissa, sum lá í
luftini, og satt at siga, so
hevði eg í øllum førum
lítlan og ongan hug at sigla
heimaftur, tí tað merkist at
sigla við Súluni.
Vit leggja at í øllum
góðum, og tað er sum eitt
stig nærri himmalinum at
seta fót á land í Mykinesi.
Beinanvegin er tú greiður
yvir, at náttúran er størsti
íbúgvin á hesari oynni
Ferðavinna
Vit eru farnir til Mykines
sum blaðfólk, men so
sanniliga
eisini
sum
ferðafólk - sum ferðafólk í
egnum landi. Tað fyrsta,
sum bíðar eftir okkum, er
ein long trappa - vit síggja
ikki
munandi
lættari
gonguteigin beint við.
Vit vita heldur ikki,
hvønn veg vit skulu venda
okkum, tí tað er alt so
ótrúliga vakurt. Skrivstovan
í høvuðsstaðnum liggur
henda dagin í allar mátar
sera langt burturi.
Vit hava eisini fingið
okkum innivist á einum
gistingarhúsi í bygdini, og
lat tað vera sagt beinan-
vegin, at í Mykinesi duga
tey við ferðafólki sum okk-
um. Hetta hús var í roynd
og veru nógv meira, enn vit
høvdu ímynda okkum. Her
var nógv at fáa, og alt var
gjørt lætt og ómaksleyst -
við einum smíli.
Vit vóru her fyri at
arbeiða, men hetta var ein
av teimum túrunum, har
arbeiðið verður til upp-
living.
Eftir at nakrar avtalur
vóru fingnar í lag, gekk
leiðin út í Mykineshólm,
har ein samrøða stóð á
skránni, men tað var kanska
eisini líka nógv fyri sjálv-
um túrin, at vit sluppu út í
hólmin við dýru myndaút-
gerðini og upptakaranum
sum viðføri. Túrurin í
túrinum gjørdist ein frálík
uppliving, og tað er eisini
orð sum hetta seinasta
lýsingarorðini,
sum
eg
haldi hóska seg best um
allan túrin úti í Mykinesi.
Hetta upplivir tú ikki ofta
- kanska alt ov sjálvdan - so
tað er ein forkunnugur biti,
sum minnir teg á, at tað er
nakað serstakt við Føroy-
um. At ljóða og vera sum
ein ferðamaður er ikki tað
bíttasta, tá tú sleppur at
uppliva so nógv.
Útoyggj
Greitt er, at náttúran vesturi
í Mykinesi er ein dýrgripur
í sær sjálvum, men tað
krevur nakað av øllum
pørtum at hava og reka eina
ein skillvísa ferðavinnu
burturúr teimum ferðandi,
ið vitja náttúruna í Myki-
nesi.
Mykines er ein útoyggj,
eitt smásamfelag. Hetta er
harður veruleiki. Dreym-
urin hjá nøkrum er, at
Mykines, eins og aðrar
útoyggjar, aftur fer at vera
karmur um nógv fólk, ið
búleikast alt árið runt.
Onnur hava ein dreym, sum
er at eiga eini hús ella jørð í
einari tílíkari oyggj sum
Mykines. Hesir dreymar
hóska kanska ikki altíð líka
væl saman.
Vónirnar hjá teimum,
sum ynskja at búgva alt
árið runt, er at fleiri fólk
koma at búgva fast, men
tey ásanna samstundis, at
hetta ikki sær serliga sann-
líkt út.
Veruleikin er nú einaferð
tann, at ein oyggj sum
Mykines er fleiri ár aftan-
fyri restina av nútíðarsam-
felag. Tey hava sjálvandi
nakrar
hentleikar,
men
hetta er ikki nógv. Mykines
er samstundis eisini nakað
serstakt, t.e. her fáa upp-
livingar, sum ikki eru aðra-
staðni. Hetta serstaka er tó
nakað, sum ikki nógv haldi
seg til.
Hvørki loysing ella samband
– Vit elska at vera í Mykinesi
15
14
Nr. 148 - 4. august 2001
Eitt hitt kendasta í
Mykinesi er Vitin í
Mykineshólmi. Vitin
vegleiður framvegis
skip og bátur, og nógv
verður gjørt fyri at
halda honum í
góðum standi. Henda
dagin, tá Sosialurin
vitjaði, var
umvælingararbeiði í
gongd.
ÚTOYGGIN MYKINES
Heri á Rógvi
Myndir: Bárður Eklund
Johansen
Tað eru ikki nógvir filmar
gjørdir um Føroyar og før-
oyingar, men av teimum
snýr ein seg um Mykines.
Tað er eisini vitin í Myki-
neshólmi, sum er “uppkall-
aður” í filminum. “Tre
blink mod Vest” eitur film-
urin, og var tað Ulla Bøje
Rasmussen, sum stóð fyri
at gera filmin saman við
øðrum góðum kreftum.
Enn stendur vitin við
sama lag, og skip og bátar
kunnu framvegis fáa síni
tekin frá einum av kendastu
vitunum í danska kongarík-
inum.
Tað er so sanniliga eisini
ein vøkur sjón tú sær, tá tú
stendur í Mykineshólmi.
Tað vil altíð vera okkurt
serligt við tílíkum vitum, tí
hesir hava nakað yvir sær,
sum kanska minna okkum
á eina farna tíð.
Í skaldsøguni Nóatún
eftir William Heinesen
verður viti bygdur sum eitt
symbol uppá uppreisnina
hjá sosialismuni. Eisini var
ein sjónleikur eftir Rakel
Helmsdal spældur í Før-
oyum fyri nøkrum árum
síðani, har uppgerðin mill-
um tað nýggju og gomlu
tiðina var eitt høvðustema,
og vitin var aftur miðpunkt
i hesum sjónleikinum.
Alt viðlíkahald
Tað er Farvandsvæsenet,
sum hevur ábyrgdina av
vitunum í Føroyum. Tað
eru somuleiðis eisini teir,
sum ráða yvir Loranstøðini
á Eiði.
Við bátinum henda dagin
Sosialurin vitjaði vóru tveir
menn frá Farvandsvæsenet.
Asbjørn Østerø og John
Magnussen. Fólk frá Far-
vandsvæsenet eru úti í
Mykineshólmi nakrar ferð-
ir um árið. Um summarið
verður gjørt meira við at
fara vestur í hólmin, og
eisini vera teir har fleiri
dagar, tá summarið vitjar.
Umstøðurnar at vera í
Mykineshólmi eru frálíka
góðar. Gott og stórt hús er
við øllum hentleikum. Tað
einasta, sum kanska er eitt
sindur keðiligt, er vatni.
Tað er nemliga soleiðis, at
talan er um regnvatn. Lat
okkum siga tað soleiðis:
tað ger einki, um eitt sindur
av saft er við í taskuni, tá
farið verður út í hólmin. Í
teirri tíðini, tá vitin varð
passaður av fólki, vóru trý
hús í hólminum. Í dag
stendur eitt eftir, men
leivdirnar frá hinum hús-
unum síggjast, og eru hesar
samstundis eitt minni um
eina tíð, tá eini 25 fólk
búleikast við tí, sum var, í
Mykineshólmi.
Vitin er frá 1908, og hann
varð gjørdur sjálvvirkin í
1968. Vitin verður so skjótt
hundrað ár.
-Vitin fer rættiliga illa
um veturin, siga teir báðir,
Asbjørn og John.
-Okkara uppgáva er alt
viðlíkahald og eftirlit.Tað,
at vitin er sjálvvirkin,
merkir ikki, at einki við-
líkahald er, siga teir báðir.
Vitin var fyri fáum
vikum síðani tendraður
aftur eftir at hava verið
sløktur
í
góðar
tveir
mánaðir.
-Tað verður gingið høgt
uppí at halda alt viðlíka og
syrgja fyri, at tað sær so
pent og nossligt út sum
gjørligt, sigur John Magn-
ussen.
Henda dagin, Sosialurin
var og vitjaði, skuldu teir
gera klárt at taka nakrar
tangar av hólminum, sum
tyrlan seinni skuldi koma
eftir. Eisini hava teir ætlanir
um at fáa leivdirnar av
húsunum burtur.
Yvirtøka
Nú tá ríkisrættarliga støða
Føroya í løtuni bíðar eftir,
at lagnan verður avgjørd, so
bíða vitanir í Føroyum
eisini eftir, hvør skal yvir-
taka teir. Farvandsvæsenet
stendur eisini til at verða
yvirtikið, men inntil víðari
liggur málið og bíðar eftir
einari politiskari avgerð.
Ein av trupulleikunum við
at yvirtaka vitanar og alt
tað, sum Farvandsvæsenet
hevur undir hond í Før-
oyum, er, at tað er torført at
vita, hvat stýrið hetta skal
koma undir. Sum nú er, so
Farvandsvæsenet
undir
Forsvarsministeriet, men
hetta eiga vit ikki í
Føroyum. Í Føroyum ar-
beiða sjey fólk fyri Far-
vandsvæsenet, og liggur
kostnaðurin
einastaðni
omanfyri tríggjar milliónir
um árið. Eisini eru lokalir
vitapassarar ymsastaðni í
Føroyum, sum eisini síggja
til, at teir 27 vitanir í Før-
oyum virka sum teir skulu.
Asbjørn og John vita ikki
at siga okkum, hvussu
verður við yvirtøkuni, tí tað
eru teir ikki vorðnir nógv
kunnaðir um. Teir hava tó
einans rósandi orð at bera
Farvandsvæsenet fyri teirra
arbeiði. Tað er ilt at siga,
um tað verður nakar bati, tá
vitanir eru yvirtiknir, tí
rættiliga nógv orka verður
løgd í sum nú er, siga teir
báðir.
- Alt neyðugt arbeiði
verður gjørt, og vit vita
altíð, at peningur er settur
av til tær uppgávur, ið
skulu gerast, sigur John
Magnussen.
Eftir stendur í øllum
førum vitin og leiðir skip
og bátar úr vandaleið.
Báknini trý verða
framvegis send …
Fakta
Mykines
Stødd: 10 km2
Fólkatal: 22
Fastbúgvandi: 10
Tal av børnum: 2
Tal av børnum í skúlaaldri: 0
Jørð: 40 merkur
Borgarstjóri: Katrina Johannesen
Sereyðkenni: Súlan
Annað: Mykines er fyrst og fremst kend fyri
sína vøkru náttúru.
C
M
Y
K
14