Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 148 - 4. august 2001 Nr. 148 - 4. august 2001 17 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3211 Navn: Sp/f P.E.Consulting Hjánavn: Sp/f OSR Faroes (Sp/f P.E. Consulting), Sp/f OSR Føroyar (Sp/f P.E. Consulting), Sp/f OSR (Sp/f P.E. Consulting), Sp/f Oil Spill Recovery (Sp/f P.E. Consulting), Sp/f Oil Spill Recovery Faroes (Sp/f P.E. Consulting) og Sp/f Oil Spill Recovery Føroyar (Sp/f P.E. Consulting) Adressa: 826 Trongisvágur Kommuna: Froðbiar Kommuna Stovningardato: 05.07.2001 Viðtøkudato: 05.07.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Pauli Steen Einarsson, 826 Trongisvágur. Stjórn: Pauli Steen Einarsson, 826 Trongisvágur. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Grannskoðari: : P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 05.07.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og ídnað herundir íløgur í onnur feløg. Skráseting Føroya tann 2. august 2001 Kristin Balle _____________________ KVØLDSKRÁ Á HANDILSSKÚLANUM INNSKRIVINGARSEÐIL, heysthálvan 2001 Ættarnavn: (setið kross) Fornavn: Gøta: Kostnaður: Merkonom, luttøkugjald: kr. 400,00 fyri lærugreinar har próvtøkan er í des./jan. (lærugreinin er 45 tímar) Merkonom, luttøkugjald: kr. 600,00 fyri lærugreinar har próvtøkan er í mai 2002 (lærugreinin er 90 tímar) Depositum: kr. 250,00 fyri hvønn persón. Serligar fortreytir: Í nøkrum merkonomlærugreinum eru umframt vanligu fortreytirnar eisini serligar fortreytir kravdar. • Í Virkisbúskapi krevst kunnleiki til roknskap svarandi til 30 tíma undirvísing. • Í Búskaparstýring krevst, at tú hevur verið teknaður til undirvísing og verið til próvtøku í Virkisbúskapi og Ársroknskapi og Greining og fígging. • Í Starvsfólkamenning krevst, at tú hevur verið teknaður til undirvísing og verið til próvtøku í Arbeiðsrætti, Leiðsla og samstarv og Starvsfólka- fyrisiting. • Í Fyrisitingarlig skipan krevst, at tú hevur verið teknaður til undirvísing og verið til próvtøku í KT í fyrisitingini og Starvsfólkafyrisiting. FHS-stakroyndir Enskt C hósd. 18.00-20.30 Virkisbúskapur C mikud. 18.00-20.30 Kunningartøkni C mánad. og mikud. 20.30-22.00 Marknaðarførsla C mánad. 18.00-20.30 Postnr./bygd býur: Føðingardagur: Starv/arbeiðspláss: Tel arbeiðspláss: Tel heima: Teldupost adr.: Merkonom *Leiðsla og samstarv mikud. 18.00-20.30 *Virkisfyriskipan mánad. 18.00-20.30 *Virkisbúskapur týsd. 18.00-20.30 *Millumlanda vinnul.rættur mikud. 18.00-20.30 *KT í fyrisitingini hósd. 18.00-20.30 **Búskaparstýring týsd. 18.00-20.30 **Starvsfólkamenning mánad. 18.00-20.30 **Fyrisitingarlig skipan týsd. 18.00-20.30 * 45 tíma lærugrein. Próvtøka í des. 2001/jan. 2002 ** 90 tíma lærugrein. Próvtøka í mai 2002 Ivast tú, ring og spyr eftir vegleiðara Freistin at tekna seg til kvøldskúlan er 10. august 2001. Skúlagongdin byrjar 27. august 2001. Øll undirvísing er reytað av nóg stórari undirtøku. Skúlin er stongdur frá 8. juli til 8. august 2001. Hygg annars á heimasíðu skúlans www.hsh.fo undir serstøk upp- tøkukrøv, frítøka, breytir. undirskrift/dagur FØROYA HANDILSSKÚLI Postrúm 177 - 110 Tórshavn - Tel 317177 - Fax 313374 hsh@hsh.fo Próvtøkur í mars/apríl HH-stakroyndir Støddfrøði B-stigi týsd. og hósd. 20.15-21.45 (Kravt til TSÚ og HD) Virkisbúskapur B-stigi mánad. 18.00-20.30 Próvtøkur í mai/juni Lesið -tað loysir seg Noel Gallager tekur tað mesta. Bono, Edge, Mullen og Clayton úr U2 býta javnt við teirra managara. Queen fóru upp at klandrast um, hvussu býtast skuldi, tá pengar byrjaðu at koma inn. Les her, hvussu ymiskt ymiskir rockbólkar býta inntøkurnar koma TÓNLEIKUR Niclas Johannesen Neyvan mann tað vera við tankanum um cool cash, at tannáringar standa við naglakulda í kjallaranum við einum rockdreymi í búkinum. Men hvat so, tá tað brádliga hendir? Dreymur gerst veruleiki og søgan um fátækar ungling- ar, sum í snarari vend gerast múgvandi rock- stjørnur, eru fleiri. Ymiskt er, hvussu ym- isku bólkarnir finna út av at býta, tá tað byrja at fossa inn, og í summum førum er góði viljin ikki nóg mikið. ‘Eg geri arbeiðið!’ Vanliga er alt gaman í innanborðs í bólkinum - tað vil siga inntil ta løtuna, tá eitt hit-lag er í kassanum og royalti kekkurin kemur. Sum kunnugt er tað tann, teir ella tey, ið skrivað hava løgini, sum fara við peng- unum. Tað heldur Noel Gallag- her úr enska bólkinum Oasis vera púrasta upp á pláss. Av plátuni Be Here Now, sum kom út í 1997, fór Noel Gallagher avstað við 47 prosentum av inn- tøkunum, meðan hinir fýra limir sluppu at býta restina sínamillum - 13.06 prosent ípart. Órímuligt? Nix, sigur Noel: “Tað eri eg, sum siti uppi til klokkan sjey á morgni og royni at skriva løg til útgávuna, og eg góð- taki ikki, at ein basslinja ella ein trummupartur hevur nakrantíð gjørt ein sang betri.” Men Noel er kortini ikki so ringur, sum hann ljóðar. Søgur vilja vera við, at hvørja fer ein feitur publishingtjekkur kemur til hansara, so kemur ein góður sosialistur í hann, og hann gevur hinum burturav. Klandur í Queen Publishingpengar vera rindaðir fyri hvørja fram- leitta eind og fyri hvørt lag, sum er á hesi eind. Soleiðis gjørdist vátt í reiðrinum hjá liminum í Queen, tá teirra “Bohemian Rhapsody” seldi í milliónvís av eintøk- um. Freddie Mercury hevði skrivað Bohemian Rhapso- dy, og á b-síðuni var ikki serliga kenda lagið “I’m In Love With My Car”, sum trummuspælarin Roger Taylor hevði skrivað. Van- lig mannagongd innan publishing er, at tú verður rindaður fyri hvørt lag og hvørt framleitt eintak. Sostatt tjenti Roger Taylor líka nógv upp á eitt ‘b’ lag, sum Freddie Mercury gjørdi upp á størsta hit- lagið, hann nakrantíð skriv- aði. Guitaleikarin Brian May viðgekk eisini, at lim- irnir í bólkinum høvdu keglast um pengar líka síðani teir funnu útav at Roger Taylor tjenti hund- raðtúsundtals krónur meira enn teir, bara upp á eitt slíkt b-lag. Tá Freddie Mercury gjørdist sjúkur, var tað sum um at allir limirnir í bólk- inum løgdu gamalt handils- agg aftur um. Tá útgávan Miracle kom út í 1989, býttu teir fýra limirnir javnt millum sín. Onki hokus pokus, bara 25 prosent í part. “Tú trýrt ikki, hvussu deiligt tað er, tá limirnir í bólkinum eru javnt settir á øllum økjum. Tú ert ikki longur partískur, tá tað snýr seg um at velja, hvat lag skal vera single-lag”, hevur Brian May síðani sagt. Samstundis iðrar fyrr- verandi høvuðssangskriv- arin í Pink Floyd Roger Waters seg grønan um, at hann á klassisku útgávuni Dark Side Of The Moon gav trummuspælaranum Nick Mason øll publish- ingrættindini til lagið “Speak To Me”. “Vit gingu inn fyri samhaldi tá á døgum. Eg iðri meg ólukk- sáligt í dag”, hevur Pink Floyd grundleggjarin sagt. Og so var tað rock- martyrurin Kurt Cobain, sum mundi gjørt enda á Nirvana, áðrenn bólkurin fór at innspæla útgávuna In Utero. Hóast sangskrivarin í Nirvana var mestsum horvin í narkotiskari elend- igheit, so megnaði hann at tvinga broyting ígjøgnum soleiðis, at minni var til hinar báðar limirnar í bólkinum Krist Novoselic og Dave Grohl. Fara solo Tað finnast eisini fleiri dømi um oddamenn, sum fara solovegin, tá teir finna útav, hvussu nógv meira teir kunnu tjena tann vegin. Sting er eitt dømi. Á plátuni Regatta De Blanc fekk høvuðssangskrivarin í Police 35 prosent av royal- ties, meðan restin var nøku- lunda javnt býtt millum teir báðar Andy Summers og Stewart Copeland. Hóast hinir báðir skrivaðu løg, so var Sting maðurin aftan fyri so at siga øll hit-løgini hjá Police. Haraftrat býtti Sting eisini publishing-inntøkur- nar javnt við hinar limirnar í bólkinum. Sama gera báðir høvuðs- sangskrivarnir í Aerosmith. Steve Tyler og Joe Perry býta allar publishingpeng- arnar javnt við hinar lim- irnar í bólkinum. Ella kann man fara beint øvugta vegin og eisini gera sum Mick Hucknall úr Simply Red. Aftan á stóru hit-plátuna Stars valdi hann at gerast einasti limurin í bólkinum. Allir hinir fáa fasta løn. Soleiðis fekk Hucknall 100 prosent av inntøkunum frá plátuni Life, sum kom út í 1995. Ongin ivi valdar um, at tað kann vera ringt at finna røttu javnvágina, tá býtast skal, og í døgum, har stórur partur av nýggja dance- tónleikinum er grundaður á samplingar frá gomlum sangum, er tað vorðið uppaftur verri at gjøgnum- skoða. Í fleiri førum fara upp til 66 prosent av publishing-inntøkunum til tey, sum hava skrivað løgini, sum samplað verður frá. Og so eru tað bólkar, sum bara finna útav tí saman - heilt frá byrjan av. Tað hevur aldrin verið nakað roks við írska rockbólk- inum U2. Heilt frá byrjan av valdu teir fýra limirnir at býta javnt millum sín og teirra managara. Allir fimm - managarin Paul McGuin- nes íroknaður - fáa 20 pro- sent í part av øllum inn- tøkum, sum U2 hava. Og hetta sær út til at virka frálíkt. Ongin teirra líður fíggjar- liga neyð. Teir eru verdir meira enn eina milliard krónur í part. Soleiðis býta rock- stjørnur pengarnar Kendir rock- og poppbólkar eru pengamaskinur. Men ymiskt er hvussu limirnir í bólkinum býta vinningin millum sín C M Y K 17 16