hósdagur 14. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 154 - 14. august 2008
- Vit fegnast um, at
hetta millumtjóða
samstarv eisini gong-
ur um vinnuna, tí tað
hevur stóran týdning,
at vinnan er partur av
okkara skrásetingar-
og skjalaarbeiði,
sigur Leon Smith
á Fiskirannsóknar-
stovuni
Kanning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskirannsóknarstovan hev
ur
leigað
flakatrolaran
Skálaberg til eina felags
kanning,
sum
Føroyar,
Ísland, Noreg, Rusland og
ES eru saman um. Hetta er
ein kanning, har eitt sonevnt
vísindaligt ekkolodd verður
stilla inn, so tað vísir rætt,
sum tað verður rópt.
Reiðaríið hjá Skálabergi
hevur útvegað sær nýggja
ekkolodsútgerð,
har
alt
data, sum ekkoloddið kem
ur fram á, verður skjalfest
og skrásett á teldu. Sum
skilst, er henda útgerð á
leið hin sama, sum eitt nú
svartkjaftaog sildaskipini
brúka.
Hetta er fyrstu ferð, at
Fiskirannsóknarstovan hev
ur leigað føroyskt fiskiskip
til eina millumtjóða kanning
av hesum slagi.
Noreg og Rusland luttaka
eisini í kanningini við skip
um, ið hava somu útgerð
sum
Skálaberg.
Norska
skipið er flakatrolaran Atlan
tic Star, sum fleiri føroying
ar eru við. Norðmenn, sum
skulu gera sínar kanningar
longst norðuri, eru longu
farnir, russar gera sínar
royndir í miðjuni og loysa
skjótt, meðan Skálaberg,
sum verður sunnastur, loys
ir ætlandi eisini í dag.
Øll trý skipini hava eina
farleið, sum tey skulu fylg
ja, meðan royndirnar verða
gjørdar.
Íslendskur styrkur
Í
tíðarskeiðinum,
sum
royndirnar við Skálabergi
fevna um, fer skipið at roy
na eftir kongafiski.
Royndirnar við nýggju
útgerðini vara ætlandi í ein
ar 14 dagar, og tá hesar eru
lidnar, fara fólkini, sum við
eru fyri Fiskirannsóknar
stovuna og íslendska Hav
granskingarstovnin,
til
lands aftur við øðrum skipi,
samstundis sum Skálaberg
fer nýggjan túr.
Við Skálabergi verður
eitt nú Fróði Skúvadal, fiski
frøðingur, sum er við fyri
Fiskirannsóknarstovuna og
ein íslendingur, ið starvast
hjá íslendska Havgransking
arstovninum, sum er ser
frøðingur í aukustikki.
Mourits M. Joensen, sum
eisini starvast á Fiskirann
sóknarstovuni, verður eisini
við á kanningarferðini, og
hann fer at taka stakroyndir
úr fiski, sum veiddur verður
undir kanningunum.
ES hevur eisini møguleik
an at verða aktivt við, men
luttekur ikki við skipi ella
manning.
Alt skrásetast
Leon Smith á Fiskirann
sóknarstovuni
sigur,
at
nýggja ekkolodsútgerðin er
eitt viðurkent mátitól, sum
við røttum stillingum skrá
setir data, sum eisini kann
brúkast í stovnsmetingum
og vísindaligum kanningum
annars.
Vit fegnast um, at hetta
millumtjóða samstarv eisini
gongur um vinnuna, tí tað
hevur stóran týdning, at
vinnan er partur av okkara
skrásetingar
og
skjala
arbeiði.
Hann vísir á, at nýggja
útgerðin
skrásetir
bæði
nøgd av fiski og knatta
støðu.
Sjálvandi sær ekkolodd
ið ikki sjálvt, hvat slag av
fiski talan er um, men tá
verður trolið skotið, og tóv
ið vísir, hvør fiskurin er,
sum sæst á loddinum, sigur
Leon Smith.
Skrásetir tonsatal
Fróði Skúvadal, fiskifrøð
ingur, sigur, at tá ið tóvað
verður, har ekkoloddið hev
ur staðfest skrivt, fæst ein
Skálaberg við í mil
Vesturtúgva og Grønanes fullir
undir lúkurnar
Vesturtúgva og Grønanes komu inn í gjár, teir eru fullir undir lúkurnar. Teir hava
270.000 pund. Í morgun landaði Vesturtúgva í Havn, og Grønanes landar í
Vestmanna. Teir hava hendan túrin roynt á Bill Baily, meginparturin er upsi.
Vesturtúgva og Grønanes fara nýggjan túr í kvøld.
Vesturvón skifti manning í Kirkenæs
Vesturvón, sum roynir í Barentshavinum, hevur havt rokfiskiskap, seinastu tríggjar
vikurnar hava teir fingið góð 300 tons. Í gjár fór nýggj manning við Atlantsflog til
Kirkenæs, heimaftur kom manningin, sum seinastu tríggjar vikurnar hevur rokast
umborð á Vesturvón í Barentshavinum. Vesturvón skuldi fara aftur til fiskiskap í
gjárkvøldið. Enniberg, sum eisini er eystanfyri, hevur eisini havt góðan fiskiskap. Í
farnu viku kom Sundaberg heim, teir høvdu 300 tons, sum teir fiskaðu í fimm vikur.
Kvotan hjá Sundaberg eystanfyri er liðug, teir fara nú til Grønlands at fiska
svartkalva.
Tað verður eingin
fiskivinnuráðstevna í
sambandi við sjóman-
nadagin í Klaksvík á
hesum sinni, tí stig-
takararnir hini árini
siggja lítla meining
í hesum tiltaki í løtuni
Sjómannadagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein afturvendandi partur av
sjómannadegnum hevur ver
ið ein stór fiskivinnuráð
stevna, sum hevur verið
hildin í Klaksvík. Men í ár
er lítil hugur at gera so nógv
burtur úr hesum partinum,
sum annars hevur verið sera
væl umtóktur hini árini.
Fiskivinnuráðstevnan
í
Klaksvík hevur verið væl
vitjað, og fyrireikararnir
hava øll árini syrgt fyri, at
týðandi kreftir innan føroys
ku fiskivinnuna eru slopnir
til
orðanna.
Útlendskar
kreftir hava eisini verið við,
eins og politisk umboð og
umboð fyri fiskifrøðingar
og fólk við skili fyri tølum.
Nú løgtingið er í holt við
at áseta fiskidagar fyri kom
andi fiskiár, og landsstýris
maðurin hevur skotið upp
at skerja dagarnar hjá par
trolarum við 20% og hjá
húkaflotanum
við
50%,
duga norðoyingar ikki at
síggja nakra serliga meining
í hesi stevnu.
Í gjár var málið um fiski
dagar so til aðru viðgerð á
løgtingi, og tá var uppskotið,
sum ein minniluti í vinnu
nevndini hevur mælt til,
samtykt.
Tað var minnilutauppskot
ið hjá Heina O. Heinesen
og Pálli á Reynatúgvu í
vinnunevndini
um
eina
20%skerjing í øllum veiði
bólkum, sum vann frama.
Í morgin verður triðja og
seinasta viðgerð av málinum
um fiskidagar, og tá fæst
endaliga at vita, hvussu
útfallið verður.
Lítil meining
John William Joensen, sum
er ein av fyrireikarunum
aftanfyri
sjómannadagin,
sigur, at fiskivinnan í Klaks
vík ikki hevur serliga stóran
áhuga í at skipa fyri fiski
vinnuráðstevnuni í ár, nú
vinnan metir, at politiski
ágangurin er so stórur við
stóru skerjingini av fiski
døgum.
Óli M. Lassen, reiðari,
sum hevur verið ein av stig
takarunum til fiskivinnu
ráðstevnuna, viðgongur, at
stevnan verður av ongum í
ár – júst av hesi orsøk, at
gingið verður lívgrundar
lagnum hjá vinnuni so nær
við skerjingunum.
Ein týðandi partur av
lívsgrundarlagnum hjá norð
oyingum er fiskiog útróðr
arvinna, og nú løgtingið eft
ir øllum at døma fer at sker
ja fiskidagarnar so rívan, at
henda vinna kemur á gravar
bakkan, halda vit lítla mein
ing vera í at brúka orku upp
á eina fiskivinnuráðstevnu,
sigur Óli M. Lassen.
Eingin fiski-
vinnustevna á
sjómannadegi