hósdagur 14. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 154 - 14. august 2008
So hvørt sum næm
ingatalið veksur,
versna umstøðurnar
hjá Tekniska Skúla í
Tórshavn. Neyðugt
hevur verið at seta
triðju skúrin upp fyri
at nøkta hølistørvin á
skúlanum
SKÚLAUMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
At
skúlamiðdepilin
í
Marknagili er hart tiltrongd
ur, vita øll, sum hava bara
minsta tilknýti til Tekniska
Skúlan í Tórshavn, Handils
skúlan ella Studentaskúlan í
Hoydølum.
Mest ljós hevur verið
varpað á Studentaskúlan í
Hoydølum, og einki er at
taka seg aftur í, at trupul
leikar av dimensiónum eru
har uppi. Men tað er ikki
bert har, trupulleikar eru.
Tað, sum vit fyrst og
fremst sakna, er eitt veruligt
skúlaumhvørvi. Eitt stað,
har næmingarnir kunnu
verða saman í fríkorterun
um og frítímunum. Sum er
hava vit bara eina næminga
kantinu uppi á loftinum,
har inniluftin er vánalig, og
har næmingarnir ikki trív
ast, sigur Egon Øregaard,
skúlastjóri á Tekniska Skúla
í Tórshavn.
Hann vísir á, at aðrir
skúlar gava gongir og hølir,
at næmingar kunnu vera, og
tað er ógvuliga ynskiligt at
fáa á Tekniska Skúla í
Tórshavn.
Skúlastjórin fegnast um,
at verulig gongd er sett á
verkætlanina
við
einum
skúlamiðdepli í Marknagili.
Arbeiðið tór í gongd, tá
Jógvan á Lakjuni setti ein
arbeiðsbólk at gera eina
byggiskrá til nýggjan Tekn
iskan Skúla og Handils
skúla. Tá var ikki politisk
semja um at taka Studenta
skúlan við. Tað vildi nýggja
samgongan og tað fegnist eg
um, sigur Egon Øregaard.
Arbeiða við málinum
Tá nýggja samgongan tók
við í februar í ár, setti nýggi
mentamálaráðharrin, Krist
ina Háfoss, ein nýggjan
arbeiðsbólk at gera eina
nýggja byggiætlan fyri allar
tríggjar skúlarnar, og tann
bólkurin situr við málinum.
Ætlanin var, at vit
skuldu verða lidnir við
arbeiðið undan summar
frítíðini, men tað náddu vit
ikki. Arbeiðið verður tí
tikið upp aftur nú eftir
summarsteðgin, og fyrsti
fundurin verður nú í august,
sigur Egon Øregaard.
Men tað sigur seg sjálvt,
at talan verður ikki um
nakra skjóta loysn.
Vit mugu bíða í minsta
lagi fýra ella fimm ár,
áðrenn fyrsti skúlin verður
tikin í nýtslu, og sum
politiski viljin er í løtuni, so
verður Studentaskúlin hin
fyrsti, ið verður tikin í
nýtslu. Okkara trupulleikar
eru eisini stórir, og tað vilja
vit fegnir gera vart við,
sigur Egon Øregaard.
Hann leggur dent á, at
hetta ikki verður sagt fyri at
seta
nakran
upp
móti
hvørjum øðrum, men bert
fyri at varpa ljós á trupul
leikarnar,
sum
Tekniski
Skúli í Tórshavn hevur.
Í regni og kava
Umframt
eitt
veruligt
skúlaumhvørvi,
hevur
Tekniski Skúli í Tórshavn
stórar hølistrupulleikar.
Alsamt vaksandi næm
ingatalið ger, at trot er á
undirvísingarhølum.
Tí
hava vit verið noyddir til at
leiga okkum skúrar. Vit
setti ta fyrstu upp fyri
einum ári síðani og ta næstu
í heyst. Nú hava vit so sett
triðju skúrin upp, fyri at
nøkta
hølistørvin,
sigur
Egon Øregaard.
Men trupulleikin endar
ikki her.
Nakað annað, sum er
ógvuliga uttanhanda er, at
vit húsast í 10 ymiskum høl
um. Tað merkir, at lærarar
og næmingar mugu ganga
ímillum, bæði í regni og
kava. Og tað er ikki heilt
nøktandi í hesum fram
komnu tíðum, sigur Egon
Øregaard.
Hann hevur ikki nakað
beinleiðis boð um, hvat
best er at gera.
Eg haldi, at vit kunnu
ikki gera nógv øðrvísi, enn
vit gera. Vit vita, at trýstið
gerst størri og størri við
alsamt økta næmingatali
num, og hølini gerast eldri.
So vit mugu bara royna at
klára okkum sum frægast,
og so gleða okkum til nýggi
skúlamiðdepilin í Markna
gili stendur liðugur, sigur
Egon Øregaard, skúlastjóri
á
Tekniska
Skúla
í
Tórshavn.
Næmingar undirvístir í skúrum
Uppsagnir hjá SAS
Skandinaviska flogfelagið SAS kunngjørdi í morgun, at
tað fer at siga umleið 500 starvsfólkum úr starvi í næst
um. Orsøkin er, ar raksturin ber seg ikki, og teir fyrstu
seks mánaðirnar í ár hevði felagið 1,4 mia. svenskar
krónur í halli. Uppsagnirnar fara tó ikki at beina hallið
burtur, tí SAS sigur, at við at siga 500 starvsfólkum úr
starvi kann felagið spara eina góða mia. svenskar krónur
í rakstrinum. Umframt uppsagnirnar hevur SAS gjørt av
at seta taka sjey flogfør úr flúgving.
Óheppið fyri Danmark
Tað kemur danska búskapinum illa við, at framburðurin í
týska búskapinum eftir øllum at døma er steðgaður. Tey
seinastu tølini vísa, at týska bruttotjóðarframleiðslan var
0,5 prosent minni í øðrum ársfjórðingi enn í fyrsta, og tað
er óheppið fyri danska búskapin, sigur Steen Bocian, bú
skaparfrøðingur hjá Danske Bank, við donsku fjølmiðlar
nar. Hann vísir á, at týski marknaðurin hevur stóran týdn
ing fyri Danmark. Fyrra hálvár keyptu týskarar 17,5
prosent av teimum donsku útflutningsvørunum.
Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur leigað
triðja skúrin til tess at nøkta hølistørvin.
Egon Øregaard, skúlastjóri, heldur, at
hetta er frægasta loysnin
Mynd: Álvur Haraldsen