hósdagur 14. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 154 - 14. august 2008
Stutt Sagt
Rice til
Georgia
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, hevur
gjørt av at senda uttan
ríkisráðharra sín, Condo
leezza Rice, til Georgia í
næstum fyri at vita, um
hon er før fyri at finna
eina loysn á ósemjuni mill
um Russland og Georgia.
Samstundis hevur Bush
gjørt av at senda herskip
og flogfør til leiðirnar við
neyðsynjarhjálp
til
Georgia.
Í einari røðu í gjár segði
Bush, at tað er sera um
ráðandi, at russar halda av
taluna við Georgia um
vápnahvíld, og at teir taka
sínar herdeildir aftur, so
neyðhjálpin kann koma
fram. Stutt frammanundan
røðuni hevði Bush tosað í
telefon við georgiska for
setan, Mikhail Saakasjvili.
Goymdi barn
í skápi
Herfyri bóru amerikanskir
fjølmiðlar tíðindi um eina
sjey ára gamla gentu, sum
varð funnin í einum skápi.
Sagt varð, at gentan brúkti
blæðu, og at hon var sum
eitt pinkubarn, tí hon
hevði als ikki ment seg á
sama hátt, sum børn
vanliga gera. Eitt nú dugdi
hon ikki at tosa ella at
samskifta við onnur fólk.
Nú skriva bløðini, at
gentan
eitur
Danielle
Crockett og býr í , og at í
veruleikanum bleiv hon
funnin í býnum Plant City
í Florida fyri trimum
árum síðani. Bløðini vita
at siga, at tvær ferðir fekk
barnaverndin í býnum
kærur frá fólki, sum vildu
vera við, at gentan bleiv
misrøkt. Kortini hendi
einki, fyrr enn gentan var
sjey ára gomul.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Okkara átak í Georgia kann samanberast við tað, sum
USA gjørdi aftan á 11. september í 2001
russiskur varaforsætisráðharri
útlond
Samstundis eru ameri
kanararnir farnir at
flyta neyðsynjarvørur
við flogfari til Georgia
Georgiska innanríkisráðið
segði í morgun, at russiski
herurin var farin undir at
taka seg aftur úr georgiska
býnum Gori, sum hevur
verið undir russiskum eftir
liti teir seinastu dagarnar.
Í gjár komu fleiri russisk
hernaðarakfør
til
Gori.
Russiska frágreiðingin var,
at hermenninir skuldu verja
fólkið
í
býnum,
men
georgisku myndugleikanrir
søgdu tað vera skálkaskjól,
og at Russland hevði brotið
avtaluna um vápnahvíld.
Í morgun væntaðu eyg
leiðarar, at afturtøkan úr
Gori var byrjanin til russ
iska afturtøku úr Georgia.
Eitt amerikanskt flutn
ingsflogfar kom í morgun
til Georgia við neyðsynjar
vørur, og eitt annað skuldi
koma seinni í dag.
Formaðurin hjá
demokratunum
í amerikanska
statinum Arkansas
varð myrdur í gjár
Stutt fyri middag lokala
tíð í gjár kom ein maður
inn á skrivstovuna hjá
demokratiska flokkinum í
býnum Little Rock í
Arkansas og spurdi eftir
formanninum,
Bill
Gwatney.
Løtu
seinni
skjeyt maðurin trý skot
eftir floksformanninum,
og í gjárkvøldið doyði
Bill Gwatney.
Fyrrverandi
forsetin
Bill Clinton er ættaður úr
Arkansas
og
var
guvernørur har, áðrenn
hann bleiv forseti, og tað
vóru hann og Hillary
Clinton, sum í gjárkvøldið
boðaðu
frá,
at
Bill
Gwatney var deyður.
Drápsmaðurin er eisini
deyður. Hann royndi at
sleppa undan løgregluni,
men í einum skoitbardaga
við løgregluna varð hann
so illa særdur, at hann
doyði á sjúkrahúsinum í
morgun,
skrivar
AP.
Sambært løgregluni var
drápsmaðurin
50
ára
gamal og var vorðin
arbeiðsleysur
fyri
stuttum.
Í Zimbabwe royna
stjórnin og misnøgdir
andstøðupolitikarar
at skipa stjórn uttan
um andstøðuflokkin,
sum vann
tjóðartingsvalið í vár
Fyrst ljóðaði, at suður
afrikanski forsetin, Thabo
Mbeki, hevði fingið semju
millum
zimbabwisku
stjórnina
og
politikarar,
sum hava tikið seg úr
andstøðuflokkinum MDC,
men
seinni
avsannaði
Mbeki tíðindini.
Vit hava umrøtt øll
viðurskifti og eru næstan
komin á mál, men Morgan
Tsvangirai, andstøðuleiðari,
vil ikki góðtaka úrslitið og
hevur biðið um stundir til at
hugsa seg um, segði Mbeki
í gjárkvøldið.
Suðurafrikanski forsetin,
sum er semingsmaður í
Zimbabwe, legði afturat, at
hann er sannførdur um, at
samráðingarnar fara at enda
við semju, men at tað er ilt
at siga, nær tann endaliga
semjan verður veruleiki.
Sambært fleiri keldum
vildi Morgan Tsvangirai
ikki taka undir við semju
uppskotinum, tí sambært tí
fekk andstøðuleiðarin ong
an leiklut í zimbabwisku
leiðsluni. Sum skilst miðjar
uppskotið eftir, at stjórn
arflokkurin og teir politik
ararnir, sum eru farnir úr
MDC, skulu skipa stjórn
uttan um sjálvan andstøðu
flokkin, sum annars vann
tjóðartingsvalið í vár.
Russar á veg úr Georgia
Ætla at halda
Tsvangirai uttanfyri
Robert Mugabe vil ikki lata
andstøðuna sleppa framat
Mynd: Polfoto
Floksformaður skotin í USA
Russisk hernaðarakfør uttan fyri Gori
Mynd: Polfoto
Condo-
leezza Rice
skal til
Georgia
Mynd: Polfoto
Ein smágenta í Florida
bleiv misrøkt í sjey ár
Mynd: AP