hósdagur 14. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 154 - 14. august 2008
Fyrrverandi lands
stýrismaður í Vinnu
málum, Bjarni Djur
holm, fekk kjøtbitan í
rangastrúpan, tá hann
sá seinasta útspælið
frá CHE samgonguni
– hesaferð um lands
jørð
Landbúnaður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
- Fiskivinnan var fyrsta offr-
ið, og nú er so landbúnaðurin
í skotmála, sigur ein ikki
sørt skakaður Bjarni Djur-
holm í viðmerking, hann
hevur sent Sosialinum í
dag.
Fyri minni enn einum ári
síðani liberaliseraði táver-
andi
landsstýrismaður
í
vinnumálum Bjarni Djur-
holm og samgonga hansara
lógina um landsjørð, so
festarar í størri mun vórðu
javnstillaðir
við
onnur
vinnurekandi í Føroyum.
Hetta hevði við sær, at
bøndurnir fingu munandi
størri frælsi á egnum garði
enn áður.
Forða spekulatión
Tað er nýggjasta broytingar-
uppskotið til lógina um
landsjørð
hjá
Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismanni
í Fiskivinnu- og tilfeingis-
málum, sum hevur loypt
øði í Bjarna Djurholm. Og
sambært Kringvarpinum í
gjár, eisini í Bjørn Paturs-
son, bónda og formann í
Bóndafelagnum.
Við
uppskotinum
um
lógarbroytingar, sum lands-
stýrismaðurin bar niðan í
tingið í gjár, vil hann forða
tí, sum hann rópar »spekula-
sjónsvandar í galdandi land-
búnaðarlóggávu«.
Sambært
uppskotinum
hjá
Tórbjørn
Jacobsen
kundu lógarbroytingarnar
hjá Bjarna Djurholm elva
til spekulasjón í sambandi
við festi av landsjørð, við at
festarar kunnu taka yvir
ella keypa ognir á festinum
til undirprís, millum annað
bygningar. Eisini kann tað
elva til spekulatión, at festi-
brøvini kunnu avhendast.
Søguligt framstig
Í viðmerking sínari, sum
hann rópar Reyða gongan
og bøndurnir, sigur Bjarni
Djurholm, at broytingarnar
í
landbúnaðarlóggávuni,
sum vóru samtyktar í fjør,
vóru ein søgulig javnstilling
av bóndunum við øll onnur
vinnurekandi í Føroyum.
- Fyri fyrstu ferð í øldir
kundu festarar rætta ryggin
og reka vinnuligan land-
búnað. Bøndur fingu vinnu-
ligar karmar á jøvnum føti
við alararnar og munandi
størri frælsi á egnum garði
enn áður. Samanumtikið
fingu festarar við nýggju
lógini munandi betri møgu-
leikar at troyta festið, teir
ráða yvir, og avgerðirnar á
garðinum vóru í nógv størri
mun hjá festarunum enn
frammanundan,
sigur
Bjarni Djurholm við Sosial-
in.
Sambært
fyrrverandi
landsstýrismanninum gjørd-
ust vinnuligu umstøðurnar
greiðar við lógarbroytingun-
um í fjør, tá lagt varð upp
til einskiljing av brúksrætt-
indunum.
- Festarar kunnu yvirtaka
ella keypa ognir á festinum,
lendi kann verða leigað til
eitt nú fóðurframleiðslu og
traðir. Men ognarviðurskift-
ini til jørðina eru óbroytt,
sølupeningur av jørð fer
framvegis til landið, og
slíkt sum almennu traðirnar
og óðalsjørðin eru púra
órørd av nýggju lógini,
sigur Bjarni Djuholm, sum
eisini metir, at nýggja
frælsa landbúnaðarlóggáv-
an veitir bestu trygd móti
spekulatión..
Politisk øvundsjúka
- Hetta hóðaði tjóðveldinum
illa og nú flokkurin fekk
ræði á landbúnaðinum, gera
teir bart, sigur Bjarni Djur-
holm, sum fýlist á, at Tjóð-
veldi atkvøddi ímóti tá, og
broytir lógina aftur nú.
- Í ilsinni inn á, at bønd-
urnir nú, fyri fyrstu ferð í
øldir, verða javnstillaðir við
aðrar borgarar, blúgvast
flokkurin ikki við at taka
grundarlagið undan festar-
unum, at kriminalisera teir
og soleiðis skapa órógv og
missálit í vinnuni, sigur
hann og staðfestir, at fiski-
vinnan var fyrsta offrið, og
nú er so landbúnaðurin í
skotmála.
- Hetta er jú ikki annað
enn politisk øvundsjúka, tá
hon er best. Tað er einki
minni ein vanlukka, at polit-
isk ørska skal sleppa at
jagstra eina vinnugrein,
sum hevur annað uppiborið,
sigur Bjarni Djurholm í við-
merkingini, sum verður
prentað í blaðnum í morg-
in.
Reyður landsbúnaðar-
politikkur øsir Bjarna
Sleppa umsíðir at
svimja aftur í Vági
Eftir stóra svimjibragdið sum Pál Joensen úr Vági
framdi í Beograd, er lítil ivi um, at áhugin fyri hesi
ítróttargreinini er øktur munandi millum vágbingar.
Síðani Pál kom heim aftur hevur svimjihøllin í Vági
(myndin) verið afturlatin vegna summarfrí í tvær vikur,
men mánadagin verður hon latin upp aftur fyri
almenninginum.
Dekk uttan luft
Eitt amerikanskt felag er næstan liðugt at menna dekk uttan
luft, sum sostatt ikki kunnu punktera. Í fyrstu atløgu eru hesi
dekkini ætlað hernaðarakførum. Við slíkum dekkum gerast
eykahjól og donkraft óneyðug. Tað eru verkfrøðingar hjá
felagnum Resilient Technologies, sum hava megnað hesa
uppgávuna, skrivar heimasíðan 123.fo. Hjólið er úr
plasttræðrum, sum gera tað bleytt og elastiskt, eins og vanlig
hjól við luft eru. Hugskotið er ikki nýtt, men flestu, sum
hava roynt fyrr, hava havt trupult við at fáa hetta at rigga
millum annað orsaka av nógva hitanum, sum uppstendur, tá
koyrt verður.
Bjarni Djurholm, ið umsat vinnumál í undanfarna landsstýri, er ikki mjúkur við uppskotið hjá avloysara sínum, Tórbjørn
Jacobsen, um landsjørðina