hósdagur 14. august 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 154 - 14. august 2008
Ein av fyrstu
døgunum verður
byrjað at grava út fyri
nýggjum musikkskúla
í Sørvági. Hesin
verður bygdur í og
uppí 123 ára gamla
bygdarskúlan.
Tónleikur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sørvágur: - Vit vilja í øll-
um førum gera okkara til,
at tónleikurin fær bestu
umstøður at virka undir her
í bygdini, sigur borgarstjór-
in, Jákup Suni Lauritsen
við Sosialin.
Hetta er helst ein veruleiki
sum tey tónleikahugaðu í
Sørvági munnu fegnast um
og hava longst eftir.
Í løtuni er støðan hon, at
Musikkskúlin
húsast
í
ymiskum hølum í skúlanum
í bygdini. Men nú skal altso
ein broyting koma í.
Ætlanin er at byggja ein
sera snotuligan musikk-
skúla, sum fer at geva tón-
leikinum
tær
allarbestu
umstøðurnar í framtíðini.
Sambært
verkætlanini
skal tann gamli skúlin brúk-
ast til endamálið, eins og
ein annar bygningurin skal
byggjast fastur í henda.
Gávu
Sum nevnt, er nú klárt at
fara undir at grava út fyri
útbygninginum. Væntandi
fer kostnaðurin av verkæt-
lanini at kosta umleið 2,4
mió krónur.
Sum skilst á fólki, má
hetta helst metast sum eitt
eindømi, at ein kommuna í
slíkari stødd gevur tónleiki-
num í bygdini so góðar
umstøður at húsast undir.
Ein nevnd hevur arbeitt
við hesi skúlaætlanini, í tøtt-
um samstarvi við arkitektin
Jákup á Stongunum.
Sambært
borgarstjóra-
num er ein komin til eitt
sera gott úrslit.
- Ætlanin er, at skúlin
skal kunna takast í nýtslu
komandi ár, sigur Jákup
Suni Lauritsen.
Nevnast kann, at í fjør lat
kommunan eina rættiliga
stóra upphædd til Sørvágs
Tónleikarafelag at keypa
útgerð fyri.
Hetta hendi í sambandi
við, at fimmti ár vóru liðin
síðani felagið varð stovnað.
Gamli skúlin aftur til heiður og tónleik
Musikkskúlin í Sørvági er ein spennandi samanrenning av gomlum og nýggjum byggisniði
Skattainntøkan í Vest
manna kommunu er
økt munandi higartil
í ár.
kommuna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: Fyrra hálvár í
fjør var hon 17,2 mió krón-
ur, meðan hon í ár er komin
uppá 18,6 milliónir. Hækk-
ingin er sostatt omanfyri 8
prosent.
Í fíggjarætlanini fyri 2008
metti kommunan, at skatta-
inntøkuna fór at verða 35,5
mió krónur.
Talan var um eina sera
varisliga meting, tí skatta-
inntøkan í 2007 gjørdist
35,8 milliónir.
- Um vit gera framrokning
fyri 2008 við støði í farna
ári, so kunnu vit vænta, at
skattainntøkan í ár verður
um 38,7 milliónir. Hetta eru
3,2 milliónir meiri enn mett
er í fíggjarætlanini, verður
sagt úr kommununi.
Átta prosent meiri
í skatti
Skattainntøkan er vaksandi í Vestmanna
Leygardagin
30.
august
letur upp ein framsýning
við norska listamálaranum
Håkon Gullvåg í Listasavn-
inum. Hann verður sjálvur
hjástaddur við fernisering-
ina.
Heitið á framsýningini er
Anti-monologar, og fevnir
um 50 oljumálningar, ið
listamálarin hevur lænt til
framsýningina.
Tað verður Allis Helle-
land, sum er stjóri á Nasjo-
nalmuseet for Kunst, Arki-
tektur og Design í Oslo sum
setir framsýningina.
Håkon Gullvåg hevur í
meiri enn 30 ár havt eina
serstøðu
í
listarliga
umhvørvinum í Noregi. Og
henda framsýningin er eisi-
ni dømi um trý av hansara
týdningarmestu myndevn-
um – andlitsmyndum, stól-
um og kirkjulist.
Norski og føroysku list-
frøðingurin, Eva Furseth
hevur skrivað ein bók um
listamannin, saman við rit-
høvundinum Jan Kjærstad.
Við ferniseringina verða
bæði Håkon Gullvåg og
Eva Furseth.
sb.
Norski listamálarin Håkon
Gullvåg hevur arbeitt nógv
við figurativum myndamáli,
har m.a. sterkir litir hava sína
ávirkan
List við antimono-
logum
VOX-konsert leygardagin
Í ár eru 10 ár liðin síðani gospelkórið VOX byrjaði at
syngja. Hetta ætla tey í kórinum ikki at lata fara aftur við
borðinum uttan markering. Tí verður skipað fyri
forvitnisligari konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin.
Ætlanin er at skipa konsertina í trimum pørtum: Einum
við verandi sangarum, einum við sangarum sum hava
sungið við kórinum áður og at enda syngur tað stóra
felagskórið við teimum 50 sangarunum. Onkur av ungu
sangarunum hevur verið kórinum øll 10 árini. Konsertin
byrjar klokkan 16.
Sunbeam sum vaktarskip
Hóast oljuprísurin seinastu tíðina er lækkaður nakað, so hevur stórur partur av
fiskiflotanum ligið í longri tíð, tí tað loysir seg illani at fara til fiskiskap. Sum ein
avleiðing av støðuni, hava vágbingar, saman við útlendingum, stovnað felagið Orka
Offshore, sum hevur til endamáls at bjóða føroysk skip sum vaktarskip í oljuvinnuni,
skrivar Suðurrás. Fyri umleið 3-4 vikum síðani fór Nesborg, sum higartil hevur
partrolað saman við Bliki, til Danmarkar, har skipið síðani er gjørt klárt til
oljuvinnuna, nú tað skal virka sum vaktarskip. Farna vikuskiftið fór skipið Sunbeam
(myndin), sum skuldi fara til fiskiskap í staðin fyri Roc Amadour, eisini somu leið til
Danmark, har skipið skal virka innan oljuvinnuna. Í farnu viku segði John Henrik
Holm, stjóri í Orka Offshore, við Vinnuvitan, at møguleiki verður hjá føroyskum
skipaeigarum at leiga skip við ella uttan manning út gjøgnum Orka Offshore.