hósdagur 14. august 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 154 - 14. august 2008
Sosialurin
Ósemja til ógagns
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Onnur viðgerð av lógini um vinnuligan fiskiskap
avdúkaði eina stóra ómsemju á tingi um fiski-
vinnupolitikkin. Viðgerðin hevur eisini avdúkað
stóra ósemju millum stórar partar av vinnuni
øðrumegin og avvarðandi myndugleikar og fiski-
frøðingar hinumegin. Viðgerðin, ið kundi fylgjast
í sjónvarpinum, var ikki júst fremjandi fyri virð-
ingina fyri løgtinginum. Tinglimir stóðu sera hart
hvør ímóti øðrum og ikki so sjáldan kom tað fyri,
at menn skiftu støðu undir viðgerðini. Nú eru
ymsar meiningar partur av fólkaræðinum, men
alt við máta. Heildarmyndin var munnhøgging
og ruðuleiki, og tað er tí kanska ikki so løgið, at
umboð fyri vinnuna høvdu so sterkar atfinningar til
myndugleikarnar her í blaðnum í gjár.
Viðgerðin gav myndina av einum spjaddum
og ósamdum løgtingi, einum løgtingi, hvørs
vilji samstundis ikki sampakkaði við politikk
landsstýrisins. Endaliga úrslitið av aðru viðgerð
lá eisini langt frá útspæli landsstýrisins. Hóast
ruðuleikan ber til at hóma eina heildarmynd av
ósemjunum á tingi í gjár. Ein ósemjan snýr seg um
sakkunnleikan mótvegis tí kunnleika, ella tí støðu,
sum partar av vinnuni hava til reguleringar. Her
standa partarnir langt frá hvørjum øðrum, nevniliga
frá at taka fult og heilt undir við fiskifrøðingunum
til at halda uppá, at teirra tilráðingar ikki eru
eftirfarandi og føra til vinnuliga afturgongd.
Serstakliga stór var ómsemjan um veiðuorkuna, har
ein partur heldur fast um, at henda er økt, meðan
hin parturin sigur tað øvugta. Ein niðurstøða er,
at tað framvegis eru nógvir ósvaraðir spurningar
tá talan er um stovnsrøkt. Somuleiðis avdúkaði
viðgerðin ósemju og óvissu um, hvat burðardygg
fiskivinna veruliga er. Tað er kanska ov nógv sagt,
at her vóru eins nógvar allýsingar av hugtakinum,
sum tað eru framsøgumenn, men ósemjan er í
øllum førum so mikið stór, at onkur við skili fyri
økinum átti at tikið stig til at fáa staðfest einaferð
med alla, hvat burðardygg fiskiveiða veruliga snýr
seg um.
Hóast stóru ósemjuna endaði onnur viðgerð
við, at uppskotið um 20% niðurskurð frá parta-
monnum fiskimálaráðharrans varð samtykt við
teprum meiriluta, har annar av tingmonnum sam-
starvsfloksins bjargaði, meðan hin tingmaðurin,
formaðurin, var hart ímóti. Tað er ikki givið, at
málið endar við hesum úrslitið – til tess var ósemjan
og óvissan í gjár ov stór. Tað skal ongan undra, um
eitt broytingaruppskot kemur millum aðru og triðju
viðgerð, og tá kann málið enda onkustaðni millum
uppskotið hjá Johan Dahl og uppskotið hjá Heina
og Pálli. Skuldi hetta hent, verður ósemjan á tingi
til breiða semju, samstundis sum ósemjan millum
landsstýri, løgting og vinnu framvegis stendur við.
Henda ósemja millum politisku skipanina og ein
stóran part av vinnuni er til ógagns fyri allar partar,
og eiga tí stig at verða tikin til tess at skapa betri
fatan fyri tí neyðuga politikkinum. Uppskotið um
eina ráðstevnu um alt hetta økið kundi kanska
verið hent amboð í hesum høpi.
Kinna Poulsen hevur skriv
að áhugavert ummæli um
Ólavsøkuframsýningina í
Sosialinum seinasta
vikuskiftið (8.10. august).
Men hon endar við at lasta
stjóran á Listasavinum fyri,
at Ólavsøkuframsýningin
ikki lýkur hennara krøv til
Ólavsøkuframsýningina.
Leiklutur Helga
Fossádals
Helgi Fossádal, sum er
stjóri á Listasavni Føroya,
hevur als onga ábyrgd av
framsýningini annað enn at
lata savnið hýsa henni.
Tað er Listafelag Før
oya, sum hevur heitt á
Kirsten Justesen um at
skipa fyri Ólavsøkufram
sýningini í ár. Tað er eisini
Listafelagið, sum hevur
givið henni fríar hendur at
velja og sálda.
Helgi Fossádal hevur
ongan leiklut í avgerðum
nevndarinnar, og hann
eigur hvørki rós ella last
uppiborið fyri innihaldið í
Ólavsøkuframsýningini.
Felag og savn
Listafelagið bygdi Lista
skálan í Gundadali, og í
1970 fekk Ólavsøkufram
sýningin, sum vituligt er,
fast innivist har. Árini
undantikin tá Listaskálin
var útbygdur og gjørdist til
almenna stovnin Listasavn
Føroya. Føstu ognirnar hjá
Listafelagnum gingu inn í
almenna stovnin: grund
stykkið, Listaskálin sjálvur
og øll verkini, sum felagið
hevði keypt gjøgnum árini.
Síðani 1993 hevur Ólav
søkuframsýningin húsast í
Listasavni Føroya.
Skitsan
Ólavsøkuframsýningin
Skitsan er eitt gylt høvi at
fáa innlit í listaligu
arbeiðsgongdina hjá lista
fólkunum, sum hava latið
framsýningini tilfar. Skits
an er eitt visuelt ríkidømi,
sum eingin vanliga sær, tí
tað er gjørt áðrenn verkið.
Skitsurnar sjálvar hava
kortini sera ymisk skap alt
eftir tøkni og benda ofta á
fatanina hjá listafólkinum
av, hvat list er og kann
vera.
Framsýningin er úrslit av
kanningarferðum um land
og ríki, sum Kirsten
Justesen hevur gjørt í
samstarvi við Brynhild
Næs Petersen.
Framsýningin er opin til og
við sunnudagin 17. august.
Aðalfundur
Upplýsingar um felagið og
nevndina eru at finna á
www.listafelag.fo. Felagið
hevur aðalfund í Lista
savninum leygardagin 16.
august kl. 17.
Rættleiðing
– um Ólavsøkuframsýninginaa
VEgNA
LIStAFELAgIð
Malan Marnersdóttir
36
Nr. 150 - 8. august 2008
Nr. 150 - 8. august 2008
37
Working in a fish factory is more
important than art...
Ólavsøkuframsýningin 2008:
Meira óruddilig enn kreativ?
sjálvspei djarvt og sera sjáldsamt
í føroyskum listahøpi. Tí er tað at
fegnast um, at hon nú er sloppin
inn á Listaháskúla Íslands, har
eisini Annika á Lofti gongur.
Mutatión
Halldis Olsen (f.1983) prógvar
við sínum svarthvítu prentmynd
um, at tað ber til at nýta meira
vanliga og gamaldags tøkni og
allíkavæl fáa góð verk burturúr.
Aftur í hesum føri ørkymlar
skitsutankin á framsýningini, tí
prentskitsurinar hanga so ófanta
liga við góðum avbrigdum mill
um vánalig, sum órógva. Betri
hevði verið, um listakvinnan
hevði valt fimm tær bestu burtur
úr og hongt tær í glas og rammu,
so at tær komu til sín rætt. Mynd
evnið er eitt sindur løgið og stav
ar frá einum surrealistiskum
dreymi hjá listakvinnuni um
muterað neyt, sum hevur givið
henni myndaligan íblástur. Í
dramatisku myndunum á ólav
søkuframsýningini hevur lista
kvinnan spælt sær við løgnum
samansetingum sum t.d. at seta
eitt júgur á eitt træ. Hóast hug
leiðingar um mutatión hava
eitthvørt moderna yvir sær,
leiður stílurin tankarna
f
iam Blake (17571827), Fran
cisco de Goya (17461828) og
Odilon Redon (18401916).
Huglagið í myndunum er dapurt,
uppøst og mystiskt á sama hátt,
sum verkini hjá teimum trimum
nevndu úrmælingunum vóru tað.
Men Halldis Olsen tykist allíka
væl lutfalsliga sjálvstøðug til
dømis í teirri frálíku monument
alu lýsingini av eini kúgv, sum er
naturalistiskt endurgivin, sæð
burtur frá júgrinum, sum situr
skeivt, og sum harvið deformerar
djórið. Innan ta yngru føroysku
myndlistina hava vit sæð alt ov
mikið av surrealistiskum djórum
og menniskjum í lýsingum, sum
minna eitt sindur um tær hjá
danska málaranum Michael
Kvium (f.1955), tó at tær verri
enn so eru so væl úr hondum
greiddar, sum myndir Kviums. Í
mun til teir ungu Kviumhermar
arnar eru myndirnar hjá Halldis
Olsen tíbetur bæði betri teknaðar,
eins og tær tykjast innihaldsliga
búnari og fleirtýðugari.
Broderað blóð
Einki er nevnt nakrastaðni um, at
øll tey framsýnandi á ólavsøku
framsýningini e
k i
nakran feministiskan boðskap,
um ein ikki fordómsfult skal
peika á bindimynstur, kjólar og
krukkur, sum verandi serliga
kvinnuligt. Tað einasta verkið,
sum á tílíkan hátt tykist tilvitað
um sítt signalivirði, er Marianna
Bjørgheim (1983), sum hevur
eina uppseting av pappírsmynd
um og broderaðum myndum,
sum eisini kundu virka í eini
rúmligari installatión, har til
dømis fotograferaða uppsetingin
av einum turskistativi við perl
aðum lundum hevði riggað væl í
rúminum. Tematiska samanset
ingin av ektaðum og kunstigum,
av náttúru og mentan, er gjøgn
umgangandi við eitt nú estetiser
aðu myndunum av grindahvali
num, ið er staðsettur í einum
interiøri og við ómaksfult bro
deraðu blóðblettunum. Heldur
ikki í hesum verkinum er lætt at
síggja, at tað snýr seg um skitsur,
sæð burtur frá teirri óryggiligu
upphangingi. Ein vakrari upp
hanging av innrammaðum
myndum hevði hóskað betur
formliga og innihaldsliga.
Ólavsøk f
framsýningin er søguliga sæð
tann týdningarmesta føroyska
listaframsýningin, og tað er hon,
av tí hon er tann fyrsta av sínum
slag í Føroyum, sum av somu
orsøk hevur fingið ómetaliga
stóran ans millum fólk. Sum tann
best vitjaða listaframsýningin, ið
eisini síðan byrjanina næstan á
hvørjum ári er vorðin ummæld,
hevur hon havt risastóra ávirkan
á myndlistarligu menningina her
á landi. Eisini er ólavsøkufram
sýningin staðið, har týðandi lista
fólk so sum Ingálvur av Reyni,
Zacharias Heinesen, Torbjørn
Olsen og brøður hans, Marius
Olsen og Hans Pauli Olsen, ja
staðið, har at kalla øll tey góðu
føroysku listafólkini eru komin
fram í almenningin á fyrsta sinni.
Fyri júst fimmti árum síðani
varð eitt av meistaraverkum
Steffan Danielsens; Kirkjan í
Nólsoy framsýnd á fyrsta sinni á
Ólavsøkuframsýningini, sum í
dag bert er sum ein viðfáningur,
ein skuggi av sær sjálvari. Hetta
sæst eisini á tí øgiligu minkingini
á áskoðaratalinum, ið fyri fáum
árum síðani lá væl oman fyri
túsund bæði ólavsøkuaftan og
dag, meðan talið í ár lá um fýra
hundrað. Hóast siðvenjur broyt
ast eigur ólavsøkuframsýningin
ikki at fara fyri skeyti, tí hon er
tann framsýningin, ið eigur at
tryggja øllum føroyingum høvið
til at uppliva myndlist av høgari
góðsku eina ferð um ári.
Tó, lættari er at finnast at, enn
at finna loysnir. Eg veit ikki, hvat
eigur at vera gjørt. Trupulleikin er
íkomin av listastríðnum og ónøgd
við leiðaran á Listasavninum.
Kanska kundi man, tað lutfalsliga
stutta tíðarskeið, sitandi stjóri
(eftir egnari útsøgn her í Sosiali
num) verður sitandi í stjórasessi
num, í staðin latið Heystfram
sýningina upp á ólavsøku. Á
henda hátt kundi listaáhugin
millum ólavsøkugestirnar verið
varðveiddur, til nýggj leiðsla
tekur við á Listasavninum. Men
hetta hendir helst bert, sum tikið
verður til: In my dreams...
Arkitekturtekningar og model borga saman við bindimynstrum og
mótamyndum fyri eini øðrvísi framsýning
Unn Joensen stígur við sínum fratøru
myndum úr heildini
Deformerað djór
í áhugaverdu
tulking Halldis
Olsens
Myndaheimur Halldis Olsens er hugtakandi í
sínum gátuføri á la William Blake
Perlaðir lundar á snóratræi
Estetiseraður grindahvalur
Ummæli
Kinna Poulsen
Ó
lavsøkuframsýningin
2008 er ørkymlandi av
fleiri orsøkum. Sum heild
sýnist hon øgiliga fesjut og hóast
hesin dámurin ivaleyst er
tilætlaður til tess at vísa á
gróðramikla og dynamiska
skapan, er innihaldsligi saman
hangurin alt ov trupul at fáa eyga
á, og tá gerst óruddið meira
óruddiligt, enn skapandi. Longu
hugskotið aftan fyri ársins ólav
søkuframsýning hevði, sum tað
var lýst í teimum ymisku ólav
søkubløðunum, ein heldur enn
ikki desperatan dám. Tí sambært
frágreiðingum skuldi ólavsøku
framsýningin í ár ikki innihalda
liðug verk, men skitsur. Og tað er
líka mikið, hvussu so nógvar
frágreiðingar og próvgrundir
verða drignar fram, so broytir tað
ikki ta sannroynd, at skitsur eru
óáhugaverdar, er tað ikki ein
sannur meistari sum til dømis
Leonardo Da Vinci ella Rem
brandt, ið hevur gjørt tær.
At tora
Tað góða við ársins ólavsøku
framsýning er eitt sindur øvugt,
at hon umframt eitt løgið bland
av skitsum (arkitekturtekningar,
bindimynstur, mótamyndir osfr.)
inniheldur ikki so fá verk, ið, tó
at tey eru hongd ófantaliga upp
(við denti á kreativu skapanar
prosessina), í grundini eru liðug
verk. Til dømis tykjast stóru
svart/hvítu fotomyndirnar í for
høllini við skulpturellum lýsing
um av kvinnum í klæðum hjá
Barbaru í Gongini ógvuliga lidn
ar. Tað sama er galdandi fyri
readymade installatiónina hjá
Anniku av Lofti av tveimum
stórum køliboksum, ið eru fyltar,
ikki við vatnfløskum, men við
smáu eskjunum, sum hon eisini
brúkar í síni uppseting í Norður
landahúsinum. Í nýggju installa
tiónini í Listaskálanum er, sam
bært myndaskránni, eitt tár í
hvørjari eskju, og hóast bæði
køliboksir og tár, eins og allar
aðrar likamsveskur, eru sædd
áður í myndlistini, er tað gott, at
Annika av Lofti hevur dirvi til at
staðfesta seg sjálva við verkum,
ið eru stór í vavi.
Heldur í fongsul enn á flakavirki
Myndirnar hjá Unn Joensen eru,
við einstøkum undantaki í eini
frálíka løgnari pappírsmynd,
ógvuliga óáhugaverd yvirmálað
lørift, har skrivað er á við blokk
bókstavum. Tað var tó á einum
av hesum løriftum, at eg bar eyga
við ensku orðingina, sum eg í
ovfarakæti lænti til yvirskrift á
hesi grein. Hugtakandi er ikki
bert tað omnipresenta speiið hjá
hesi ungu listakvinnuni (f.1974),
men eisini hennara ósnobbuti og
húðarleysi frásagnarháttur. Tað er
jú soleiðis á ólavsøkuframsýning
ini, at formidlingin, á sama hátt
sum í fjør, er raðfest frammaliga,
og tað er gott. Ein fín plakat er
gjørd í sambandi við framsýning
ina, har øll listafólkini verða
presenterað, umframt frágreið
ingar eru um framsýningina, sum
ávikavist Listafelagið og tann
eini kuratorurin, Kirsten Juste
sen, hava skrivað. Hin kurator
urin á framsýningini er Brynhild
Næs Petersen. Aftrat hesum
frágreiðingunum hevur hvørt
listafólki fingið høvið til at
skriva niður sínar hugsanir um
myndlist ella um skitsug ð
hetta er eyðsýniliga upplagt høvi
til dustmiklar orðingar eins sjálvs
hátíðarliga deymutar og lavendla
posarnir, sum í góðu gomlu døg
unum lógu í skuffum og skápum
til tess at forða fyri modnaroyki.
Sostatt eru nógvar av frágreið
ingunum, ið eru knýttar at lista
verkunum, um vælmeinandi, so
heilt ótrúliga keðiligar og sjálv
sagdar. Frágreiðing Unn Joen
sens er øðrvísi saklig og stað
festir stutt og greitt, at yvirmál
aðu løriftini vísa hennara reak
tión uppá eitt avslag frá einum
listaskúla. Á onkrum av tí, sum
er skrivað á hennara listarverk,
hómast ein fitt og stuttlig roynd
at sannføra seg sjálva um, at tað
er meiningsfult og gott at starvast
á flakavirki. Men royndin má
sigast at miseydnast, tá hon at
enda staðfestir, at hon heldur vil
í fongsul enn á flakavirki. Tó, at
tað als ikki er til at siga, hvørja
leið innan listina U
Omanfyristandandi staðfesting var kanska tað, sum gjørdi, at tygara ummælari ikki í øðini yvir órudd og fjas,
vendi útaftur av ársins Ólavsøkuframsýning, men í staðin dvaldist nóg leingi í Listaskálanum til kanska at
hóma umhvarvið av einum nýggjum ungum ættarliði av føroyskum listafólkum