hósdagur 14. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 14. august 2008
13
Jens í Dali var frammarlaga
í øllum, sum hevði við sigl
ing og fiskivinnu at gera
báðumegin
aldaskiftið.
Hann var sonur Andreas
Andreasen, skræddaran í
Dali, sum bygdi húsini yviri
í Dali í Havn. Mamman var
Anna Elisabeth Johannesen,
dóttir Dímunar Jóannes.
Ein beiggi Jens var Poli í
Dali, eisini kendur sum
slóðbrótari innan fiskiskap
og
øðrum
økjum
sum
mjólkaforsýningina.
Poli
gekk burtur við Oliviu í
1912. Onnur systkin vóru
Andrias, giftur við Elsu
Debes í Havn, Jóhanna,
gift fyrst við Christian
Paula Ziska úr Klaksvík og
síðan við Marius Jensen av
Sandi, Anna Margretha,
gift við Sigmund Arge í
Havn og Tomina gift við
Andrias Jensen av Sandi.
Hann var beiggi Marius.
Jens fór til skips 16 ára
gamal við hetlendingum í
1876. Hann var við teimum
í fýra ár undir Føroyum og
Íslandi. Tað eina heystið,
teir komu undan Íslandi,
var ikki veður at seta inn í
Føroyum, og tískil fór hann
við til Hetlands, har hann
var verandi fyri veturin og
helt til hjá skiparanum á
»Energy«. Her hevur hann
uttan iva fingið íblástur til
nýhugsan.
Í 1880 fór hann at sigla
við skonnartini »Johanne«
hjá M. C. Restorff og øðrum
og var við henni til 1882, tá
hann fór á stýrimansskúla í
Bogø í Danmark.
Afturkomin haðani førdi
Jens í Dali ymisk skip í
farmasigling og til fiski
skap. Í 1886 hevði hann
»Plover« hjá Thomsen á
Tvøroyri. Hetta árið hálaði
hann av undir Íslandi og
royndi frá sjálvum skipinum
heldur enn frá bátum.
Thomsen helt hetta vera
so vandamikla gerð, at Jens
fekk ikki skipið aftur at
føra. Skjótt gjørdist hetta
kortini fremsti fiskiháttur
hjá føroyingum.
Í 1890 keypti hann sítt
fyrsta skip »Beautiful Star«
úr Onglandi, og í 1892
keypti hann »Dauntless«.
Ætlaði at byrja
innanoyggjasigling
Í 1895 hevði hann ætlanir
um at seta motor í Dauntless
og brúka tað til innanoyggja
sigling. Áðrenn meira varð
gjørt burtur úr ætlanini,
høvdu Mortensens menn á
Tvøroyri bygt dampskipið
»Smiril« í Svøríki.
Í 1896 keypti Jens slupp
ina »Cyclone« úr Onglandi,
í 1898 »Atlantic« og í 1899
»Phebe«. Hetta sama ár
býtti hann um skip við
Godtfred Heinesen í Mið
vági. Heinesen fekk »Daunt
less« og Jens »Gauntlet«.
Í 1899 sendi Jens eina
konvoy
av
skipum
til
Íslands at fiska kalva til
farmaskip, og um aldaskift
ið var hann við í royndunum
at selja lakasaltaðan fisk í
Hollandi. Saman við Søren
Müller
stovnaði
hann
bedingina á Skála.
Fyrst í øldini fiskaði hann
sild undir Føroyum og
Íslandi og fekk eitt sindur
burturúr. Næsta skipið, sum
Jens keypti, var »Inflexible«
í árinum 1900, og árið eftir
keypti hann »Vigil Star«.
Partafelagið »Philadelfia«,
har Jens var størsti parta
eigari, keypti »Zion« í
1903, og í 1904 keypti Jens
sluppina »Ruth« úr Íslandi.
Sama árið keypti hann
»Boreas«. Jens førdi tey
flestu av hesum skipum av
og á. Seinasta árið, hann
var til skips, var í 1914.
Seinasta skipið hann keypti
var »Knørrur« í 1922. Hann
var bygdur sum minus
veipari í Quebeq í Canada í
1919.
Jens sá møguleikar í
Grønlandi. Í 1909 søkti hann
um at sleppa til Grønlands
at læra grønlendingar at
fiska, men fekk ikki loyvi. Í
1914 lat hann sluppina
»Boreas« fara grønlandstúr,
og í 1925 gjørdi hann
»Knørr« út til grønlands
fiskiskap. Tað var árið, tá ið
gongd kom á føroyskan
grønlandsfiskiskap.
Jens var eisini undan
gongumaður á øðrum økj
um. Hann var við til at
stovna ta fyrstu skipatrygg
ingina í Føroyum, sum
gjørdi, at lættari var hjá
monnum at hava skip.
Jens var kendur fyri at
vera sera røkin. Poli og Jens
gingu á odda at fáa tað gjørt
liviligari
umborð
á
føroyskum skipum.
Legði grundarlagið undir
navigatørútbúgvingina
Jens gjørdist kendur sum
ein ið legði grundarlagið
undir
okkara
navigatør
útbúgving saman við fleiri
øðrum skiparum.
Hann bygdi sær sethús í
C. Pløyensgøtu í 1886, og
1. november 1893 fór hann
at undirvísa navigatørum í
kjallaranum hjá sær sjálv
um. Hetta var sama dag,
sum Jens Mohr byrjaði at
undirvísa heima hjá sær.
Hann er fyrr umrøddur í
hesi røð.
Í fyrsta umfari helt Jens
skiparaskúla
í
tríggjar
vetrar. Tá kom steðgur í í
nøkur ár, men veturin 1900
1901 byrjaði hann aftur.
Hóast einans 14 ára gamal
gekk sonur hansara Jens
Pauli eisini uppá skúla
hendan veturin, og hann var
samstundis
hjálparlærari
hjá pápanum.
Jens helt nú skiparaskúla
fram til 1905, tá ið Jens
Pauli tók yvir. Seinni var
tað Jens Pauli, sum stund
um hjálpti pápanum at
halda skúla. Seinasti árini
hevði Jens skúla yviri í
Trøð.
Jens Pauli gjørdist seinni
stjóri á Føroya Sjómans
skúla, so sigast kann, at
Jens legði grundarlagið fyri
honum.
Jens giftist við Mariu
Dam. Hon var systir Jens
Dam, sum var umrøddur í
seinasta part av hesi røð.
Jens
og
Maria
vóru
millum tey fyrstu í brøðra
samkomuni.
Tey
vóru
millum tey sum meldaði
seg úr fólkakirkjuni í 1895.
Hetta bræv er til skjals.
Tey fingu børnini Jens
Pauli í Dali (18861960),
Jóhanna Elisabeth Andreas
sen, f. 1889 og Hillebert
Andreassen, f. 1892.
Tað er tað sjáldsama við
gravsteininum, at pápi Jens,
Andreas eigur áskriftina
hinumegin. Teir tykjast at
vera jarðaðir »høvd móti
høvd«.
Keldur:
Jógvan Arge
Óli Olsen
FFblaðið
men Gud gav vøkst
Jens í Dali:
Ein slóðari av teimum stóru
Jens Jacob Andreassen kom at gerast ein av okkara fremstu undangongumonnum á ymiskum økjum.
Hann var ættaður frá Elsu og Dímunar Jóannes, hvørs ætt hevur sett stór spor eftir seg á ymiskum
økjum í Føroyum. Vit hava umrøtt fleiri av teimum og fara at umrøða enn fleiri, men hesa ferð verður
umrøðan um Jens í Dali, sum hann vanliga verður nevndur
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Komandi partur
Í komandi parti
verður greitt frá
Margrethu og Georg
Lindenskov, sum eru
upprunin til kendu
Samuelsen
sambandsættina
JENS ANDREASEN
Í DALI TÓRSHAVN
FØDDUR 9. APRÍL 1860
DEYÐUR 25. FEBRUAR
1932
MARIA ANDREASEN
ÆTTARNAVN DAM
FØDD 17. JUNI 1856
DEYÐ 17. MARTS 1936
Jens í Dali við húski. Sitandi hjúnini Maria og Jens. Børnini eru frá vinstru:
Hillebert, Johanna Elisabeth og Jens Pauli
Eitt av teimum mongu skipunum hjá
Jens í Dali var Atlantic
Foreldrini hjá Jens vóru Anna Elisabeth og Andrias Andreasen
(1812-1895). Myndin er frá Fornminnissavninum