Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2008 15 Tað var eitt søguligt frambrot, tá Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, í gjárkvøldið handaði borgarstjóranum í Klaksvík fyrsta eintakið av Klaksvíkar søgu Bókaútgáva Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: mureldur Tað var ikki bara eitt av stóru hæddarpunktunum á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar kommunu, tá søgurfrøðingurin Hans Andrias Sølvará í gjár­ kvøldið handaði borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacob­ sen fyrsta eintakið av Klaksvíkar søgu. Við útgávuni gjørdist Hans Andrias Sølvará eisini tann, sum umsíðir gjørdi álvara av áralongu ætlanunum hjá kommununi um at lata Klaksvíkar søgu skriva. Gott samstarv Í vælkomstrøðuni vísti Stein­ bjørn O. Jacobsen á, at øll árini, hann hevur verið borgarstjóri, hevur verið tosað um at fara undir arbeiðið við at skriva klaksvíkar søgu. Men av ymsum orsøkum datt arbeiðið niðurfyri. Ikki fyrr enn núsitandi ritstjórn í samstarvi við Hans Andrias Sølvará fór undir verkætlanina, spurdist úrslit burturúr. Avtala er nú gjørd um eitt verk í trimum bindum, har tey bæði næstu koma út komandi tvey árini. Vegna ritstjórnina takkaði Jóannes Hansen, samfelags­ frøðingur, fyri góða samstarvið. Eisini vísti hann á dømi um, hvønn leiklut ritjórnin hevði havt í arbeiðinum. Millum annað avgjørdi ritstjónin í samráð við høvundan at býta verkið øðrvísi upp, enn upprunaliga ætlað, so at eitt nú betri rúmd fekst til partin um fornu búsetingarnar, sum fyrsta bindið savnar seg um. Jóannes Hansen legði hinvegin dent á, at ivi ongantíð var um, at høvundurin altíð hevði seinasta orðið. Eisini Hans Andrias Sølvará nýtti høvið at takka ritstjórnini fyri íblástur og viðmerkingar til ávegis handritið. ­ Viðmerkingarnar frá ritstjórn­ ini hava havt við sær, at bókin er vorðin betri, enn hon annars hevði verið, segði Hans Andrias Sølvará, sum eisini bar Jógvani Ravnsfjall og Andrasi Sólstein á Norðoya Fornminnissavni eina serstaka tøkk fyri arbeiðið, teir hava lagt í at fáa myndtilfarið í bókini til vega. Fólk kunnu gleða seg Býráðshøllin var meir enn full­ sett til hátíðarligu løtuna í gjárkvøldið, har klaverspælið hjá Pæturi við Keldu og sangur settu dám á løtuna. Og hóast bókin komandi dagarnar verður borin í øll hús í kommununi, nýttu tey flestu høvið at ogna sær eitt signerað eintak av fyrsta bindinum av Klaksvíkar søgu. Og sambært Jóan Paula Joensen, professara, kunnu fólk gleða seg at fara undir at verkið. Í síni sera positivu umrøðu av bókini vissaði Jóan Pauli Joensen um, at vit her hava fingið eitt valaverk, greitt úr hondum av einum kritiskum og sera professionellum søgufrøðingi. Frambrot í klaksvíkar søgu Mong nýttu høvið at ogna sær eitt signerað eintak av fyrsta bindi av Klaksvíkar søgu, sum varð lagt fram í býráðshøllini í Klaksvík í gjárkvøldið Tað var við stórum spenningi, at borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, kagaði í fyrsta eintakið av Klaksvíkar søgu, sum hann fekk handað í gjárkvøldið Eftir bert níggju mánaðir er tað eydnast Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, at greiða fyrsta bind av Klaksvíkar søgu úr hondum