Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 154 - 14. august 2008 Umrøða Jóan Pauli Joensen, professari Hans Andrias Sølvará, Klaksvíkar Søga, 1 bind, Frá búseting til fríhandil – 1000 til 1856, Sprotin, 2008 Frammanfyri mær liggur ein sera prýðilig bók. Hetta er fyrsta bind um Klaksvíkar søgu frá 1000- 1856. Periodan er eitt sera skila- gott val, alt annað hevði bert skapað høvundanum trupulleikar, tí bindið hongur saman við teimum yvirgongdum, sum eru millum periodirnar í hesi tíð. Hans Andrias Sølvará er norðoyingur, men mótsett Robert Joensen og Símun Hansen, uttan mun til hvussu kønir teir annars vóru, so er Hans Andrias Sølvará ein professionellur søgufrøð- ingur, og tað ger mun. Hann veit, at søga verður ikki søga, fyrr enn hon er skrivað. Tað hjálpir ikki bert at syngja, ”Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl, í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal”. Ein óskrivað søga er sum ein orðleys røða - har liggur einki eftir. Tað er ikki, fyrr enn vit hava søguna á skrift, at hon veruliga er søga. Fyrsta bind av Klaksvíkar søgu er ein imponerandi bók við frálíkum myndum, sum stuðla undir eina væl skrivaða framløgu. Kritiskur tulkari Hans Andrias Sølvará hevur gjørt eitt grundleggjandi arbeiði við at lesa og kanna alla Føroya søgu sum bakstøði fyri Klaksvíkar søgu. Vísindaliga akribiin er fyrimyndarlig. Tað er stuttligt at fáa eina bygdasøgu í hondina, har bókalisti og tilvísingar eru, sum tær eiga at vera, og ikki heimagjørdar. Høvundurin vísir hógv í sitatnýtsluni, endurgeving- arnar geva heldur autentisitet og eru at bera saman við hurðar, sum verða settar á glopp. Tað er ikki smávegis, sum er felt niður í hetta fyrsta bindið eftir minni enn einum ári. Dicuil, Føroyingasøga, Hundabrævið og skipanin um Tingfaratoll eru sjálvandi góðar heimildir, men Hans Andrias Sølvará hevur eisini dugað at gagnnýta tað rúgvismikla fornfrøðiliga tilfarið, sum er at finna í søvnunum á Føroya Fornminnissavni. Staðar- navnagransking og fornfrøðiligar upplýsingar kasta ljós á søguna. Hans Andrias Sølvará er kritiskur og dugir at síggja við egnum eygum og heldur seg til danska søgufrøðingin Erik Arup, sum sigur, at søgufrøðingurin eigur at »yrkja yvir sannroynd­ irnar, ið veruliga kunnu skiljast burtur úr keldunum sum álítandi, yvir tær allar, ikki ímóti og ikki út yvir tær«. At skriva søgu er ikki at yrkja, men at skriva út frá og kritiskt tulka tær heimildir, sum hald er í. Heilt undan at fantasera eitt sindur sleppur ein ikki. Men her er munurin á einum fantasti og á einum sakligum og skilagóðum søgumanni, sum kemur til hesa niðurstøðu um búsetingina norðuri í Vági: ”Tað, sum vit kunnu siga, er, at búsetingin í Bø hevur verið nógv samansettari og fjølbygdari í víkingatíðini og í miðøldini, enn hon var í 1584, tá 5 býlingar eru á staðnum. Nógv bendir á, at fólk upprunaliga hava sett seg niður í smáum brúkseindum rættiliga spjatt kring økið við Borðoyarvík og vágna. Seinni í miðøldini, m.a. sum avleiðing av svartadeyða, tá stórt trot hevur verið á arbeiðsmegi, eru tey farin at samskipa kreftirnar og búseta seg har, sum teir 5 býlingarnir vóru í 1584. Er tað rætt, so røkkur býlingasøgan, sum vit kenna hana síðani 1584, ikki longur aftur enn til miðskeiðis í miðøldina. So ber tað heldur ikki til beinleiðis at knýta tann fyrsta garðin ella búsetingina í Bø at nøkrum av teimum 5 býlingunum. Teir stava frá eini seinni tíð.” Hetta samsvarar eisini við ta sannroynd, sum danski fornfrøðingurin Ditlev Mahler kemur fram til í doktararitgerð síni um ærgi í Føroyum, nevniliga at vinnulívið broytist og fær eitt nýtt virkisslag - ella driftsform – í tíðini eftir, at Seyðabrævið varð skrivað. Seyðabrævið ber nevniliga boð um eina nýggja tíð, har marka- talið og tað, sum hongur uppi í hesum, kemur at verða tað skipandi grundarlagið undir bygdunum. Dramatisk tíð Í fyrstani var tingstaðurin í Norðuroyggjum í Køtlum, men seinni varð hann fluttur oman í Vág. Her er Hans Andrias Sølvará, sum frammanundan hevur skrivað Løgtingssøguna, á heimavølli, bæði tá talan er um lýsing av gamla altinginum, løgtinginum, vártingunum og tí, sum hendi, eftir at tingið var avtikið og endurstovnað sum amtsráð. Her er tað tann fyrsta tíðin, sum er mest dramatisk. Umframt tað, at fólk, sum høvdu forbrotið seg móti lógini, vórðu dømd, so kundu eisini fólk, sum hildu seg hava verið fyri órætti, leggja mál fyri tingið. Tað er ymiskt, hvat fólk síggja sum brotsverk. Dómar fyri stuldur og manndráp eru eitt, men dómarnir fyri brot á reglurnar fyri, hvørjum ein kundi giftast við, vóru harðir. Blóð- skemdarmarkið gekk mikið longri út, enn nú á døgum. Tað var við neyð og deyð, at trímenningar kundu giftast, einkjumaður kundi ikki giftast við systurkonu síni, uttan at tað var mett sum blóðskemd, og bæði máttu lata lív. Tað var ikki lætt at finna hjúnafelaga í einum lítlum samfelag, har fólk yvirhøvur vóru nær í ætt. Fólk vórðu dømd til at verða hongd, hálshøgd ella druknað, serliga konufólk, men eisini vóru tey dømd at verða pínd til likams og sálar. Yvirlit yvir bøðilslønina sigur okkum eisini frá, hvør revsingin var: At høgga eitt høvur av við svørði gav bøðlinum 10 dálar At høgga høvur av við øks - 8 dálar At høgga av eina hond ella ein fingur - 4 dálar At seta eitt høvur ella eina hond á stong - 4 dálar At heingja ein brotsmann - 10 dálar At taka ein hongdan niður úr gálganum - 4 dálar At leggja ein heilan kropp á stong og hjól - 7 dálar Fyri at bróta armar og bein, áðrenn brotsmaður verður lagdur á stong og hjól - 14 dálar At grava ein kropp niður - 3 dálar Fyri hvørja klíping við gløðandi tongum - 2 dálar Fyri at brennimerkja - 4 dálar Fyri at kákstrúka - 5 dálar Fyri at píska ónærislig konufólk ella onnur úr býnum - 7 dálar Fyri at brenna á báli - 10 dálar Tað mundi ikki altíð vera so hugaligt at døma bygdafólk sítt, og kanska var tað tí, at gongdin var tann, at tað fólksliga dómsvaldið so við og við hvarv og kom at enda at liggja í hondu- num á sorinskrivaranum, soleiðis at tingmenninir mestsum gjørdu seg sjálvar arbeiðsleysar. Tað var tí eisini lætt at avtaka tað gamla tingið, tá tann tíð kom. Jarðabýti stóran týdning Jørð hevur altíð upptikið føroy- ingin nógv. Jørðin var bæði kongsjørð, kirkjujørð, klostur- jørð, aðalsjørð og óðalsjørð, men so við og við var bert kongsjørð og óðalsjørð eftir, tí aðalsjørðin varð so við og við keypt og gjørdist óðalsjørð. Kongsið var tann drúgvari parturin, soleiðis var eisini norðuri í Vági. Tað løgna var, at í Føroyum var tað so, at leigulendingarnir, tað vil siga teir, sum einki áttu sjálvir, men sótu við festi, komu at verða teir máttmiklastu í landinum, meðan óðalsmenninir, teir sum áttu jørð, høvdu minni týdning enn kongsbøndurnir, tí teirra jørð var javnan við arvi lutað sundur í smáar eindir. Markatalsbygdin var frá umleið 1400 skipanin undir samfelagnum. Øll vinna hekk uppi í jørðini, eisini útróðurin. Tað var ein tíð, tá turrur fiskur kundi seljast, men líka til beint áðrenn fríhandilin, var útróðurin mest til húsbrúks. Tað var ullin, sum hevði týdning sum útflutningsvøra mestsum alla tíðina í hesi fyrstu bókini. Umframt tey oyru, sum fólk fingu fyri ullina og bundnar ullvørur, so livdu tey av tí, sum landið gav. Seyðurin gekk úti alt árið, meðan hoyggjað varð til neytini, tí tey vóru ikki før fyri at klára vetrarnar í haganum. Tað var mark fyri, hvussu nógvan fenað fólk kundu hava á. Tað var mark fyri, hvussu nógvan seyð, neyt, ross og gæs kundu ganga í haganum. Klaksvíkin var rímiliga gott kornpláss, og tað var avgerandi fyri at fáa nóg mikið av gróni, men tað var ikki fyrr enn eplini komu, at ávøksturin var so mikil, at grónskan fekk meir at týða, enn kjøt og fiskur. Norðuri í Vági var gott grindapláss. Helvtin av allari grind fór sum jarðarhvalur til teir, sum jørðina áttu. Tað var ikki fyrr enn í 1832, at jarðar- hvalurin fór niður í ein fjórðing. Tvøst og spik var drúgvur matur, men spikið kundi eisini smeltast til lýsi, sum peningur kundi fáast fyri. Teir, sum stóðu fyri jørðini, fingu allan jarðarhvalin, meðan kongsbøndurinir máttu lata kongi stóran part av virðinum av jarðarhvalinum. Tað hendi ikki fyrr enn eftir fríhandilin, at kongsgarðarnir, sum átti jørð oman móti vánni, gjørdu semju um, at býta rættindini til jarðarhvalin báðu megin Eiðið sínámillum: ”Tann 20. mai 1875 var avtala gjørd millum Gerðar,Vág og Biskupsstøð um býti av jarðarhvalinum: »Allur hvalur, sum fellur á hvalvágina Vág, verður eftir markatali býttur til teir tríggjar hagarnar uttan mun til, á hvørjari strond hon fellur á. Tað sama er galdandi fyri hval, sum fellur á strondini hjá Gerðum og Vági á Borðoyarvík«. Ein imponerandi bók Í umrøðu av bókini dylur Jóan Pauli Joensen, professari, ikki yvir, at hann er stórliga imponerðaur av fyrsta bindi av Klaksvíkar søgu, sum søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará júst hevur latið av hondum tíðindi