Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. august 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› SvF • Sunnudag 17. kl. 20.50 »Rípur« Í einum tíðarbili uppá tveir tímar missir John Winger unnustuna, arbeiðið, bilin og íbúðina. Nú er bara eitt at gera, og tað er at fara í herin. John verður tó eingin vanligur hermaður. At gera eftir boðum er at kalla ókent fyri hann, men tíbetur eru nýggju vinmenn hansara heldur ikki so væl vandir. Amr. skemtifilmur frá 1981 við Bill Murray. Dr1 • Fríggjadag 15. kl. 19.00 »Talent 2008« Filmbossurin Peter Aalbøk Jensen, musical-stjørnan Julie Steincke og tónlistamaðurin Martin Hall eru dómarnir í stóru kappingini, sum DR skipar fyri. Eisini í Føroyum, í SMS í Tórshavn, hava tey verið og leitað eftir talentum til kappingina. SvF • Mikudag 20. kl. 19.00 »Annika Hoydal - eg var við í mínum lívi« Hvørt mansbarn í Føroyum kennir sangirnar hjá Anniku Hoydal, men sum sjónleikari er hon minni kend. Í nærmyndini av Anniku fáa vit innlit í hennara fjølbroytta listarliga arbeiði. Í nærmyndini uppliva vit Anniku og ferðast við henni aftur til barndómin og ungdómin.