hósdagur 14. august 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 154 - 14. august 2008 ]
Omma David Carry,
sum hevur umboðað
Bretland í svimjing
á summarleikunum
í Beijing lýsir
David, sum eitt
gott menniskja,
og sum eina sanna
leiðaratypu
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
David Carry og liðfelagarnir
vóru bert 96/100 av einum
sekundi frá at vinna eitt
olympiskt bronsumerkið í 4
x 200 metrar frí. Men
David, Ross Davenport,
Andrew Hunter og Robbie
Renwick
kunnu
kortini
verða stoltir av avrikinum
hjá sær. Umframt at gerast
nr. 6 í Heimsins størstu og
bestu ítróttarkapping, so
settu hesir fýra bretsku
svimjarnir eisini tvey bretsk
met innanfyri eitt samdøgur.
David sjálvur setti bretskt
met fyri sínar 200 metrar,
sum
einstaklingur,
og
kunnu liðfelagarnir í stafett
ini
bera
høvdið
høgt.
Bretska metið hjá David í
200 metrar frí er 1.46.47.
Fyrra metið hjá stafettlið
num fyri 4 x 200 metrar frí
er 7.07.89. Hetta bretska
metið varð sett í hálvfinal
uni, sum var týsdagin. Miku
dagin slóu bretarnir sítt
egna met í finaluni, og end
urnýggjaðu bretska metið
við tíðini 7.05.92, og megn
aðu David og liðfelagarnir
soleiðis at bøta um sítt egna
bretska met við 2 sekundum,
og tað innan eitt samdøgur.
Ein góður drongur
Í gjáramorgun prátaði undir
ritaði við ommu David,
Haslu Elder í morgunsend
ingini hjá Rás2. Hasla, sum
er fødd Josephsen er ættað
úr Klaksvík. Hasla býr í
Aberdeen. Hasla sat uppi
tíðliga mikumorgun fyri at
fylgja við í finaluni í 4 x
200 metrar frí. – Áh sum
tað ergrar meg, at hann ikki
fekk hasa medaljuna. Tað
var so nær, eg eri virkuliga
kedd av tí. Men amerikan
arnir eru ov sterkir.
Hasla greiddi eisini frá,
at tann nú 26 ára gamli
David varð bert 2 ára gam
al, tá hann fyrstu ferð fór í
ein svimjihyl, og var hon
við honum tá. – David er
ein einastandandi fittur
drongur, og er hann ótrúliga
menniskjaligur. Hann er
ein
sannur
føroyingur.
Hann líkist akkurát Álvi
beiggja mínum, og er
David sera stoltur av at
verða av føroyskari ætt.
Tað stendur eisini nevnt í
summum heimasíðum, at
David Carry er ein skotskur
svimjari, sum er av føroysk
ari ætt. Hasla greiddi frá, at
tá David gjørdist Common
wealthmeistari
(bretskur
samveldismeistari), tá varð
hann størsta hetjan í Aber
deen. Í 2006 gjørdist David
Commonwealthmeistari í
400 metrar frí, og í 400
metrar medley fyri einstak
lingar. Men Hasla heldur
ikki, at svimjihyljarnir í
Aberdeen eru nakað at
reypa av. – Svimjihøllin í
Klaksvík, og eisini tann í
Havn eru á einum nógv
hægri støði, enn svimjihall
irnar í Aberdeen. Eg havi
sagt við David, at hann má
fara ein túr til Føroya, og
royna tann deiliga svimji
hylin í Klaksvík. Her í Aber
deen hugsa teir bara um at
steingja svimjihallirnar.
Betri umstøður
í Onglandi
Vegna vantandi optimalar
venjingarumstøður
flutti
David úr Aberdeen, og til
økið kring Leicester í Ong
landi at lesa. David hevur
lisið á lærda háskúlanum í
Loughborough, og har hev
ur hann havt optimalar um
støður at venja í 50 metrar
hyli. Og úrtøkan hevur eis
ini verið stór. Eitt ótal av
skotskum og bretskum meist
araheitum og metum, um
framt commonwealthmeista
raheitini. Hasla fortelur, at
David fer at gevast at svimja
á hægsta stigi, men at
kroppurin er so hart vandur
nú, at tað fer at taka eitt ár
hjá David at trappa niður aft
ur. Hasla væntar, sum skilst
á lagnum, at David fer at
verða við til at reika fyri
olympisku summarleikun
um, sum skulu verða í
London í 2012. – David er
ein sannur leiðari. Tað var
beinanvegin, at hann kom í
bretska svimjihópin, at hann
gjørdist ein leiðari í hópi
num.
David gevur sær altíð tíð
at vitja ommu sína í Aber
deen, tá hann er staddur í
Aberdeen. Hasla hevur heitt
á David, um at koma við
sær ein túr til Føroya, og
vónar hon, at tað gerst veru
leiki, áðrenn alt ov long tíð
er fráliðin.
Hasla Elder:
– David er stoltur av at
vera av føroyskari ætt!
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Katrin Olsen og Juliane
Elander sluppu ikki at rógva
hálvfinalu í dag. Tær báðar
skuldu annars verið í bátin
um klokkan 8.30 okkara tíð
í morgun.
Veðrið í Beijing hevur
ikki verið eftir vild. Nakað
av vindi og torusláttri hevur
verið í morgun, og tí eru
róðrarnir í dag avlýstir.
Ístaðin verður róð í morg
in, tá ætlanin annars var at
halda hvíludag. Sum skilst,
so er klokkutíðin framvegis
tann sama. Altso klokkan
8.30 føroyska tíð fríggja
morgunin.
Mørk
Torusláttur og vindur gjørdu,
at Katrin Olsen og Juliane
Elander ikki sluppu at
seta seg við árarnar í dag í
semifinaluni, sum er útsett til
morgin
Hálvfinalan hjá Katrin útsett