hósdagur 14. august 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 154 - 14. august 2008 ]
Próvtøka um ein mánað
Tey, sum ætla sær at verða leikaraumboðsmenn, sum arbeiða við
at keypa og selja fótbóltsspælarar, fáa nú møguleikan at fara til
próvtøkuna, ið tað er neyðugt at standa. Fótbóltssambandið
boðar frá, at royndin til FIFA Player`s Agents verður í FSF
húsinum hósdagin 25. september klokkan 10. Royndirnar verða
hildnar samstundis í øllum FIFA londunum. FSF sigur, at
tilmeldingin skal vera skrivlig við upplýsingum um navn, bústað,
føðingardag og annað. Boðast skal frá í seinasta lagi 4.
september. Fyri at tilmeldingin skal vera galdandi, skulu 500
krónur flytast á konto, sum er upplýst á heimasíðuni hjá FSF, har
skjalið at nýta í sambandi við tilmeldingina eisini er at finna.
Útsett í eina viku
Nú hevur FSF endiliga boðað frá flytingini av 19. leikumfari í
Formuladeildini, sum tað hevur verið greitt, at tað var neyðugt at
flyta, síðani tað varð greitt, at landsliðið skal spæla í Portugal
mikukvøldið í næstu viku. Umfarið er flutt frá mikukvøldinum 20.
august og til mikukvøldið 27. august. Skráin fyri 19. umfar sær
soleiðis út: ÍF-B36, NSÍ-B71, EB/Streymur-KÍ, HB-Skála og
Víkingur-B68.
FSF hevur eisini boðað frá, at grannauppgerðin í
20. umfari millum B68 og NSÍ, sum upprunaliga var ásett at vera
mánakvøldið 25. august, er flutt til sunnudagin 24. august. Harvið fáa
teir í Runavík og teir á Toftum somu hvíld undan umfarinum, sum
verður spælt mikukvøldið 27. august, sum øll hini liðini fara at fáa.
Nýggj
nevnd
í NSÍ
Á eykaaðalfundi
num í NSÍ, sum tað
er boðað til annað
fríggjakvøld, skal
nýggj starsvnevnd
veljast
nevndararbeiði
Jákup Mørk
Tað er ikki sørt, at tað er
eitt sindur av turbolensi í
meistarafelagnum. Fyri
einum ári síðani gekk alt
upp í eina hægri eind.
Meistaraheitið varð vunn-
ið, og á stórfingnu FM
samkomuni í ítróttar-
høllini var eingin endi á
fagnaðinum.
Eitt
nú
vórðu nógvar peninga-
gávur handaðar felag-
num, sum fyri fyrstu ferð
hevði vunnið FM heitið.
Nú er vanligur gerand-
isdagur aftur í Runavík.
NSÍ hevur framvegis
møguleika at vinna heið-
ursmerkir, men møgu-
leikin at verja FM heitið
tykist ikki at vera nakað
serligur.
Og nú skal nýggj
starvsnevnd veljast. Tað
skilst, at formaðurin tey
bæði seinastu árini, Dáni-
al Petur Hansen, hevur
lagt frá sær sum formað-
ur. Í lýsing á heimasíðu
felagsins hevur nevndin
lýsing, har tað verður
kallað inn til eykaaðal-
fund fríggjakvøldið 22.
august klokkan 19.30.
Dagsskráin er val av
nýggjari starvsnevnd og
tiltakslimur, og møguligt
val av fótbóltsnevnd og
tiltakslimum. Fundurin
verður í hølum felag-
sins.
Fleiri føroyskir
landsliðsspælarar
vóru í gjárkvøldið
partar av fyrsta
umfari í donsku
steypakappingini
danMarK
Jákup Mørk
Fyrsta umfarið í donsku
steypakappingini í fótbólti
var í gjár. Fýra feløg, sum
føroyingar so ella so kenna
seg hava samband við, lut-
tóku í fyrsta umfari, og
felags fyri tey øll var, at tað
eydnaðist teimum at spæla
seg víðari í næsta umfar,
sum verður annað viku-
skifti.
Seinnapartin í gjár var
Frem á Bornholm, har mót-
støðuliðið var Rønne FB, ið
er triði besta fótbóltsfelagið
á oynni. Eingin ivi var um,
at Frem var betra liðið, men
tað gekk eitt sindur striltið
við málskjótingini.
Tað eydnaðist kortini at
vinna 3-0. Jón Rói Jacobsen
var alla tíðina í miðverjuni
hjá Frem. Atli Danielsen
varð skiftur inn á miðvøllin,
tá ið tað restaði eitt korter.
Tá var støðan 2-0.
Christian Høgni Jacobsen
var alla tíðina í álopinum,
tá ið AB á heimavølli vann
5-1 á Køge. Hóast AB skor-
aði fimm ferðir, og Christ-
ian Høgni var partur av
álopinum, so eydnaðist tað
ikki hesa ferð føroyska
landsliðsspælaranum
at
teljast millum málskjúttar-
nar.
Eftir vónbrotið, sum tað
var hjá FC Amager orsaka
av mistaki við umsiting av
kortum at missa øll trý
stigini, eftir at hava vunnið
4-2 á Lyngby, mundi steypa-
dysturin mikukvøldið kenn-
ast sum uppreisn. FC Amag-
er vitjaði í Skovlunde, har
tað eydnaðist at vinna 4-1.
Lukasz Cieslewicz, sum
barna- og ungdómsárini
spældi við VB, er nú í Hvid-
ovre, sum aftur er í næst-
bestu deildini. Í gjárkvøldið
vóru Lukasz og liðfelagarnir
í Ølstykke, har Hvidovre
vann 6-1. Lukasz Ciesle-
wicz staðfesti stórsigurin
við at skora til 6-1.
Nógv bendir á, at
danska meistaraliðið
verður einasta norð
urlendska umboðið í
europeisku meistara
kappingini
eUrOPa
Jákup Mørk
Eftir fyrru dystirnar í 3. inn-
leiðandi umfarið í europe-
isku meistarakappingini í
fótbólti, bendir alt á, at
danska meistaraliðið fer at
verða einasta norðurlendska
umboðið í bólkaspælinum.
Mikukvøldið hevði AaB
vitjan av litaviska Kaunas.
AaB vann 2-0. Leingi megn-
aði litaviska meistaraliðið
at halda tætt. Gestirnir vístu
ikki ábendingar um nakað
annað, enn at teir vóru
komnir til Danmarkar at
binda fyri í verjupartinum.
Setningurin hjá Kaunas
eydnaðist, inntil tað bara
restaðu nítjan minuttir. AaB
hevði fleiri upplagdar mál-
møguleikar, men tað gekk
striltið at fáa mál. Tað
eydnaðist í 71. minutti, tá
ið Caca skoraði, og fýra
minuttir
undan
leikloki
staðfesti Jeppe Curth 2-0
sigurin.
Í Aalborg vóru tey væl
nøgd við úrslitið, men tað
hevði verið uppaftur betri,
um tað hevði havt eydnast
at skjóta eitt ella tvey mál
afturat. Í danska fótbólts-
heiminum verður mett, at
tað er eini 70-80 prosent
sannlíkt, at AaB fer at spæla
seg víðari í bólkaumfarið.
Í bólkaumfarinum eru
nógvir pengar at vinna. Um
AaB um fjúrtan dagar fer at
megna at spæla seg víðari í
bólkaspælið, fer lutakastið
at gera av, um tað – umframt
milliónirnar – eisini fer at
eydnast at vinna nøkur stig
á kontina.
Møguleikarnir hjá norska
meistaraliðnum Brann tykj-
ast ikki nakað serligir fyri
at spæla seg í bólkaumfarið.
Brann hevði mikukvøldið
vitjan av franska Marseilles.
Fimm minuttir undan hvíld-
ini skoraðu gestirnir einasta
málið í Bergan mikukvøldið.
Útivallarsigurin ber við sær,
at franska liðið er stórfavo-
rittur undan seinna dystin-
um, sum verður um fjúrtan
dagar.
Føroya feløgini vunnu seg víðari
Deymur av milliónum í Aalborg