Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Fótbóltspengar verða Hann var við, tá Føroyar spældu javnt móti bæði Skotlandi og Slovenia. Hann var við í Moskva, tá Føroyar taptu 1-0 fyri Russlandi. Og hann var við í Hanover, tá Føroyar taptu 2-1. Tá Jákup Mikkelsen gjørdist danskur meistari við Herfølge var Jákup Mørk á staðnum. Sama tá Todi Jónsson vann Superliguna – eisini tá var Jákup Mørk har tað hendi, í Keypmannahavn saman við Toda Jónsson og FCK og gav føroysku lesarunum feskar reportasjur úr danska høvuðsstaðnum. Jákup Mørk hevur virkað sum ítróttarredaktør á Sosialinum síðani ársbyrjan 2000. Í átta ár hevur hann verið maðurin, sum fóðra føroyska lesaran við nýggjastu tíðindunum úr ítróttar- og fótbóltsheiminum. Jákup Mørk hevur verið við á so at siga øllum uttanlandsferðum hjá landsliðnum síðstu átta árini. Fleiri pengar Soleiðis hevur Jákup Mørk fylgt gongdini í føroyskum fótbólti heilt tætt – bæði landsliðnum og einstøku feløgunum. Tískil hevur hann ikki trupult við at seta orð á støðuna í føroyskum fótbólti júst nú. – Kreppa vil eg ikki kalla tað. Vit hava altíð upp- og niðurtúrar, so eg vil heldur kalla hetta ein aldudal, sigur Jákup Mørk. Aldudalurin sæst millum annað aftur í, at landslið okkara ongantíð hevur ligið so aftarlaga á styrkilistanum hjá FIFA sum júst nú. Eisini eru fleiri av okkara profilum vendir heimaftur frá útlandinum. – Í løtuni eru eisini færri góðir spælarar, enn tað áður hevur verið, sigur Jákup Mørk, sum eisini hevur meiningar um, hvar trupulleikarnir annars liggja. – Fótbólturin verður stýrdur ov illa úti í feløgunum, og tað togar fótbóltin skeiva vegin, slær Jákup Mørk fæst, og greiðir víðari frá sínum sjónarmiði. – Seinnu árini hava vit fingið nógv meiri pening upp í fótbóltin. Hetta gevur feløgunum størri møguleikar, og tað átti at havt positiva ávirkan á fótbóltin. Trupulleikin er tó tann, at pengarnir verða skeivt brúktir, og tað verður ikki hugsað langt fram um nøsina, heldur Jákup Mørk. – Feløgini eru ikki bundin til hugsa um stóru myndina, og vilja helst síggja úrslit nú og her. Tí verða pengarnir brúktir sum teir verða. Minni kapping um plássini Pengarnir, sum feløgini hvørt ár fáa útflýggjaðan frá Fótbóltssambandinum og UEFA, skulu brúkast til umsiting og ungdómsarbeiði. – Og sjálvandi verður tað eisini brúkt til tað, men feløg hava eisini verið ógvuliga kreativ, soleiðis at stórir partar av hesum pengum eru endaðir hjá besta liðnum. Tað er eisini generella støðan, at feløgini brúka meginpartin av sínum peningi til Formulalið felagsins, sigur Jákup Mørk, sum sær stórar trupulleikar í hesum. Millum annað hava vit í Føroyum fingið eitt alt ov høgt lønarlag, í mun til hvørji krøv verða stilla til einstøku leikararnar. – Og fíggjarliga parturin av gularótini er í onkrum í dag førum líka stórur í Føroyum sum í Danmark, og tað eggjar ikki spælarum til at treiskast á beinkinum í útlendskum felag. Eisini er kappingin um plássini í einstøku feløgunum minni nú, enn hon hevur verið. Marginalspælarar í einum størri felag skifta til eitt minni felag, men fáa nógv hægri løn. Spælarar, sum fyri so vítt einki hava prógvað. Hetta sæst aftur í næstbestu deildini, har vit í dag hava fýra lið, sum kunnu flyta upp í Formuladeildina, og hesi eru eisini langt fremst. – Tá HB kappaðist við GÍ um meistaraheitið í nítiárunum, vann HB 2. deild samstundis. Og tá B36 vann FM í 1997, gjørdust teir nummar tvey í 2. deild. Hetta sært tú ikki í sama mun í dag, tí kappingin um plássini á besta liðnum er ikki eins hørð og tá. Krøv fylgja við pengu- num Men sambært Jákupi Mørk eru pengar í fótbólti ikki neyðturviliga nakað negativt. Pengarnir kunnu gott hava positiva ávirkan, men so mugu tað setast nøkur krøv. Bæði frá Fótbóltssambandinum til feløgini, og frá feløgunum til leikararnar. – Seinnu árini hava vit fingið nógv meiri pening upp í fótbóltin. Hetta gevur feløgunum størri møguleikar, og tað átti at havt positiva ávirkan á fótbóltin. Trupulleikin er tó tann, at pengarnir verða skeivt brúktir, og tað verður ikki hugsað langt fram um nøsina, sigur Jákup Mørk, ítróttarredaktør á Sosialinum. Hann sigur, at føroyskur fótbóltur er í einum aldudali, og tað sæst millum annað aftur í, at færri góðir leikarar eru í dag enn áður [ Nr. 154 - 14. august 2008 ]