hósdagur 14. august 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
skeivt brúktir
– Fótbóltssambandið átti at tryggjað
sær, at pengarnir verða brúktir sum teir
skula. Til dømis kundu teir valt, at partvíst
lønt ungdómsvenjarum hjá feløgum,
um hesir høvdu A-licens. Soleiðis
fekk venjarin ta lønina, hann hevur
uppiborið, samstundis sum felagið fær
vælútbúgvið fólk at taka sær av sínum
yngstu kreftum, sum jú skulu mynda
felagið seinni, sigur Jákup Mørk. Hann
undirstrikar, at pengarnir frá bæði UEFA
og Fótbóltssambandinum mugu fara til
rætta endamálið og á rætta stað.
Jákup Mørk spældi sjálvur fótbólt
á hægsta stig í Føroyum fyri 15 árum
síðani. Tá vóru so at siga eingir pengar
í fótbóltinum. Tað sama kann ikki
sigast í dag, men Jákup Mørk metir
ikki, at krøvini til leikararnar eru vaksin
nevnivert, og als ikki í mun til, hvussu
teir verða samsýntir.
– Kappingin er sjálvandi nakað longri
nú enn tá, og nøkur feløg venja eina
ferð meiri um vikuna. Men annars eru
krøvini ikki herd nakað, hóast spælarar
fáa fleiri túsund krónur um mánaðin. Og
tað er ikki rætt, heldur Jákup Mørk. Eftir
hansara tykki áttu feløgini at kunna sett
krøv um hvíld og styttri arbeiðsviku, tá
lønin er so høg.
– Leikararnir áttu eisini at verið meiri
virknir í feløgunum. Til dømis kundu teir
verið hjálparvenjari hjá onkrum yngri
liðið. Ímyndi tykkum hvønn íblástur og
áhuga, tað hevði givið 13 ára gomlum
dreingjum, um ein landsliðsleikari hjálpti
teimum undir venjing av og á, sigur
Jákup Mørk.
– Hetta er tó ikki støðan í dag, ásannar
Jákup Mørk, sum heldur at pengarnir
verða givnir alt ov lætt út.
Ikki pláss fyri sereginlei
kum
Nógv hevur verið tosað og skrivað
um ungar leikarar, sum fara til
royndarvenjingar ella fáa sáttmála við
útlendsk feløg. Enn er tó eingin, sum
kemur nær námind Toda Jónsson og
tað, hann avrikaði í FC Keypmannahavn.
Nær fáa vit aftur ein líknandi leikara at
síggja?
– Potentiali til nýggja Toda Jónsson
hevur Víkingur. Andreas Lava Olsen hevur
nakrar av somu serligu eginleikum, sum
Todi Jónsson hevði. Men vit eiga at vera
greið um, at tað gongur lang tíð ímillum
leikarar við somu evnum sum Todi. Og
so mugu vit eisini minnast, at frá tí Todi
fór til Danmarkar at spæla fótbólt gingu
eini sjey ár, áðrenn hann var á toppinum
hjá FCK og millum bestu leikararnar í
Danmark, minnir Jákup Mørk á.
Hann leggur síðani aftrat, at gongdin
í løtuni onkursvegna tykist at vera tann,
at leikarar ikki í sama mun sleppa at
menna serligu eginleikar sínar.
– Leikarar í dag skulu duga líka væl
at verja sum at leypa á. Líka væl at
takla sum at skjóta upp á mál. Tað er
rákið aðrastaðni, og tað er tað eisini
hjá okkum. Tí hava vit í dag bara ein
veruligan boksspælara. Tað er Arnbjørn
Hansen. Fyri nøkrum árum síðani høvdu
vit Súna Fríða Barbá, Kurt Mørkøre og
Uni Arge, vísir Jákup Mørk á.
Hinvegin hevur føroyskur fótbóltur
fleiri vælútbúnar føroyskar venjarar
enn fyri nøkrum árum síðani. Hetta er
at fegnast um, sigur Jákup Mørk, sum
eisini metir, at vit fara at síggja úrslit av
tí arbeiði, hesir nú eru farnir undir.
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Í blaðnum næsta hós
dag verður prátað við
Una Arge um sama evni
Føroyar eru næst vánaligasta landslið í Evropa. Vit hava ikki
fingið nakað stig í hvørki EM- ella HM undankapping síðan
2004. Seinastu árini hava vit raplað niður eftir styrkislistanum
hjá FIFA. Í løtuni liggja vit nummar 196 – bara 11 lond eru
aftan fyri okkum.
Sosialurin varpar komandi vikurnar ljós á keðiligu gongdina.
Vit leita eftir orsøkunum til, hví tað gongur so illa í hond og
spyrja hvat skal til fyri at venda óhepnu gongdini?
Lesið sjeynda part í røðini um kreppuna í føroyskum fótbólti.
8. partur
[ Nr. 154 - 14. august 2008 ]
37
– Fótbóltssambandið átti at
tryggjað sær, at pengarnir verða
brúktir sum teir skula. Til dømis
kundu teir valt, at partvíst lønt
ungdómsvenjarum hjá feløgum,
um hesir høvdu A-licens. Soleiðis
fekk venjarin ta lønina, hann hevur
uppiborið, samstundis sum felagið
fær vælútbúgvið fólk at taka sær av
sínum yngstu kreftum, sum jú skulu
mynda felagið seinni, sigur Jákup
Mørk