Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 154 - 14. august 2008 Í heyst kemur nýggj fløga frá Peturi Pólsyni. Hon er seinna studiofløgan hjá manninum aftaná døpru og væl umtóktu »Koma«, ið varð útgivin í november 2005. Enn er ivasamt, hvat heitið á fløguni verður, men arbeiðsheitið inntil víðari er »Toka« ella »Tokuljóð«, og við á nøkrum løgum eru gestasangarar og -tónleikarar so sum Ty Tabor (King's X), Pætur Zachariassen (Boys in a Band) og møguliga Jan Johansen og Sarah Hepburn (Glorybox, sum nú er undir nýggja navninum Zhaeng Zhaeng) og Emil Nikolajsen (Serena Maneesh). - Tað er nógv hent síðani »Koma«. Vit hava faktiskt verið í gongd við hesa nýggju utgávuna, síðani hin kom út. Allarfyrstu upptøkurnar vórðu gjørdar í mars í fjør, men tað steðgaði skjótt eitt sindur upp av ymsum orsøkum. Eg og Bogi (á Lakjuni, blaðkv.) byrjaðu so sjálvir at arrangera tónleikin við kassagittara og minidiski. Bogi flutti til Sandavágs fyrr í ár, og tá fór arbeiðið ordiliga í gongd, greiðir Petur frá um, hvussu arbeiðið við komandi fløguni byrjaði. Tónlistarlig samstørv Víðari greiðir Petur frá, at Bogi á Lakjuni hevur arrangerað tey flestu løgini á fløguni saman við sær. Harafturat er Bogi upptøku- og framleiðslustjóri, hevur arrangerað allar strúkararnar og spælir fleiri ljóðføri, m.a gittarar og tangentar. Afturat Boga á Lakjuni og Petur Pólson er Uni Árting á trummir og húsasniðgeving, Knút Háberg Eysturstein á tangentar, Eiler Hansen á gittara, Jens L. Thomsen á bass og Høgni Lisberg á trummir í tveimum løgum. Tríggjar ungar damur, Jensia Dam, Dorthea Dam og Óluva Dam, syngja gospelkór á nøkrum løgum. Ljóðblandi stendur Óli Poulsen fyri, og fløgan verður útgivin hjá Tutl. Síðst men ikki minst hevur Petur fingið sjálvan Ty Tabor úr King's X at leggja gittara til tað eina av løgunum, »Andvekur«. Eitt langt skot - Hugskotið til at fáa Ty Tabor við kom fram ein dagin, tá eg, Bogi og Jón (Tyril, blaðkv.) sótu og lurtaðu eftir nøkrum upp- tøkum, vit nýliga høvdu gjørt. Tá segði Jón, at hann helt tað ljóða sum King's X og Visible Fish í einum, sum er rættiliga stuttligt, tí eg og Bogi hava báðir verið limir í Visible Fish og hava altíð verið stórir fjepparar av King's X og Ty Tabor. Vit prátaðu um, at tað hevði verið stuttligt at havt hann við á fløguni og smáflentu eitt sindur eftir tí surrealistiska hugskotinum. - Men eg bleiv við at hugsa um hetta og fór so at leita á inter- netinum. Fann skjótt Ty Tabor á myspace og fann útav, at hann hevði studio í Texas, har hann sat og arbeiddi við upptøkum hjá King's X. Eg royndi so at skriva til hann. Segði pent halló, og at eg visti, at tað var eitt langt skot, men eg arbeiddi also við einari fløgu og kundi hugsað mær at havt hann við á henni. Eg fekk svar beinanvegin um, at hann vildi fegin vera við. - Aftaná nakrar vikur var hetta avgreitt ígjøgnum internetið, og lagið er í dag ein feit samanseting av King's X og Visible Fish ljóðmyndum. Hetta er heilt sikk- urt tað størsta tónleikaliga, sum eg nakrantíð havi droymt um. Tað einasta, sum kundi verið størri, var, um tað var Bono ella Eddie Vedder, annars slær einki hetta. - Eg vænti, at Jan Johansen og Sarah Hepburn úr Glorybox, sum nú hevur nýggja navnið Zhaeng Zhaeng, eisini koma at gesta á fløguni. Og so eri eg eisini í sam- skifti við Emil Nikolajsen úr Serena Maneesh um at spæla gitt- ara inn. Tað tosaði eg við hann um á G! Festival í fjør, men tíðir- nar mugu passa hjá fólki, og eg veit ikki enn, um tað fer at real- iserast ella ikki, greiðir Petur frá. Forskot við remiksum Ætlanin hjá Peturi er at leka okkurt út áðrenn sjálva útgávuna. Talan er um tvey remiks, sum fara at koma út á myspace, áðrenn fløgan verður útgivin. Eitt lag skal remiksast av Dennis Agerblad og Terja Messel úr duoini maður:glotti, ið herfyri var í Føroyum og spældi sína næstu konsert nakrantíð á klettunum, og eisini hevur gjørt eina egna, elektroniska útgávu av »Muscleman Blað« hjá 200. - Eg spurdi teir, og teir vóru við uppá tað. Eg gleði meg púra svakt nógv at hoyra tað. Afturat teimum hevur Jens L. Thomsen eisini víst áhuga í at remiksa eitt lag hjá mær, og tað sigi eg avgjørt ikki nei til, sigur Petur. Meira uppá allar mátar Spurdur, hvat innihaldið á fløguni er, og hvat tekstirnir snúgva seg um, svarar Petur, at hon er ógvu- liga álvarsom, men botnar í heilt øðrum, meira eksistentiellum evnum, enn fyrra fløgan gjørdi. - Á ein ella annan hátt vil eg Ljótari, penari, seksutari og rokkutari Petur Pólson Petur Pólson letur í næstum frá sær nýtt tónleikatilfar. Fyrst og fremst eina nýggja fløgu útgávu við einari rúgvu av góðum kremi á, eitt nú mæta gittarleikaranum Ty Tabor úr King's X, men afturat tí eisini tvey remiks av løgum hjá sær, harav eitt, sum verður gjørt av maður:glotti Løgini á Toka/Tokuljóð eru: 1. Flókar 2. Bivan 3. Mín sál er troytt 4. Alt á gosi 5. Mist 6. Gjóstur 7. Svart klæði fyri vindeygað 8. Blikalogn 9. Andvekur feat. Ty Tabor á gittara og Pætur Zachariassen á kór 10. Útlegd 11. Alt sum blómar 12. 15.55 Duettin maður:glotti fer at remiksa eitt lag hjá Peturi Pólson, sum væntandi kemur út á internetið, áðrenn nýggja fløgan verður útgivin Mynd: Uni Árting