Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-14, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 14. august 2008 39 gjarna misskiljast. Tekstirnir eru tilvitað ótýðiligir, soleiðis at teir kunnu tulkast. Gjøgnumgangandi evnið er toka, tokuljóð og landsløg. »Koma« var treytað av kenslum og tonkum í fyrsta persóni, men tað er hendan ikki, ella ikki so nógv. Á »Koma« høvdu løgini heiti eftir ávísum sinnistilstandum, men tað eri eg farin burtur frá. Lagið »Andvekur« er kanska tað mest ítøkiliga, men annars er tað nokso nógv eygleiðingar og spekulatiónir; tað er filosofist uttan nakran greiðan boðskap. Innihaldið er í grundini ótrúliga alvorligt. Kanska nógv for. Men tó ikki so persónligt alvorligt, sum »Koma« var. - »Koma« var fyri meg ein eksorsisma av djevlinum. Eins og nýliga útgivna yrkingasavnið hjá mær, »Hamskifti«, eisini er. Hend- an nýggja fløgan botnar í tíðini aftaná eksorsismuna og er eitt ógvuliga viktugt tónleikaverk fyri meg. Haldi eisini, at tað merkist á tónleikinum á henni, at hon er nógv, og at hon er nógv meira enn »Koma«. Onkur løg geva tær hug at dansa, onkur fáa teg at rista, nøkur gera sikkurt, at tú vilt heingja teg, og so eru aftur nøkur, sum fáa teg at shinfa og lovprísa. Fløgan er nógv ógvusligari uppá allar mátar; er ljótari, penari, seksutari, rokkutari, simpulthen bara meira; meira dansivinarligt, meira elektroniskt, og full on rokk 'n roll. Um eg sjálvur skal lýsa tónleikin, vil eg siga, at hann er umleið, sum tá Depeche Mode møta Spiritualized við einum fúlum krammi av rokki. Betri rakstrargrundarlag uttanlands Petur hevur skrivað avtalu við Tutl Touring. Hetta merkir, at hann, tá fløgan kemur út, auto- matiskt verður promoveraður og distribueraður í eitt nú Belgia, Sveits og Týsklandi, og kemur at spæla konsertir í hesum londum. Ætlanin er umframt hetta eisini at hava útgávukonsertir her í Føroyum. - Tað kann vera eitt sindur fløkjut at gera konsertir, tí tað er so skiftandi, hvør av tónleikar- unum er her í landinum og ikki. Men vit fara í hvussu er á nakrar venjingarlegur, áðrenn fløgan verður útgivin, har vit fara at venja nakrar ymiskar konstella- tiónir; eitt gjøgnumført live show, eitt intimt, eina DJ upp- seting og so sjálvandi eisini tað traditionella rokkuta. Hetta ger tað meira fleksibult hjá mær at fara út at spæla, serliga í útlondunum. - Eg vóni bara, at fløgan verð- ur væl distribuerað uttanlands, tí eg veit, at hon ikki hevur gott rakstrargrundarlag í Føroyum. Hon koyrir ikki eftir føroyskum kriterium. Fyri at kunna dáma tónleikin, mást tú dáma nøkur ting, sum mann ikki ger vanligt her. Tú fylgir nevniliga nøkrum premissum, tá tú tekur avgerð um, hvat tær dámar. Hoyrir tú okkurt nýtt singer/songwriter, fært tú allarhelst onkrar assosia- tiónir til Bob Dylan. Er tað balladu poppur, hugsar tú kanska Bryan Adams. Tónleikaliga organið er nevniliga ein stór familja. Tað hevur greiningar, røtur og uppruna, og fyri at dáma mín tónleik, mást tú kenna t.d Spacemen 3 og Spiritualized. Bogi brúkar nógv sína klassisku bakgrund. Hann hevur altíð dámt Bach og barokk, og tað hoyrist eisini aftur í tónleikinum. Tú mást velja nakrar fyrimyndir, bæði sum persónur og tónleikari. Trikkið er bara at ljóða egin og ikki vera eitt kopi av tínum fyrimyndum, greiðir Petur avgjørdur frá. »Toka« ella »Tokuljóð« er sett til at verða útgivin í november. Enn ber ikki til at lurta eftir henni á netinum, men um tú hevur hug at hoyra løg av »Koma«, og ikki hevur fløguna heima á hilluni, kanst tú gera tað á myspace.com/ peturpolson ístaðin. Í heyst kemur nýggj fløga frá Peturi Pólsyni. Hon er seinna studiofløgan hjá manninum aftaná døpru og væl umtóktu »Koma«, ið varð útgivin í november 2005 Mynd: Uni Árting Bólkur: Hjalti Joensen & Øssur Johannesen Heiti: Live 3 – 2 vetrarkvøld í Runavík og Klaksvík Plátufelag: Útgivin av Tutl 23. juni kom sjeynda fløgu- útgávan hjá Øssuri Johannesen. Hendan er tann triðja, hann hevur gjørt saman við Hjalta Joensen; hesaferð við live upp- tøkum og ikki studio innspæl- ingum, sum tað hevur verið hjá teimum báðum frammanundan. Øssur og Hjalti hava spælt tónleik saman í yvir 20 ár, og hetta hoyrist eisini væl saman- spæli teirra. Kemiin millum bassin og gittaran er ógvuliga góð og tað er samanhangur í, sjálvt um alt er rein improvisa- tión. Mær dámar væl tað ráða í tí; at tónleikurin er framførd- ur har púra erligt og spontant; at tað er so melodiøst og so skitið samstundis. Hetta er faktiskt tónleikur, sum tú blívur svakur av. Tað er skitsofrent og óruddiligt, men tað gevur meining alíkavæl. Tí hetta eru kenslur og tankar, sum ógvusliga blívur úttrykkt via tvey ljóðføri, ið meistra eitt heilt univers av ljóði, skróvi, rútmum og melodium. Tað ber illa til at lurta eftir hesari fløguni, uttan at fáa onkrar ítøkiligar tankar ella kenslur um eitthvør, ið antin órógvar, undrar ella gleðir teg. Tað stuttliga í tí er, at eg trúgvi, at eitt smábarn hevði undrast líka nógv um hetta sum t.d Faroe5 ella Lort í Býin. Eitt barn um 7-8 ára aldur hevði hildið, at tað stinkaði, tí tað brýtur so nógv frá tí vanliga, sum tað hevur vant seg við ígjøgnum barna- árini. Men hvar standa vit sum vaksin? Loyva vit okkum at undrast og vera opin, ella lata vit aftur fyri øllum, ið brýtur frá tí, sum vit eru vorðin von við ígjøgnum lívið? Hvør kann egentliga loyva sær at siga, hvat er vanligt og hvat ikki er? Hetta er í hvussu er nógv meira erligt enn nógv annað. Tað fer undir húðina, er ikki pregað av útsjónd, perfekt- heit, kulheit, orðum ella litum. Hetta er húðleyst erligt og gevur møguleika at assosiera til alt tað, ið ein vil. Tað er ikki radio poppur, men tað er heldur ikki negativt. Eg vil mæla fólki til at geva tí ein møguleika og lurta eina løtu eftir »Live 3 – 2 vetrar- kvøld í Runavík og Klaksvík«. Vita, um tað ikki er okkurt, sum eisini tú kennir aftur í tón- leikinum, og um ikki tú fært upplivað nakað ígjøgnum hann. Fløgan fær í øllum førum fýra av seks stjørnum frá mær. Fløgu ummæli: Húðleyst erlig improvisatión Í næstu viku kanst tú lesa ummæli av Land hjá maður: glotti, Poems in Sound hjá Rasmus Rasmussen og Black Diamond Train hjá Boys in a Band ★★★★ Hjalti Joensen og Øssur Johannesen