Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 155 - 15. august 2008 Russiska bannið av før­ oyskum alifiski kemur at kosta vinnuni einar 10 mió. krónur, sigur formaðurin í Hav­ búnaðarfelagnum. Hann viðgongur, at viðurskiftini ikki hava verið í lagi allastaðni, men er sera bilsin yvir, at alivinnan ikki fær neyðuga skotbráðið til at fáa viðurskiftini í rættlag, áðrenn bann­ ið verður sett í gildi InnflutnIngsbann Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Umboðið fyri alivinnuna, Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, er ikki ósamdur við russum í, at ikki øll viðurskifti hava verið í lagi, tá russisku kanningarfólkini vitjaðu í mei. Tað sum hinvegin ger hann bilsnan, at vinnan ikki fær møguleika at fáa rætta skeivleikarnar, áðrenn bannið kemur í gildi. Vanligt er, at man tekur ein fund aftan á fyri at viðgera tey punktini, sum eru at finnast at. Ein slíkur fundur kom ongantíð í lag, tí russarnir søgdu, at teir bara savnaðu upplýsingar inn, meðan aðrir myndug­ leikar skuldu taka støðu út frá hesum, sigur Ragnar Joensen. Hann heldur, at minst helvtin av punktunum, sum russar finnast at, botnar í vánaligum samskifti. Nógv av hesum eru smáting, sum vit høvdu kunnað komið til sættis um. Til dømis stóð ein spary­ dunkur einastaðni, sum teir ikki meintu kundi vera har, men tað er skeivt. Hesin er góðkendur at kunna standa, har hann stóð. Vit mugu ikki gloyma, at øll virkini eru góðkend av Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni, sigur Ragnar Joensen. Russar seta ymisk serkrøv, sum onnur lond ikki gera. Til dømis at onki træ má finnast nakrastaðni, men tá træið er viðgjørt og hevur ein glatta yvirflatu, er tað líka gott sum annað mater­ iali, vísir aliformaðurin á. Ragnar Joensen heldur eisini, at russar seta nøkur krøv, sum ikki ber til at ganga á møti. Til dømis, at sláturvirkini skulu vera innihegnaði. Slík krøv ber ikki til at lúka, tí vit mugu hava fría atgongd til kaikantin. Hettqa er heldur ikki neyð­ ugt, tí sjálv virkini eru avstongd, og tað er líka gott, sum at avhegna tey. Aliformaðurin metir, at bannið hjá russum kemur at kosta vinnuni einar 10 mió. krónur árliga. Tað finnast seks slátur­ virkir í Føroyum. Tey liggja í Kollafirði, á Strondum, Glyvrum, í Klaksvík, Sørvági og Vági. Russiski konsulin í Føroyum heldur, at alivinnan sjálv hevur skuldina av, at russar nú seta bann fyri innflutning av føroyskum alifiski. Russararnir vóru her longu í mei, og tí skuldi alivinnan fyri langari tíð síðani havt fingið viðurskiftini í rættlag, áðrenn bann­ ið gjørdist veruleiki, vísir Árni Dam á InnflutnIngsbann Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo At russar nú seta bann fyri innflutningi av føroyskum alifiski, kemur ikki óvart á russiska konsulin í Før­ oyum, Árna Dam, sum eis­ ini er stjóri í Faroe Agency, ið umboðar tey flestu russaraskipini, sum leggja í føroyska havn. Fyri tað fyrsta vóru russ­ isku kanningarfólkini longu her í mei, og tí skuldi góð tíð verið at fingið hesi viðurskiftini upp á pláss. Fyri tað næsta fekk alivinn­ an longu tá at vita, og tað stóð heilt galið til nógvastaðni, og tí hevur ikki trotið við ávaringar­ klokkum. Hetta er sera óheppið fyri Føroyar, sigur Árni Dam. Russiski konsulin er sera harmur um støðuna og hevur verið í samband við russisku ambassaduna í Danmark fyri at greiða teimum frá støðuni, men at tey onki kunnu gera fyri at loysa trupulleikan. Hesin má loysast í Føroyum. Tað er ongin ivi um, at arbeiðið við at gera ábøt­ urnar hevur gingið alt ov seint, og eg meini tað er ov bíligt at siga, at talan er um bagatellir, sum russar finnast at. Tá man arbeiðir við slíkum, og tá talan er um nógvar pengar, ið standa upp á spæl, so ber ikki til at sløsa við reinførinum, sigur Árni Dam, sum sigur seg vita um, at tað hevur staðið ein rustað og skitin trillibør inni á einum virki, og hetta var natúrliga nakað, sum russar als ikki kundu góðtaka. Spurdur um, hvat kann loysa upp fyri støðuni, so føroyska alivinnan aftur sleppur at útflyta alifisk til Ruslands, sigur Árni Dam, at tað einasta er at fáa rætta skeivleikarnar og at taka dialog upp við russararnar. Russsiski marknaðurin er spennandi, tí hann stendur í stórum vøkstri. Tí mugu við fáa viðuskriftini upp á plass beinanvegin, sigur Árni Dam. Alivinnan sjuskar Bann kostar alivinnu 10 mió Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Ragnar Joensen, heldur, at russar hava rætt í nøkrum av teirra atfinningum, men at teir eisini seta krøv, sum tað er ómøguligt hjá føroysku alivinnuni at liva upp til Mynd: Álvur Haraldsen SKEIÐ til byrjarar 2. og 3. september ’08 Synergit5W“SH“UBt5ØSTIBWOtXXXTZOFSHJGPtTZOFSHJ!TZOFSHJGP #&--  t'"9  tTLZQFTZOFSHJBTB Excel I - tey fyrstu fetini Situr tú enn við roknimaskinuniPHIZHHVS FJUU TJOEVS “WVOETKÞLVS FGUJSUFJNVN TVN CBSB UBTUB BMU JOO È &YDFM PH WVQUJ  TP FS ÞSTMJUJ§LMÈSU &MMBCSÞLBSPHIFWVSUÞLBOTLB CSÞLU&YDFMÓNJOOJNVO NFOLVOEJIVHTB USBUMSUGPSSJUJ§IFJMUGSÈHSVOEJOJ  Tað er nú tú hevur møguleikanBUMSBPH GÈBTUØSBHMF§JBW&YDFM,PNÈEBHBTLFJ§ TBNBOWJ§UÓOVNMÓLVNPHGÈ&YDFMESFZNJO VQQGZMUBO 5FLOB§UFHTLKØUBTU UÓQMÈTTJ§FS TFSBBWNBSLB§ Um Excel &YDFMFSFJUUSPLOJBSL IBSUB§FSN“HVMJHUBU BSCFJ§B WJ§ U“MVN PH HSBGVN VQQÈ BMMBS IVHTBOEJ PH ØIVHTBOEJ  IUUJS 7J§ BU MVUUBLBÈIFTVNTLFJ§OVN GSUUÞHSVOEMFH HKBOEJLVOOMFJLBUJM&YDFM5ÞMSJSUSNFTU CSÞLUV PH NFTU Uâ§BOEJ GVOLVSOBS "GUBOÈ TLFJ§J§LBOTUUÞCSÞLBPHGÈBTUØSBHMF§JBW GPSSJUJOVNÓUÓOVNEBHMJHBBSCFJ§J Skeiðið vendir sær til tey TVNIBWBIVHUJM  KBLBOTLBÓMPOHSJUÓ§IBWBIBWUIVHUJM BUMSB USHSVOEMFHHKBOEJ Uâ§BOEJPHNFTUCSÞLUV GVOLVSOBSÓ&YDFM Tú hevur lítlar ella ongarSPZOEJSWJ§&YDFM GSBNNBOVOEBO  NFO WJU SPLOB WJ§  BU UÞ IFWVSBSCFJUUWJ§UFMEVȧVS Tilmelding og les meira VN TLFJ§J§ È IFJNBTÓ§V PLLBSB  XXXTZOFSHJGP5Þ FSU FJTJOJWMLPNJOBUSJOHKB Vælkomin til tiltøk hjá Synergi Hjálparbólkur fyri móðurmerkjakrabba Føroya Felag móti Krabbameini tekur nú stig til at skipa ein bólk fyri tey, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabba. Tilburðir av húð­ og móðurmerkjakrabba í Føroyum eru øktir sera nógv seinastu, og er ov nógv sól og solarium høvuðsorsøkin. Føroya Felag móti Krabbameini fær javnan fyrispurningar frá fólki, sum hava móðurmerkjakrabba og ynskja at tosa við onnur í somu støðu. Sjálvhjálpanarbókurin verður skipaður á fundi á Hotel Hafnia mikukvøldið 20. august klokkan 19, har Thomas Norman Dam, húðlækni, eisini fer at hava fyrilestur um húðkrabba og móðurmerkjakrabba. Tilmelding til tiltakið fer fram hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Telefon 317959 ella 217957 áðrenn 19. august klokkan 15.