Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 155 - 15. august 2008 - Tórbjørn Jacobsen, fiskimálaráðharri, hevur longu víst, at hann einki skilagott hevur at tilføra føroyskari fiskivinnu. Hann hevur víst seg at vera nøgdan við leiklutin, sum tann forlongdi armurin hjá Fiskirannsóknar- stovuni, og harvið koyrir hann stóran part av vinnuni sama veg, sum hann fór sjálvur, sigur Bjarni D. Jacobsen, sum er við trolbátinum Skálafossi Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Eg haldi, at bátarnir í bólki 4T, har eg havi mítt dagliga yrki, eru endaðir á einum skeivum spori í tí samlaða orðaskiftinum um skerjing av fiskidøgum. Tað sigur Bjarni D. Jacobsen úr Vestmanna, sum er fiskimaður og nevndarlimur í Felagnum Trolbátar. Hann hevur vent sær til blaðið, tí hann ynskir at gera nakrar viðmerkingar til málið um fiskidagar við denti á tann bólkin, hann fiskar í, bólkur 4T. - Lat meg gera greitt beinanvegin, at bólkur 4T er einasti skipabólkur í landinum, sum beinleiðis ger nakað fyri at skilja tosk og hýsu frá eitt nú flatfiski og øðrum fiskasløgum. Hetta verður gjørt við innsettari rist í trolinum. Saman við okkum hava vit eitt krav í okkara útskrivaða loyvi til landleiðina, sum sigur, at í mesta lagi 35% av okkara veiði má vera toskur og/ella hýsa. Um hetta ikki verður hildið, verða vit sektaðir sambært reglum um ólógligan fiski- skap. Bjarni vísir á, at ristin og kravið um veiðisamanseting eru í sjálvum sær haldgóð grundgeving fyri, at bólkur 4T als ikki eigur at verða skerdur í døgum. Livir av flatfiski - Havast skal eisini í huga, at bólkur 4T bert fiskar umleið 6% av samlada toskinum, sum kemur upp á land. Samstundis er hesin bólkur hin einasti, sum brúkar allar tillutaðar dagar og harvið noyðist til aðrar bólkar, tá tríggir mánaðir eru eftir av árinum, at út- vega sær tey seinastu 20% av døgum, sum skulu til. Hann vísir á, at trupul- leikin verður bara nógv størri komandi ár, tí tá verða eingir dagar til yvurs i hinum bólkunum at lata bólki 4T. - Í mínari verð hevði tað verið ein stór skerjing í sær sjálvum bara at latið bólk 4T fingið frið, samstundis sum hinir bólkarnir vera skornir tey 20%, sum tað letur til. Tá hava myndug- leikarnir nevniliga tikið møguleikan frá bólki 4T at tilføra sær nakrar dagar, tá tríggir mánaðir eru eftir av árinum. Bjarni heldur, at hesin bólkur kundi yvirlivað ein minni niðurskurð, tó í mesta lagi 10%. - Hetta er tó treytað av, at skipanin upp á skift hevði økir opin á landleiðini – og ikki somu leiðir ár eftir ár, leggur hann aftrat. Hann sigur, at tað, sum bólkur 4T livir av, er flat- fiskur og ikki toskur. - Tí meini eg, at tað er grundleggjandi skeivt at skerja henda bólkin vid 20% og harvið gera enda á fiskiskapi eftir flatfiski undir Føroyum. Tað fyrikemur mær, at Fiskirannsóknarstovan og umsitingin bert duga at fáa eyga á trupulleikar í staðin fyri møguleikar í bólkinum 4T – og í heila tikið í sam- bandi við veiði eftir flat- fiski. Hetta er spell, tí teir, sum hava fingist vid troling á landleiðini, vita allir, at munandi meira kundi fing- ist burtur úr, um rætt varð atborið, sigur fiskimaðurin. »Fisherman’s friend« Og Bjarni heldur fram: Eg haldi, at Tórbjørn Jacobsen, fiskimálaráðarri, longu hevur víst, at hann einki skilagott hevur at tilføra føroyskari fiskivinnu. Hann hevur víst seg at vera nøgdan við leiklutin, sum tann forlongdi armurin hjá Fiskirannsóknarstovuni, og harvið koyrir hann stóran part av vinnuni sama veg, sum hann fór sjálvur. At enda setir fiskimaðurin spurningin, um fiskimála- ráðharrin man dáma drykk- in ”fisherman's friend”. Og so leggur hann í sama viðfangi aftrat: - Men Tórbjørn verður í hvussu er mettur sum alt annað enn fiskimannavinur millum føroyskar fiskimenn. Nevndarlimurin í Felag- num Trolbátar hevur at enda hesa áheitan á ting- limir, umsiting og Fiski- rannsóknarstovuna: - Roynið saman við vinn- uni allar teir óbrúktu møgu- leikar sum eru og leggið upp til at fáa meira flatfisk til lands heldur enn at avhøvda bólkin og soleiðis lata stór virðir fara fyri bakka, sigur Bjarni D. Jacobsen. Trolbátar tryggja okkum flatfisk - Eg meini, at tað er grundleggjandi skeivt at skerja trolbátarnar við 20% og harvið gera enda á fiskiskapi eftir flatfiski undir Føroyum, sigur Bjarni D. Jacobsen Bjarni D. Jacobsen er nevndarlimur í Felagnum Trolbátar og siglir við trolbátinum Skálafossi úr Vestmanna Vinarbýir hittast í Klaksvík Veðrið er av tí allar fagrasta, nú vinarbýarfundurin er settur í Klaksvík, sum fyllir 100 ár. Umboð fyri allar vinarbýirnar hjá Klaksvíkar kommunu eru til staðar. Býirnir eru Norrkøping í Svøríki, Tampere í Finnlandi, Odense í Danmark, Kópavogur í Íslandi og Sisimiut í Grønlandi.