Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 155 - 15. august 2008 Dansur á bryggjuni á Tvøroyri Mangt er á skránni um vikuskiftið, eisini í Suðuroynni. Leygarkvøldið verður ”Dans på brygga” á Tvøroyri, har bólkurin 005 spælir góðan dansitónleik, bæði yngri og eldri tónar. Bæði Pubbin og Seglloftið hjá Thomsen eru opin, meðan dansur er. Tað er 18 ára aldursmark at sleppa inn á Pubbina og Seglloftið. Í kvøld spæla Tróndur Enni og Uni R. Debess á Pubbini. Tiltøkini byrja ávíkavíst klokkan 23:00 og 23:30. NÝTT SKEIÐ 4. og 5. september ’08 Synergit5W“SH“UBt5ØSTIBWOtXXXTZOFSHJGPtTZOFSHJ!TZOFSHJGP #&--  t'"9  tTLZQFTZOFSHJBTB -VUUBLBSJÓWÈS “...tað besta telduskeiðið eg nakrantíð havi verið á...” The very best of Word, Excel, Outlook & PowerPoint Brúkar tú8PSE 0VUMPPL &YDFMPH1PXFS 1PJOU Ó UÓOVN EBHMJHB BSCFJ§J  (K“SU UÞ UJOHJOJVQQÈUBOOØTNBSUBNÈUBOWJ§GVMU BWVNWFHVN  Kundi tú hugsa tærBUöOHJ§FJOMUUBSJ EBHMJHEBHWJ§IKÈMQBWGPSSJUVOVN 4WBSBS UÞ KB VQQÈ IFTBS TQVSOJOHBS  FS TUVOEJO LPNJO BU BSCFJ§B FJUU TJOEVS TNBSUBSJ PH HBHOOâUB UFZ BNCP§ UÞ MPOHV BMMÓLBWM IFWVS Skeiðið hevur fingiðTFSBHاBSFGUJSNFU- JOHBS Max. 14 luttakarar Tilmelding -FT NFJSB PH UFLOB UFH È IFJNBTÓ§V PLLBSB È XXXTZOFSHJGP t UFM #&-- (322355) Tú lærir alt millum himmal og jørð VNNZOEJStCSPUUBMWVStTUØSTLK“MtCS“W UFMEVQPTUBS t FUJLFUUJS t TBNBOTQMJ§ NJMMVN8PSEPHIJOJ0óDFGPSSJUJOJtTUâSB UFMEVQPTUVOVNtLBMFOEBSJOtGVOEBSJOO- LBMMJOHtBWUBMVStVQQHÈWVGVOLBOtLPOUBL- UQFSTØOBS t UÓ§JOEJ UJM LVOEBS GPSNMBS GPSNBUFSBDFMMJStLPMPOOJStSFLLKVSt“SL öOOBEBUBtZWJSMJUZWJSTUØSBSNPOHEJSBW VQQMâTJOHVN t JOOJIBMETZWJSMJU t öMUVS TLJMKJOH t TVCUPUBMJS t SJUNZOEJS t GPSNBS UFLOJBNCP§ t N“HVMFJLBS WJ§ TMاVN t LPQJFSBGSÈFYDFMVQQÈUBOOöYBNÈUBO Vælkomin UJMUJMU“LIKÈ4ZOFSHJ - Um ætlaðu skerjing- arnar av fiskidøgum koma ígjøgnum, kunnu hesar fáa stórar avleiðinga fyri fiskimenn, reið- arar og flakafólk, sigur Óli M. Lassen, reiðari, sum í hesi samrøðuni í stuttum greiðir frá nøkrum av avleiðingunum Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Óli M. Lassen, sum er reiðari á Jákupi B og útróðrarbátinum Líðhamri, sigur, at ein línu­ bátur, sum missir stívliga 20 vanligar fiskidagar og stív­ liga 30 fiskidagar á Føroya­ banka, missir 2 miljónir krónur í sølu. ­ Í eini slíkari sølu er 1 miljón krónur manningar­ partur, og tað merkir, at ein dekkari missir 50.000 krónur í hýru um árið, sigur Óli. Hann vísir á, at um ein stórur útróðrarbátur missir 20 fiskidagar, svarar tað til, at hann missir einar 800.000 krónur í sølu. ­ Hýra við frítíðarløn er umleið 3.000 krónur hvønn túrin, og tað merkir, at ein útróðrarmaður missir um­ leið 60.000 krónur í inntøku um árið. Óli sigur, at ein skerjing í fiskidøgum upp á 20% soleiðis fer at fáa víttfevndar avleiðingar fyri fiskiflotan, manningarnar og tey flakafólk, sum virka fiskin á landi. ­ Hjá línuskipum og útróðrarbátum er tað mest sum ómøguligt at útvega sær eyka fiskidagar, sjálvt um tað liggja óbrúktir dagar hjá teimum smærru útróðrarbátunum. Reiðarin vísir á, at tá ið hesir bátar ikki hava brúkt 60% av hesum døgum árið fyri, kunnu teir ikki selja dagar. ­ Hjá línuflotanum er tørvurin á fiskidøgum stór­ ur og við vánaligum rakstri hava línuskipini eisini torført við at fíggja keyp av fiskidøgum, sigur hann. Akademiskt tos Sum flestum kunnugt eru flestu línuskip yvir 30 ára gomul, og útróðrarflotin er langt yvir 40 ár. Her er soleiðis talan um ein gamlan flota. Óli sigur, at umleið 45 útróðrarbátar eru farnir úr flotanum síðan miðskeiðis í nítiárunum. ­ Samstundis liggur ein ørgrynna av stórum útróðra­ rbátum við bryggju, og einstøk línuskip hava eisini ligið ein stóran part av árinum, men hetta verður líkasum ikki tikið við, sigur hann. Reiðarin heldur, at hav­ rannsóknarskipið Magnus Heinason man vera eitt hitt ófiskiligasta skipið í flotanum. ­ Eg haldi tað vera al­ neyðugt, at vit gera sum eitt nú norðmenn gera og hava annað skip, ið togar á somu leiðum sum havrannsókn­ arskipið fyri at prógva, hvussu ófiskiligir teir eru, sigur Óli M. Lassen. Avleiðingar av skerdum fiskidøgum Hóast arbeiðara- feløgini í Samtaki í gjár alment mót- mæltu skerjing av fiskidøgum, søgdu feløgini aftanfyri samtakið fyrr í summ- ar, at munadygg tiltøk mugu setast í verk sum kunnu tryggja, at toskurin og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki Fiskidagar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í yvirlýsing í gjár mótmæltu feløgini í Samtak, sum eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, at meirilutin í løgtinginum vil lækka fiskidagatalið so ógvusliga, at hetta ikki bert fer at fáa avleiðingar fyri fiski­og útróðrarmenn, men eisini fer at skapa enn vána­ ligari livikor fyri vanliga arbeiðsfólkið á landi. Samtak sigur í yvir­ lýsingini, at feløgini mót­ mæla harðliga teimum inntrivum, sum løgtingið hevur ætlanir um at fremja. ­ Hesar skerjingar, sum løgtingið nú ætlar at fremja, vísa okkum enn einaferð, at teir politikarar, sum hava sagt seg vilja verja fiski­ mannin og vanliga løn­ takaran, als ikki vísa virðing fyri hesum samfelags­ bólkum, siga arbeiðara­ feløgini í Samtak. Bað um lækking Á heimasíðuni hjá Samtak, 7. juli í ár, er ein onnur yvirlýsing, har somu feløg harmast um, at fiskastovn­ arnir ikki hava verið betri røktir seinastu árini. ­ Feløgini vóna veruliga, at landsstýri og løgting taka henda spurning í álvara og gera nøkur munadygg tiltøk, sum kunna vera við til at tryggja, at toskurin og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki. Men rætt skal vera rætt. Feløgini í Samtaki søgdu eisini í yvirlýsingini 7. juli, at landsstýrið eigur at hugsa seg sera væl um, áðrenn farið verður undir at gera stórar broytingar. ­ Ansast má væl eftir, at tær broytingar, ið landsstýrið fremur, ikki ganga útyvir fólkið, ið hevur sítt livibreyð í fiskivinnuni, sigur Samtak. Samtak bað um vernd 7. juli søgdu feløgini í Samtaki, har Føroya Fiskimannafelag eisini er við, at landsstýri og løgting mugu gera munadygg tiltøk, sum kunna vera við til at tryggja, at toskur og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur. Í gjár mótmæltu arbeiðarafeløgini ætlaðum niðurskurði í fiskidøgum Óli M. Lassen, reiðari á Jákupi B og Líðhamri Mynd: Vilmund Jacobsen