fríggjadagur 15. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 155 - 15. august 2008
Fyrr í ár legði
Íverksetarahúsið í
Klaksvík eina ætlan
fyri Mentamálaráðið
um íverksetan í
fólkaskúlan. Hetta
skal gerast undir
heitinum »Samfelagið
inn í skúlan, og
næmingarnir út í
heim«
Skúli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Meðan vit bíða
eftir, hvat skal henda við
hesi ætlan, er Young Enter-
prise komið væl áleiðis við
júst hesum sama í Danmark,
verður sagt úr Íverksetara-
húsinum í Klaksvík.
Her hava ikki færri enn
10.000 skúlanæmingar havt
íverksetan sum lærugrein
seinasta skúlaár.
Í hesi vikuni fara ikki
færri enn 65.000 børn frá
árganginum 2002 at seta
hol á eina langa og tíðar-
krevjandi skúlatilveru runt
í Danmark. Hetta hendir,
hóast tey bert eru seks-sjey
ára gomul.
Nú fara fleiri teirra longu
hetta skúlaárið at nema sær
kunning á íverksetaraøki-
num og innan rakstur av
fyritøku.
Kanska
fara
føroysk
skúlabørn at luttaka í hesum
sama um nøkur ár!
Skapar dynamikk
Støðan í Danmark er hon,
at fleiri og fleiri skúlar er
byrjaðir at seta íverksetan á
tímatalvuna.
Til hetta høvið hevur Young
Enterprise ment eina út-
búgvingartilgongd við frá-
lærutilfari um íverksetan til
øll floksstig í fólkaskúlanum.
Hetta fingu heili 10.000
næmingar høvið at royna í
fjør, mótvegis 3.500 árið
fyri. Samanlagt 173 fólka-
skúlar eru limir í sjálv-
støðuga grunninum, Young
Enterprise, og væntandi fer
hetta talið at økjast til hetta
skúlaárið.
- Alsamt fleiri skúlar hava
latið eyguni upp fyri týdn-
inginum av at kunna næm-
ingarnir um teir mongu íver
ksetaramøguleikarnir, sum
heimurin hevur at bjóða.
Hetta verður móttikið ser-
stakliga
positivt,
sigur
Dansk Erhverv, har stjóra-
konsulenturin Søren Friis
Larsen fegnast um tølini.
Hann vónar, at átakið fer
at røkka út á enn fleiri
skúlar í framtíðini. Sambært
honum hevur íverksetan
stóran týdning fyri danskt
vinnulív.
- Tað gevur dynamikk og
eina menning, sum eisini
kann rippa upp í tí verandi
vinnulívinum.
- Tað er tískil umráðandi
at fáa íverksetan inn í
skúlaskipanina, tí tað kann
verða við til at skapa enn
fleiri íverksetarar og ágrýtin
arbeiðsfólk, sum støðugt
kunnu víðarimenna fyri-
tøkur, sum vit longu kenna
í núverandi vinnulívinum,
sigur Søren Friis Larsen.
Stórur áhugi er at
búseta seg í vestastu
kommununi. Seinastu
árini eru 20 nýggj
sethús bygd í nýggj
astu útstykkingini í
Sørvági
Bygging
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sørvágur: Tað tók ikki
langa
tíð,
frá
fyrstu
grundøkini vóru tøk, til
fólk fóru undir at byggja í
Hagagerði.
Kommunan hevði í eina
tíð arbeitt við at gera sítt til,
at tey ið høvdu hug at
búseta seg í Sørvági, kundu
fáa grundøki til tess.
Longu fyrst í januar mán-
aði í fjør vóru tvey hús
komin upp at standa her,
ovarlaga í bygdini, hóast
hávetur var.
Í dag ber til at staðfesta,
at øll grundøkini í hesum
økinum eru seld, samstundis
sum eini 12 onnur øki eru
planerað og klár at selja.
Sambært borgarstjóran-
um, Jákup Suna Lauritsen
hevur
kommunan
ikki
nakrar umsóknir liggjandi
um byggiloyvi.
- Hevur onkur áhuga í
einum grundøki, er bara at
seta seg í samband við
okkum, sigur hann.
Vaksandi fólkatal
Hyggur ein eftir fókatalinum
í Sørvági, so hevur tað verið
í støðugum vøkstri tey
seinastu mongu árini.
Undir kreppuni fyrst í
90’unum og árini frameftir
minkaði fólkatalið nakað,
til tað var lægst í 2000 tá
tað einans búðu 886 fólk í
Sørvági.
Síðani tók talið at vaksa,
og fór í februar mánaði í ár
á fyrsta sinni síðani 1990
upp um 1000 íbúgvar.
Umframt
nevndu
út-
stykkingarnar í Sørvági, er
útstykkjað fyri seks grund-
økjum í Bø og sum øll eru
seld, umframt eini sethús
sum eru í gerð í Gásadali.
Seinastu hagtølini frá
Hagstovuni vísa, at 1. juni í
ár búði 1006 fólk í Sørvági.
Í øllum teimum fýra bygd-
unum í kommununi –
Sørvági, Bø, Gásadali og
Mykinesi – búgva íalt 1.111
fólk.
Verða tey 12 tøku grund-
økini seld í næstum, bendir alt
á at íbúgvaratalið er at vaksa
enn meiri í kommununi.
Grundøki tøk hóast nógv er bygt
Nógv grundøki eru seld í Sørvági, og fleiri eru til sølu
Fleiri næmingar fáa undirvísing í íverksetan
Grønlandsbankin minni avlop
Grønlandsbankin hevði 42,7 milliónir krónur í avlopi fyrra hálvár, men tað var
einar 20 milliónir krónur minni enn í sama tíðarskeiði í 2007, sigur grønlendska
kringvarpið. Orsøkin er fyrst og fremst kurstap av virðisbrøvum. Harafturímóti
vísir roknskapurin, at inntøkurnar hjá bankanum vóru 7,2 prosent størri enn fyrra
hálvár í fjør. Leiðslan skrivar í frágreiðing til roknskapin, at grønlendski
búskapurin hevur tað gott, og at útlitini eru góð fyri seinna hálvár.
Grønlendingar skeiva viðferð
Danski vælferðarráðharrin Karen Jespersen vil hava at vita, hví tíggju
grønlendskar familjur hava fingið boð um at flyta úr Gellerup Parkini í
Århus. Í brævi til borgarstjóran í Århus kommunu, Nicolas Wammen,
skrivar ráðharrin, at tær grønlendsku familjurnar fingu ikki frið fyri
ungum muslimum í Gellerup Parkini, men at tað kortini vóru tær
grønlendsku familjurnar, sum blivu fluttar. Sambært borgarstjóranum
bóðu tær tíggju familjurnar um at fáa annað pláss at búgva í.