fríggjadagur 15. august 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 155 - 15. august 2008
tíðindi
Hundur beit smágentu í andlitið
10 ára gamla Silje var
heppin, at hon ikki
misti sjónina, tá hon
varð bitin í andlitið av
einum leysum hundi
í Skopun leygardagin.
Hundurin gongur enn
leysur.
Hundaóskil
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Alvur Haraldsen og
privatar
Leysir hundar eru til stóran
ampa hjá nógvum børnum
og foreldrum kring alt
landið.
Í síðstu viku kundi verið
heilt galið hjá 10 ára gomlu
Silje, sum var illa hundbitin
í andlitið, bert fáar milli
metrar undir eyganum.
Tað, sum hjá 10 ára
gomlu Silju skuldu vera 14
hugnaligir summarferiudag
ar heima í Føroyum saman
við ommuni, endaði við, at
hon varð so illa hundbitin
av einum leysum hundi í
Skopun, at hon ikki hevur
verið úti og spælt síðani.
Silje og omman eru
heima í Føroyum úr Norra,
har tær búgva. Omman er
føroysk og hevur búð í
Norra í 51 ár. Tí bjóðaði
hon Silju við sær heim til
Skopunar at ferðast í 14
dagar.
Meldað til fánýtis
Hóast
fleiri
foreldur
í
grannalagnum hava kært
seg til politiið, gongur
hundurin enn leysur og er
til ampa hjá foreldrum og
børnum.
Silje hevur ikki torað út
at spæla einsamøll, síðan
hon varð bitin leygardagin,
sigur Malfrid, omma Silj.
Hon greiðir frá, at Silje fór
yvir til hundin og kíndi
honum, tá hann beit hana í
andlitið og í hálsin. Silje
eigur sjálv hund og er trygg
við hundar, og hon skilur
ikki, hví hundurin beit seg.
Sjálvandi skulu børn
ikki fara til fremmandar
hundar. Men børn eru børn
og hundar skulu vera í
tjóðri ella innigirdir, so
børn ikki sleppa til teir,
sigur omman.
Djúpt sár undir
eyganum
Av tí, at Silje bløddi illa í
andlitinum
og
undir
eyganum, fóru tey til lækna
við
henni.
Har
var
niðurstøðan soljóðandi: 1
djúpt 1 cm langt bitsár á
niðara vinstra eygnaloki. 2
bitsár (2 cm og 1 cm) á
vinstra
kjálka.
Skavsár,
helst frá hundalabba, á
høgra kjálka, sum er 5 cm
langt, og undir høkuni
vinstru megin, eisini 5 cm
langt. Viðgerð: Stívkrampa
vaccina og fyribyrgjandi
penicillinkur.
Børn ella hundar
girðast inni
Ì grannalagnum, har Silje
varð bitin, ganga hundar
ofta
leysir.
Sosialurin
prátaði við fleiri foreldur
har um leiðir, og semja var
um, at tey hava stóran ampa
av leysu hundunum.
Eitt nú systrarnar Annika
og Guðrið, sum búgva hús
um hús við familjum og
børnum. Tilsamans eiga tær
fimm børn millum eitt og 8
ár, sum ofta spæla uttan fyri
húsini. Tær, og onnur við
teimum, hava ofta kært seg
um leysar hundar, bæði hjá
kommununi og løgregluni.
Men hóast kommunan fleiri
ferðir hevur sent skriv út til
húskini í bygdini, er skilið
óbroytt. Málið um Silje
hava tær eisini meldað fleiri
ferðir, síðan tað hendi.
Tað er nógv fyri, at
hundarnir
ganga
leysir,
meðan børnini mugu girðast
inni. Politiið ger onki, tí tað
er ikki lógarkrav, at hundar
skulu drepast, um teir bíta.
Og ein bót ger ongan mun,
tí teir ganga leysir aftur við
sama lag aftaná, siga tær,
og staðfesta, at vanliga er
tað ongin trupulleiki, men
at nú hundurin hevur bitið,
má tað fáa avleiðingar.
Skopun átti at verið eitt
paradís hjá børnum. Men
øll
bygdin
líðir
undir
hesum, og vit spyrja bara,
hvat skal til, fyri at tað skal
fáa avleiðingar.
Ovbyrjaður politistur
Vit funnu politistin í Sand
oynni, Høgni í Dali, á
Sandi. Hann visti um tru
pulleikarnar við hundunum
í Skopun..
Hundaeigarin fær eina
bót, tí hann ikki hevur havt
hundin
í
tjóðri
ella
innigirdan, og helst tekur
eigarin hann av døgum.
Men eg kann ikki áleggja
nøkrum nakað, tí sambært
lógini er tað ikki eitt krav,
at hundar skulu avlívast,
um teir bíta fólk ella fæ.
Men teir kunnu avlívast,
sigur politisturin, sum ikki
hevur gjørt nakað við málið
hesa vikuna, tí hann hevur
verið undirdíktur í arbeiði.
Hava fult tamarhald
Hundarnir,
sum
ganga
leysir, eru seyðahundar hjá
einum bónda. Vit ringdu til
foreldur hansara, tí hann
var ikki at hitta og tað er
uttan fyri teirra hús, at
hundarnir ganga, tá sonurin
er
á
vitjan.
Mamman,
Jónhild Petersen, sigur við
Sosialin, at tey hava fult
tamarhald á hundunum hjá
soninum, tá teir eru hjá
teimum.
Hundarnir gera ikki
børnunum í grannalagnum
nakað. Gentan, sum varð
bitin, er norsk og fremmand
her hjá okkum, so hon
kennir ikki hundarnar og
teir kenna ikki hana. Hon
kom yvir á okkara trappu,
har hundurin lá, og hon
bendi seg fram móti honum
við síða hárinum, tá ið hann
glepsaði, sigur Jónhild, sum
ikki hevur tosað við gentuna
ella familjuna síðan hend
ingina. Kortini vónar hon,
at sonurin tekur hundin av
døgum.
Men eg skilti á lagnum,
at hon hevði ikki fingið
álvarsligan mein, tí hon
varð ikki seymað og fekk
eina stívkrampavaccinatión.
Hon heldur eisini, at
hendingin kann vera ein
lærupeningur hjá teimum
vaksnu, um at læra børnini
ikki at fara til fremmandar
hundar.
Hetta eru arbeiðshundar
og ikki stuttleikahundar. So
teir eru ikki at spæla við,
sigur Jónhild.
Silja og Malfrid eru heima
í Skopun í tvær vikur. Tær
búgva í Norra, har Malfrid
hevur búð í 51 ár.
Læknin, sum viðgjørdi Silje,
skrivaði millum annað
í skaðapappírini, at hon
hevði eitt djúpt 1 cm langt
bitsár á niðara vinstra
eygnaloki.
DONG ger kvetti
Danska olju og orkufelagið DONG hevur júst kunngjørt roknskapin fyri fyrra hálvárt,
og hann vísir týðiliga, hvussu tann høgi oljuprísurin hevur gagnað felagnum. Avlopið
teir fyrstu seks mánaðirnar í ár var 3,1 milliardir krónur, og tað er á leið 50 prosent
meiri enn í sama tíðarskeiði í 2007. Umsetningurin hjá DONG fyrra hálvár var 27,8
milliardir krónur ímóti góðum 20 milliardum fyrra hálvár í fjør. Sjálvur raksturin gav
6,7 milliardir krónur í avlopi.
Evropa eftir hæli
Tøl um ta búskaparligu gongdina í fleiri av teimum leiðandi londunum í Evropa vísa,
at tann evropeiski búskapurin er á veg eftir hæli, skrivar Ritzau. Í teimum londunum,
sum brúka evruna sum gjaldoyra, minkaði bruttotjóðarframleiðslan 0,2 prosent í
øðrum ársfjórðingi, og so stór hevur minkingin ikki verið, síðani Evropeiski Miðbankin
bleiv stovnaður fyri 10 árum síðani. Afturgongdin er sjónlig í londum sum Týsklandi,
Fraklandi, Italia og Niðurlondum.