fríggjadagur 15. august 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 155 - 15. august 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Undangongubýur 100 ár
Um vikuskiftið verður hundrað ára haldið hjá
Klaksvíkar kommunu hildið við stórfingnum
tiltøkum. Hátíðarhaldið er lagt saman við
Sjómannadegnum, sum er væl skiljandi, tí
Klaksvík er sjóvinnu- og fiskivinnubýur burtur-
av og uttan iva fremst í landinum á hesum
økjum. Tiltøkini á hesum hátíðarhaldi eru
bæði mong og spennandi: framsýningar,
avdúking av standmyndum, sjónleikur, regatta,
kabarett, møti, kappingar og ikki at forgloyma
útgáva av fyrsta bindi av Klaksvíkar søgu.
Her er samantikið talan um eitt hátíðarhald,
sum sømir seg einum býi við sera sterkum
samleika, einum býi í støðugari menning
á øllum økjum. Klaksvíkar søga er søgan
hjá nøkrum býlingum, ið hava røtur aftur
í landnámstíð, og sum eftir úthandilin og
fríhandilin grógva saman til ein blómandi
og skjóttvaksandi bý. Tað er fiskivinnan, sum
framum alt hevur verið støði undir hesum
initiativríka og fyritakssama býi. Býurin
hevur fostrað nakrar av Føroya mætastu
vinnulívsmonnum, skiparum og sjómonnum.
Nakrar av Føroya størstu og best riknu
vinnufyritøkum hava verið og eru framvegis
heimahoyrandi í Klaksvík og býurin hevur
vinnuliga mangan verið undangongubýur,
vinnuligur vegvísari og slóðbrótari.
Tað var tí ikki løgið, at fólk úr øllum ættum
so at siga streymaðu til skjóttvaksandi
býin, tí her var livligt og búgviligt, og her
kundu kvinnur og menn, sum einans høvdu
hendurnar at líta á, forsyrgja sær og sínum.
Við arbeiðssemi og tógvi stríð vunnu fólk sær
her ein góða og trygga framtíð í vakrari og
ríkari náttúru.
Klaksvík vaks og mentist og við vøkstrinum
mentist eisini ein sera sterkur samleiki, ein
sterkur vilji til at vera fremst á øllum økjum
og eitt sterkt tilvit um teir mongu møguleikar,
sum plássið hevði frá Skaparans hond.
Klaksvík og teir politikkarar, sum býurin hevur
fostrað, hava støðugt verið og eru framvegis
fremst í stríðnum móti tí miðsavning, sum
er eitt eyðkenni við nútíðarsamfelagnum.
Býurin gjørdist sterkur kappingarneyti hjá
høvuðsstaðnum og hevur hendan kapping
uttan iva gagnað báðum plássum.
Men Klaksvík er annað enn fiskivinna og
blómandi búskapur. Býurin er eisini karmur
um eitt ríkt mentanarlív. Kirkju- og sam-
komulívið er sera livandi og stendur sterkt í
fólkinum. Ítróttin hevur góðar karmar og ger
seg sterkt galdandi á mongum økjum. Býurin
hevur fostrað eina røð av framúrskarandi
listafólkum – myndistafólk, yrkjarar,
tónaskøld og mentafólk, eingin nevndur
eingin gloymdur. Býurin hevur ein stolta og
ríka søgu, og tað tænir býráðnum til æru
at lata hesa søgu skriva av professionellum
søgufrøðingi, sum við fyrsta bindi hevur
prógvað sítt virði. Vit her í Miðlahúsinum
ynskja hjartaliga tilukku og ynska Klaksvíkar
býi og borgarum bjarta framtíð.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330