Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 15. august 2008 13 viðmerkingar Eitt er sjókort at forstá, annað skip at føra Nú vóru teir aftur har, hógvarnir. Landsstýris­ maðurin í tilfeingismálum hevur boðað frá ”kultur­ broyting”, nú hann hevur fingið makt, sum hann hevur akt. Fiskivinnan var fyrsta offrið, og nú er so landbúnaðurin í skotmála. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum fyri at flyta festararnar aftur um stavnsbandið eitur nú, ”at støðga spekulatións­ vandum í verandi lóggávu, .... og at eigarin av ognini fær ræðisrættin aftur”?! Ljóðar tølandi. Kundu Che, Hugo Chavez ella Mugabe sagt tað betur? Hetta er jú ikki annað enn politisk ævinsjúka, tá hon er best – sett í system. Broytingarnar í landbún­ aðarlóggávuni, sum vóru samtyktar í fjør, vóru ein søgulig javnstilling av bóndunum við øll onnur vinnurekandi í Føroyum. Fyri fyrstu ferð í øldir kundu festarar rætta ryggin og reka vinnuligan landbúnað. Bøndur fingu vinnuligar karmar á jøvnum føti við alararnar. Tjóðveldi var ímóti. Við neyðugu broyting­ unum fingu bøndurnir munandi størri frælsi á egnum garði enn áður. Vinnuligu umstøðurnar gjørdust greiðar, og lagt varð upp til einskiljing av brúksrættindunum, festarar kunnu taka yvir/ keypa ognir á festinum, lendi kann verða leigað til m. a. fóðurframleiðslu og traðir o.s.fr. Sjálv ognarviðurskiftini til jørðina vóru óbroytt, sølupeningur av jørð fer framvegis til landið, og m. a. almennu traðirnar og óðalsjørðin eru púra órørd av nýggju lógini. Jagstra Samanumtikið fingu festarar við nýggju lógini munandi betri møguleikar at troyta festið, teir ráða yvir, og avgerðirnar á garðinum vóru í nógv størri mun hjá festarunum enn frammanundan. Hetta hóvaði tjóðveld­ inum illa, og nú flokkurin fekk ræði á landbúnaðin­ um, gera teir bart. Nýggja frælsa landbún­ aðarlóggávan veitir har­ umfarmt bestu trygd móti spekulatión. Tað veit Tjóð­ veldi, men í ilsinni inn á, at bøndurnir nú fyri fyrstu ferð í øldir verða javnstill­ aðir við aðrar borgarar, blúgvast flokkurin ikki við at taka grundarlagið undan festarunum, at kriminalisera teir og soleiðis skapa órógv og missálit í vinnuni. Eitt er sjókort at forstá, annað skip at føra. Lands­ stýrismaðurin kann møgu­ liga rósa sær av fyrru helvt av orðtakinum, men seinna partinum er einki fantilsi á. Tað hevur hansara politiska gerandisvirki avdúkað. Tað er einki minni ein van­ lukka, at politisk ørska og ævinsjúka skal sleppa at jagstra vinnugrein, sum hevur annað uppiborið. Men hetta er so tað, vit hava í væntu av Reyðu Gonguni. Hvør er næstur fyri skotum? Grát mítt elskaða land. Reyða gongan og bøndurnir Bjarni Djurholm Um ætlaðu skerjingarnar koma ígjøgnum, kunnu hesar fáa stórar avleiðinga fyri fiskimenn, flakafólk og reiðarar. Um ein línu­ bátur missir gott 20 van­ ligar fiskidagar og gott 30 dagar á Føroya Banka, so missir eitt línuskip til dømis tvær milliónir krónur í sølu. Manninga­ parturin er eina millión krónur. So svarar tað til, at inntøkan hjá einum dekkara fer meira enn 50.000 krónur niður um árið í hýru. Útróðrarflotin Um ein stórur útróðrar­ bátur missir 20 fiskidagar, so svarar tað til dømis til 800.000 kr í sølu, tvs. 40.000 krónur er sølan hvønn túr. Hýra við feriuhýru er um 3.000 krónur hvønn túr, so missir ein útróðrarmaður á leið 60.000 krónur í inntøku um árið, so ein skerjingin upp á til dømis 20% hevur víttfevndar avleiðingar fyri fiskiflotan og manningarnar og tey flakafólk, ið skulu arbeiða hendan fisk. Mestsum ómøguligt at fáa dagar Hjá línuskipunum og útróðrarbátunum er mest sum ómøguligt at útvega sær eyka dagar, sjálvt um tað liggja óbrúktir dagar hjá minnu útróðrarbát­ unum. Tá hesir ikki hava fiskað 60% árið framman­ undan, kunnu teir ikki selja dagar. Í línuflotanum er tørvurin eftir fiski­ døgum stórur, og við vánaligum rakstri hava línuskipini eisini torført við at fíggja keyp av fiskidøgum. Akademiskt tos um veiðutrýst Sum flest øllum kunnugt eru flestu línuskipini yvir 30 ára gomul, og er útróðr­ arflotin langt yvir 40 ár. Her er talan um ein gaml­ an flota, og er frágongdin av útróðrarbatum síðani miðskeiðis í 90’unum 45 útróðra­bátar. Samstundis liggur ein ørgrynna av stórum útróðarbátum við bryggju, og einstøk línuskip hava eisini ligið stóran part av árinum. Hetta verður líkasum ikki tikið við. Vit sum dagliga tosa við fiskimenn eru nú komnir eftir, at fiskirannsóknar­ skipið M/S “Magnus Heinason” man vera eitt tað ófiskiligasta skipið í flotanum, og er alneyðugt at gera sum eitt nú í Noreg og hava annað skip, ið togar á somu leiðum sum havrannsóknarskipið fyri at prógva, hvussu ófiskiligir teir eru. Skerjingin álvarsamar avleiðingar fyri fiskimannin og skip Reiðari Óli m. lassen Tíðindaskriv 14. august 2008 Tað, sum feløgini upplivdu á Føroya Løgtingi í gjár, var einki minni enn ein brotsgerð móti fikivinnuni og landinum sum heild. Tað sást greitt, at sam­ gongan ikki sær álvaran í hesum tiltøkum Við at góðkenna eina 20% skerjing í fiskidøgum komandi fiskiár, lóggav Løgtingið okkum inn í eina kreppu. Henda kreppa kemur at hava tað við sær, at fleiri skip og bátar fara av knóranum. Sjómenninir og teirra familjur fara at kenna sviðan av hesari avgerð við fylgjandi arbeiðisloysi og húsagangum. Tað er eyðsýnt, at samgongan virðir ikki grundhugsanina í fiski­ dagaskipanini við at skerja fiskidagarnar við atliti til støðuna í toskastovninum. Veiðiorkan er einasta grundgevingin, ið kann nýtast at skerja dagar. Fiskidagatalið er ikki rætta amboðið at røkja ávísar stovnar. Tað undrar feløgini, tá ið hugsað verður um versnandi fíggjarútlit í heiminum, at samgongan glaðbeint fylgir ráðgeving, ið byggir á fiskifrøðiligar teoriir, sum hava víst seg at vera miseydnaðar í lond­ unum runt okkum. Vinnan metir ikki, at tann lívfrøðiliga ráðgev­ ingin er nóg álítandi til at verða nýtt sum amboð til at jarðleggja vinnuna. Tann nýggi politiski veruleikin er tann, at teir flokkar, sum lýsa seg at vera "verkamanna og fiskimannaflokkar" hava fullkomiliga skift ham og gera nú sítt ítarsta at oyðileggja okkara fiskidagaskipan og tey fólk, ið eru knýtt at henni. Tað kann ikki góðtakast, at samgongan á hendan hátt spælir sær við okkara høvuðsvinnu. Felagið Línuskip Felagið Trolbátar Føroya Fiskimannafelag Meginfelag Útróðrarmanna Skipara og Navigatørfelag Maskinmeistarafelagið Lógaruppskotið um at skerja fiskidagaskipanina við 20 prosentum er langt úti og hevur als ikki tikið hædd fyri avleiðingum. Møguliga kann ein skerj­ ing í tí almennu fyrisiting­ ini á 20 prosent undirstrika avleiðingarnar. Nógv hevur verið frammi um, at fiskidaga­ skipanin skal skerjast við 20%. Tað er sera lætt hjá nøkrum serfrøðingum at koma fram til eina so harða niðurstøðu, men havast skal í huga, at her verður einans tikið fyrilit fyri teimum teoretisku sjónvarmiðunum. Tað er so sín søk. Men at landstýrismaðurin í fiskimálum, Tórbjørn Jacobsen, ikki dugur at síggja hesar álvarsomu fylgjur, ið Klaksvíkin, Skálafjørðurin og útjaðrarin annars fer í gjøgnum, tað er ótrúliga snævurskygt. Uppskotið um at skerja fiskidagarnar er fullkomiliga oyðileggj­ andi fyri størsta partin av Føroyum. Tað er ein sannroynd, at akademiskir havnarmenn ikki fara at merkja nógv til hendan niðurskurð, og tískil merkir tað ikki nógv fyri teir, at lógin verður broytt. Fleiri av sitandi samgongu hugsa ikki um Føroyar sum eitt land, men heldur um Tórshavn sum eitt land. Hevði uppskotið verið at skert almennu umsitingina við 20%, samstundis sum fiskiflotin verður mink­ aður, so høvdu øll komi at merkt somu avleiðingar av stóra niðurskurðinum, og samstundis kundi landið spara eina rúgvu av peng­ um í dagligum rakstri. Almenna umsitingin skerjast við 20 prosentum Formaður Unga Sjálvstýri jÓgvan skorheim Samgongan virðir ikki grundhugsanina í fiskidagaskipanini Havi í eini 2­3 ár sitið og hugt inn á fiskamarknaðin og kannað eftir, hvat tað er sum trolbátarnir fiska. Havi funnið útav, at tað mesta, ið teir fiska av toski er bara smáur toskur, uml. 55­85% toskur 4 og 5. Ein kann spyrja, hvat tað er fyri ein rist, ið teir brúka, er tað ein yngulrisn ella hvat? Tann størsta hóttanin ímóti toskinum er nevnliga trolbátarnir, línuskipini liggja vanliga ikki so langt inni og fiska, tí har er ikki pláss fyri okkum vegna ov nógvar trolbátar, og so er fiskurin so smáur, at tað er bæði synd og stór skomm at fiska hann. Skal toskurin verjast, fari so inn og steðgi øllum fiskiskapinum hjá trolbát­ umun eftir smáum toski. Aftursvar til Bjarna D, Jacobsen viðvíkjandi bólki 4T, Trolbátar Skipari á West Freezer john á løgmannsBø