Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 15. august 2008 3 w w w. s u m m a r f e s t i v a l u r. f o Takk fyri hesaferð – HAR ØLL SYNGJA VIÐ Fimti Summar Festivalurin var ein av okkara bestu. Veðrið lagaði seg eftir festivalinum og festivalurin eftir veðrinum. Fólk hugnaðu sær og nógvar frálíkar framførslur vóru á palli. Eyðkennini fyri festivalin vóru tónleikur, undirhald, smíl og hugni. Soleiðis eigur tað at vera, og tað fegnast vit um. Eitt er hvat Summar- festivalurin kann skipa fyri, seta á skránna og bjóða gestunum, men tá alt kemur til alt, so eru tað fólkini á festivalinum, sum gera av hvussu hetta stóra fólksliga mentanartiltak eydnast. Vertir, gestir, tónleikarar, starvsfólk og stuðlar: Hjartans tøkk fyri dygga undirtøku! Tað er tykkum fyri at takka at Summar Festivalin 2008 gjørdist veruleiki og at vit síggjast aftur í 2009! Summar Festivalurin 2009 6., 7., og 8. August