fríggjadagur 15. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 155 - 15. august 2008
Rúsdrekkasølan skal
lyftast upp á eitt
hægri tænastustig
Sølu- og tænastuleiðari søkist
Í sambandi við at Rúsdrekkasøla Landsins setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar,
verður lýst eftir leiðara at standa á odda fyri hesum arbeiði. Viðkomandi, ið settur verður,
verður leiðari fyri sølu- og tænastudeildini, hvørs uppgáva er at tryggja eina góða tænastu-
veiting til allar viðskifta bólkar hjá Rúsdrekkasølu Landsins í samsvari við verandi lógar-
ásetingar og strategisku ætlanina hjá fyritøkuni.
Viðkomandi skal duga at standa á odda fyri broytingum, vera við til at menna fyritøkuna á
tænastu økinum og fer at hava um hendi nógv samskifti við kundar og aðrar viðskiftabólkar.
Í samljóði við endamálsorðingina um viðvirkan til tálming verður dentur eisini lagdur á
øki sum ráðgeving, vegleiðing, upplýsing og fyribyrgjandi átøk, herímillum heimasíðurøkt,
skeið um vørur okkara og kanningar.
Sølu- og tænastuleiðarin vísir til stjóran og verður partur av leiðslubólkinum. Handils-
leiðararnir og goymsluleiðarin vísa til sølu- og tænastuleiðaran. Arbeiðið fevnir um nógvar
tvørgangandi arbeiðs uppgávur, loypandi ad hoc uppgávur, íverksetan og verkætlanar-
leiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokus-
ering, og at ein dugir væl at tillaga seg.
Uppgávu- og ábyrgdarøki á sølu- og tænastudeildini
< Sølubúðir og tænastuveitingar annars
< Samskifti og kunning, herímillum fyribyrgjandi átøk og branding
< Hagtalsviðgerð og hagtalskanningar
< Førleika- og tænastumenning
Faklig førleikakrøv
< Akademisk útbúgving, t.d. Cand.merc. ella annar
javntstillaður førleiki saman við viðkomandi leiðsluroyndum.
Persónligur profilur
< Góð tænastuevni
< Menningarsøkin
< Góðar førleikar innan broytingarleiðslu
< Skipað og kreativt arbeiðslag
< Duga væl við fólki
< Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni
< Dugnaligur sparringspartnari (coaching)
< Humor
Setanartreytir
Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum prógvum, CV og ummælum skulu í seinasta lagi 8. september 2008
sendast til Rúsdrekkasølu Landsins, att.: Elsa Maria Holm Olsen, Hoyvíksvegur 51,
FO-100 Tórshavn.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Elsu Mariu Holm Olsen,
stjóra, á tlf. 580 129 ella á emo@rusan.fo.
Endurlýsing