Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 155 - 15. august 2008 tíðindi Nýggj veljarakanning hjá Sosialinum vísir, at hevði løgtingsval verið nú, hevði Javnað­ arflokkurin fingið sítt vánaligasta valúrslit í yvir 70 ár. Kortini hevur veljarin stórt álit á Jóannesi Eides­ gaard, bæði sum løgmanni og samgon­ guleiðara Veljarakanning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Er tað ein flokkur, sum heilt avgjørt ikki hevur áhuga í, at nýval verður útskrivað til løgtingsvalið beint nú, er tað Javnaðarflokkurin. Ein nyggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin í hesi vikuni, vísir, at hevði løgtingsval verið í dag, hevði Javnaðarflokkur­ in verðið bumbaður yvir 70 ár aftur í tíðina. Veljarakanningin vísir nevniliga, at hevði løgtings­ val verið í dag, hevði Javn­ aðarflokkurin fingið sítt vánaligasta valúrslit síðani 1932. À Løgtingsvalinum tann 19. Januar í ár, fekk Javnað­ arflokkurin 19,3% av atkvøðunum, men hevði val verið nú, hevði flokkurin verið fyri rættilium skrædli, tí so hevði hann ikki ikki fingið meiri enn 14,2% av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd upp á heili 5,1% í turrum tølum og tað hevði gjørt, at hann hevði mist ein tingmann og hevði sostatt fingið fimm løgtingslimir, afturímóti teimum seks, hann hevur nú. Sambandið og Fólkaflokkurin vinna Veljararnir, sum javnaðar­ flokkurin missur eru sum heild farnir til Sambands­ flokkin, tí samstundis sum Javnaðarflokkurin missur stórt, hevði Sambandsflokk­ urin havt eina framgongd upp á 3,7% og hevði verið stóri sigursharrin á vali­ num. Tað hevði givið Sam­ bandinum ein tinglim aftur­ at teimum sjey, hann hevur nú. À valinum í januar fekk Sambandsflokkurin 21%, men hevði val verið nú, hevði hann fingið 24,7% og tað hevði samstundis gjørt hann til størsta flokk á tingi. Men ein annars, sum kann kníggja sær í lógvun­ um, er Jørgen Niclasen, for­ maður Fólkafloksins, tí eisi­ ni Fólkaflokkurin hevði staðið eftir sum tann stóri sigursharrin, hevði val verið í dag. Á seinasta løgtingsvali fekk Fólkaflokkurin 20,1% av atkvøðunum, men var val í dag, hevði hann fingið 23,4% og tað er ein framgongd upp á 3,3%. Tað hevði eisini givið honum ein tinglim afturat teimum sjey, hann hevur nú. Miðflokkurin missur Hjá hinum flokkunum er lítil og ongin broyting. Sjálvstýrisflokkurin missur 0,1%, Tjóðveldið missur 0,2%, men Miðflokkurin stendur seg heldur ikki nak­ að serligt, tí hann missur 1,2% og verður stóri tapar­ in, saman við Jóannesi Eidesgaard. Sostatt hevði eisini Mið­ flokkurin mist ein av sínum trimum tingmonnum. Stórt álit á Jóannes Eidesgaard Annars vísir kanningin, at veljarin hevur eitt rættiliga umstrídda áskoðan á Jóan­ nes Eidesgaard. Sum formaður Javnaðar­ floksins, hevur hann øðru­ megin tapt stórt, men hin­ vegin er hann samstundis tann politikarin, sum allar­ flestu føroyingar bæði vilja hava til løgmann og til sam­ gonguleiðara. Veljarakanningin vísir, at næstan fimtihvør veljari, ella góð 24%, vilja helst hava Jóannes Eidesgaard til løgmann. Næstbest umtóktur er Høgni Hoydal, men hann vilja bara 12% av veljarun­ um hava til løgmann. Her skal tó leggjast aftur­ at, at triði hvør veljari veit ikki, hvønn tey halda er best hóskandi at standa á odda fyri landsins stjórn. Men kanningin vísir eisi­ ni, at heili 34% av veljarun­ um vilja hava Jóannes Eidesgaard at halda fram við eini millilutasamgongu saman við Sjálvstýris­ flokkinum og næstan 22% vilja hava hann at skipa eina aðra samgongu. Hinvegin vilja 17,7% hava løgmann at skriva út nýval og 20% vilja hava hann at leggja frá sær. Javnaðarflokkurin bumb­ aður 70 ár aftur í tíðina Talvan vísir, at hevði løgtingsval verið ídag, hevði tað elvt til stórar broytingar hjá nógvum flokkum og tveir tingmenn høvdu farið til borgarliga vongin 21,1 19,5 7,3 23,5 8,4 23,5 24,7 14,3 7,1 23,2 7,2 20,2 0,0 5,0 10,0 15,0 20,0 25,0 30,0 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javna_arflokkurin Sjálvst_risflokkurin Tjó_veldisflokkurin Mi_flokkurin Val januar 2008 Kanning avgust 2008 Hvønn politikara høvdu tygum helst sæð sum løgmann? Kategorinavn Kode Antall %Alle %Gyldige Jørgin Niclassen 1 43 4.7 4.8 Kaj Leo Johannesen 2 30 3.3 3.4 Jóannes Eidesgaard 3 218 24.0 24.4 Kári P. Højgaard 4 9 1.0 1.0 Høgni Hoydal 5 112 12.3 12.6 Jenis av Rana 6 6 0.7 0.7 Annfinn Kalsberg 7 75 8.3 8.4 Jacob Vestergaard 8 6 0.7 0.7 Magni Laksáfoss 9 17 1.9 ­ Helena Dam á Neystabø 10 1 0.1 0.1 Kári á Rógvi 11 11 1.2 1.2 annar 12 78 8.6 8.7 Veit ikki 13 302 33.2 33.9 ógreitt 99 1 0.1 0.1 Sum 909 100.0 100.0 Inkludert 892 enheter av i alt 909 Hvat eigur løgmaður at gera í verandi politisku støðu? Kategorinavn Kode Antall %Alle %Gyldige Skriva út nýval 1 161 17.7 17.7 Leggja frá sær 2 183 20.1 20.1 Halda fram við restini av samgonguni saman v D 3 309 34.0 34.0 Royna at skipa aðra samgongu 4 199 21.9 21.9 Veit ikki / leggi ikki í at svara 9 57 6.3 6.3 Sum 909 100.0 100.0 Inkludert 909 enheter av i alt 909 Leiðararnir á teimum báðu stóru samgonguflokkunum vístu stóran áhuga fyri veljarakanningini í Tinginum í dag, men hugurin til viðmerking var ikki eins stórur Politikkur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Millum heitar tingmenn, frustreraðar sjómenn og svang miðlafólk í Tinginum í dag hevði løgmaður, Jóan­ nes Eidesgaard, ikki hug ella tíð at siga nógv um kanningina, sum vísir, at Javnaðarflokkurin einans hevði fingið 14,3 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. ­ Tað sær út til at vit eru tey einastu sum betala, sig­ ur hann stutt við Sosialin. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at hann hevði roknað við, at hetta samgonguskeiðið hevði kostað Tjóðveldi meira í einari veljarakanning, og tí er hann væl nøgdur hann um úrslitið. ­ Hendan samgongan hev­ ur verið merkt av gíslatøk­ um, og vit eru sum flokkur ikki sloppin framat við okkara politikki. Samstundis hava vit tikið kampin um stór mál sum eitt nú fiski­ vinnupolitikkin. Fáorðaðir politikarar Ein meiriluti hevur álit á løgmanni og at hann hevur tamarhald á politisku støðuni