Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 155 - 15. august 2008 ] Væl mannað oddalið vitj­ar HB, sum í gj­ár setti Sámal Erik Hent­ ze síðusettan venj­ara við Rúna Nolsøe, ið framvegis er HB venj­­ ari fótbólt Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir soltnu úrtøkuna nógvu tær seinastu ferðirnar og harvið pláss á støðutalvuni, sum teir í sigursvanda HB ikki brýggja seg um og und­ an hesum kappingarárinum ikki høvdu roknað við, og í hvussu so er ætlað, hevur HB nevndin tikið avleiðing­ arnar. Broytingar eru gjørdar í ábyrgdarbýtinum, og nýggj­ ur maður er settur við síð­ una av høvuðsvenjaranum Rúna Nolsøe. Talan er um Sámal Erik Hentze ella Bag­ ge, sum hann verður nevnd­ ur. Bagge fór til verka í Gundadali í gjárkvøldið, og sambært tíðindaskrivi frá HB eru teir báðir venjararnir síðusettir. Higartil hava Frankie Jensen og Áki Johansen verið hjálparmenn hjá Rúna Nolsøe. HB boðar frá, at teir báðir nú einki skulu hava við Formulaliðið at gera. Í staðin skulu teir fult og heilt taka sær av liðn­ um í 1. deild og unglingalið­ num. Rúni Nolsøe ásannar fyri HB heimasíðuni, at úrslitini ikki hava verið nøktandi, og hann sigur seg taka til eftir­ tektar tær broytingar, sum nevndin hevur avgjørt at gera. Samstundis sigur hann seg gleða seg til at arbeiða saman við Bagga við teimum royndum, sum Bagge hevur frá Formula­ fótbólti. ­ Tá ið ein slíkur møgu­ leiki býðst, er tað lætt at taka av, tí HB er eitt sigurs­ vant, stórt og spennandi felag við nógvum góðum spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við HB heimasíð­ una. Sámal Erik Hentze hevur Formula royndir frá undan­ farnum árum, tá ið hann hevur verið hjálparvenjari hjá Piotr Krakowski ­ í EB/ Streymi. Og tað er júst EB/Streym­ ur, sum vitjar í Gundadali sunnudagin. Oddaliðið hev­ ur havt blíðan byr síðani summarsteðgin. EB/Streym­ ur hevur vunnið seks stig og skorað fimm mál, meðan einki er farið ígjøgnum hjá René Tórgarð. Einastu spælararnir hjá EB/Streymi, sum ikki eru tøkir, eru Høgni Zac­haria­ sen, sum nú er sloppin av við høkjurnar, men neyvan verður førur fyri at spæla fyrr enn eina ferð í næsta mánað, og Peter Foldgast. Danski álopsspælarin er í Danmark, har hann verður viðgjørdur fyri knæskaða. Munurin millum EB/ Streym og HB er tólv stig. Í HB tosa tey als ikki um gull í ár, men kanska ein lítil dreymur kann kveikjast, um tað eydnast at vinna á EB/Streymi og harvið at minka munin upp á toppin til níggju stig. Bæði í HB og EB/Streymi minnast tey væl, at tað áður hevur eydn­ ast HB eftir summarsteðgin at vinna seg níggju stig inn á oddaliðið og í síðstu sekundunum í einum kapp­ ingarári at strúka avstað við FM heitinum fyri nøsini á EB/Streymi. Tá ið HB í 8. umfari 25. mai vitjaði við Margáir var úrslitið 2­1 heimasigur. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo 341800 ítróttur SKÁLA-NSÍ: Skála hev­ ur hoyrt borgar­ stjóran Men spælararnir á Skála ætla sær í kom­ munu uppgerðini at gera orðini hj­á borg­ arstj­óranum og NSÍ viðhaldsmanninum til skammar fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sunnudagin verður tað gran­ nauppgerð í Runavíkar kom­ munu. Meistararnir í NSÍ fara at vitja á Skála, og hóast NSÍ er á heiðursmerkjaplássi, og Skála er aftast, so hevur gongdin seinastu ferðirnar verið soleiðis, at talan kann gerast um intensa og spennandi uppgerð. Í útvarpssendingini hjá NSÍ í gjár segði borgarstjórin í kommununi hjá bæði NSÍ og Skála, at hann roknar við, at NSÍ fer at vinna á Skála. Men í tí rokningini eru teir á Skála ikki samdir við borgar­ stjóranum: ­ Eg hoyrdi tað ikki sjálv­ ur, men eg havi frætt, at borg­ arstjórin sigur seg rokna við, at NSÍ fer at vinna. Tað er eisini upp til okkum at gera av, hvussu tað verður, og vit halda okkum vera so væl fyri, sum tað ber til, sigur Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen. 10. plássið tykist ikki at darva venjingarnar á Skála. Lagið er gott, og fyri fyrstu ferð í ár eru allir spælararnir á Skála tøkir. Nítjan spælarar venja, og venjarin, John Pet­ ersen, er í tí sjáldsama positi­ vu støðu, at tað er stór kapp­ ing um tey ellivu plássini. Í Runavík hevur fótbólts­ lagið verið betri, enn tað er í løtuni. Tey bæði fyrstu umfør­ ini eftir summarsteðgin hevur tað hilnast illa. Eftir gott avrik í 1. hálvleiki í Streym­ nesi endaði tað við tapi, og serliga meint kendist tað at tapa á heimavølli ímóti KÍ síðsta sunnudag. Sunnudagin spældi lands­ liðsspælarin Jónas Þór Næs bara í 1. hálvleiki. Hann hev­ ur trupulleikar í fótinum, men hann hevur verið til venj­ ingar í hesi vikuni, og hann verður við á Skála. Tað verður landsliðsspælarin í hinum borðinum, Einar Han­ sen, ikki. Hann hevur brotið eitt bein og verður ikki førur fyri at spæla næstu vikurnar. Skála vitjaði í Runavík í 8. umfari. Tá var NSÍ framvegis við í FM stríðnum, meðan tað manningarliga stóð væl verri til á Skála, enn tað nú ger tað. Úrslitið í fyrstu kommunuuppgerðini var 2­ 2. HB-EB/STREYMUR: Bagge upp á síðuna av Rúna Oddaliðið hev­ur hav­t blíðan byr síðani summarsteðgin. EB/Streymur hev­ur v­unnið seks stig og skorað fimm mál, meðan einki er farið ígjøgnum hjá René Tórgarð