fríggjadagur 15. august 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 155 - 15. august 2008 ]
Men tað verður
torført, tí víkingar
fara fullmannaðir og
við stórum sjálvsáliti
til Klaksvíkar
fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir stóra vónbrotið á
heimavølli ímóti B68 næst
síðsta mikukvøld var tað
uppreisn, tá ið KÍ sunnudag
in vann 20 á útivølli ímóti
meistarunum í NSÍ.
Nú droyma klaksvíkingar
um, at tað skal eydnast at
fáa fatur á liðunum fram
manfyri og harvið lyfta seg
upp um miðjuna. Um tað
skal eydnast, so skal KÍ vin
na fulla úrtøku burturúr
tveimum teimum næstu
uppgávunum, sum báðar
eru á heimavølli.
Sunnudagin fer Víkingur
at vitja í Klaksvík, og annan
sunnudag – á 104 ára føðin
gardegi felagsins – fær KÍ
vitjan av HB. KÍ hevur 20
stig, og bæði Víkingur og
HB hava 26 stig.
Í Víkingi siga teir seg
fara til Klaksvíkar í góðum
treysti. Tað var ikki eftir
bókini, at bara eitt stig fekst
burturúr
heimadystinum
ímóti B71. Men ta ferðina
vóru fýra leikbannaðir av
teimum, sum eru sjálv
skrivaðir millum teir fyrstu
ellivu. Hesa ferð eru Hans
Jørgen Djurhuus, miðverjar
arnir Atli Gregersen og Nic
las Niclasen og nýggi lands
liðsspælarin Andreas Lava
Olsen tøkir aftur.
Magnus Skoralíð hevur
verið burturstaddur. Hann
hevur aftur verið til venjing
ar í hesi vikuni, men hann
verður ikki við í Klaksvík.
Unglingaspælarin
Erling
Jacobsen hevur staðið seg
sera væl, síðani hann varð
leigaður úr FC Amager. Í
hesi vikuni er hann farin
niður aftur á Amager, og
harvið skal Anton Skoradal
finna nýggjan mann at spæ
la á miðvøllinum í vinstru.
Vit eru væl fyri, og vit
fara til Klaksvíkar við góð
um treytsi um, at tað skal
eydnast at vinna øll stigini
og harvið styrkja um okkara
støðu í kappingini um
heiðursmerkini, verður sagt
úr Víkingi.
Størsti skelkurin í Klaks
vík var í fyrrakvøldið, tá ið
álopsessið Rodrigo orsaka
av trupulleikum í lærinum
noyddist at taka seg úr venj
ingini. Teir vóna tó, at hann
verður tøkur sunnudagin.
Roknað verður eisini við, at
Bjarni Jørgensen, sum orsa
ka av trælæri fór av vølli
num í Runavík, verður førur
fyri at spæla í ovurmorgin.
Haraftur ímóti er tað
greitt, at miðverjin Ove
Nysted ikki verður tøkur.
Hann hevur runnið fyri seg
sjálvan, men hann hevur
ikki verið førur fyri at vant
saman við hinum í hesi
vikuni. Kristian á Lakjuni
og John Hammer eru lang
tíðar skaddir.
KÍ-VÍKINGUR
Hetta er møguleikin hjá KÍ
Talan verður um lykla
uppgerð, tá ið ÍF fer
at vitja B71, sum enn
eina ferð skal spæla
uttan Símin Hansen
fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjár varð vaktarskifti í
Fuglafirði. Albert Ellefsen
í Miðvági er nýggjur venjari
hjá ÍF. David Jones, sum
hevur havt ábyrgdina síðstu
mánaðirnar, fer til hús. Part
arnir eru samdir um at hal
da uppat við samstarvinum,
er diplomatiska orðingin.
Fótbóltslagið í Fuglafirði
hevur ikki verið gott seinas
tu vikurnar, og dropin, sum
ivaleyst fekk bikarið at flóta
yvir, var tapið á heimavølli
mánakvøldið ímóti B68. Tá
var avrikið ikki gott, og týs
kvøldið var langur fundur í
Fuglafirði.
Albert
Ellefsen
vandi
fyrstu ferð saman við ÍF
hóskvøldið, og í kvøld skal
avgerð takast um, hvørjir
skulu manna liðið á Sandi
sunnudagin.
Talan er um ógvuliga
týdningarmikla
uppgerð
fyri báðar partar. B71 er á
niðurflytingarplássi, og um
ÍF einki fær til hús við sær,
so fer tað at brenna meiri
undir teimum, enn teir
brýggja seg um.
Eg havi longu staðfest,
at tað eru nógvir evnaríkir
spælarar í Fuglafirði. Har
eru fleiri útlendingar, sum
ikki av góðum grundum
ikki kenni so nógv til. Ser
liga hugaligt er tað, at har
eru so nógvir ungir spælarar,
sum eru uppvaksnir í ÍF.
Stórir møguleikar fyri menn
ing eru í teimum. Nú ræður
um at syrgja fyri, at plássið
í bestu deildini verður varð
veitt, og tað rokni eg við fer
at eydnast, sigur Albert
Ellefsen.
Hvat hevur tú við so stutt
um skotbráði møguleika at
gera?
Fyrst og fremst at fáa
spælararnar at trúgva upp á,
at tað ber til. Tað er ógvuliga
avgerandi, at lagið verður
gott. Um teir sunnudagin
vísa tað, sum eg eri vísur í,
at teir megna, so fer tað at
gangast væl.
Atli Petersen hevur ikki
vant
seinastu
vikurnar.
Hann var aftur til venjing í
gjárkvøldið. Nenad Saric
hevur trupulleikar við lærk
rikanum. Í morgun var tað
ivasamt, um hann verður
førur fyri at spæla sunnu
dagin.
Á Sandi bæði fegnast og
iðra teir seg um, at tað end
aði javnt í Gøtu sunnudagin.
Undan fráferðini høvdu teir
verið nøgdir við eitt stig,
men sum tað myndaðist í 2.
hálvleiki, so var sigurin tætt
undir borðinum.
Símin Hansen sá reytt í
Sarpugerði, og harvið er
hann leikbannaður ímóti ÍF.
Álopsspælarin
Gudmund
Nielsen hevur orsaka av
knæskaða verið uttanfyri.
Hann hevur vant saman við
hinum í hesi vikuni, og
hann verður við sunnudag
in.
Í fjør varð myndin skjótt
greið eftir summarsteðgin.
Soleiðis er tað ikki í ár. Eg
kenni tað soleiðis, og tað
vísti úrslitið hjá okkum í
Gøtu eisini, at tað er møgu
leiki at taka stig frá øllum,
og tað ger tað bara uppaftur
meiri spennandi, staðfestir
B71 venjarin Eli Hentze.
B71-ÍF
Albert er bjartskygdur
Størsti skelkurin í Klaks
vík var í fyrrakvøldið,
tá ið álopsessið Rodrigo
orsaka av trupulleikum í
lærinum noyddist at taka
seg úr venjingini. Teir
vóna tó, at hann verður
tøkur sunnudagin
Bogi Løkin fingið landsliðsboð
Enn ein landsliðsspælari hevur sent avboð til vinardystin, sum Føroyar mikukvøldið
í næstu viku skal spæla í Portugal. Talan er um Christian Lamhauge Holst úr
Lyngby, sum orsaka av skaða hevur boðað frá, at hann ikki verður førur fyri at spæla
mikukvøldið. Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir Boga
Løkin úr NSÍ um at koma við niður til Portugals. Bogi Løkin er miðvallari, og hann
hevur seinastu árini verið á øllum teimum yngru landsliðunum. Seinasta landsliðið,
sum hann hevur spælt á, er U21 landsliðið
Eingin A-finala til Katrin
og Julionnu
Katrin Olsen og Julianne Leander gjørdust júst ov stuttar. Katrin
Olsen og Julianne Leander gjørdust nr. 4, og var tað ikki nóg mikið
til at vinna seg í Afinaluna. Finnland, Niðurlond og Týskland
vunnu seg víðari í Afinaluna. Katrin og Julianne rógva í B
finaluni, sum verður tíðliga sunnumorgun.