Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 155 - 15. august 2008 ] Eftir tveir sigrar á rað á útivølli er takið hjá toftamonnum at vinna úrtøku á heima­ vølli ímóti B36, sum eisini er á aldukambi­ num fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir venja sama lið, men sunnudagin skulu teir stríð­ ast fyri at vinna stig ímóti hvørjum øðrum. Talan er um venjararnar hjá U­21 landsliðnum. Bill Jacobsen er venjari hjá B68, og Heðin Askham er venjari hjá B36. Felags fyri teir báðar er, at teir í tveimum teimum fyrstu umførunum eftir summar­ steðgin hava vunnið fulla úrtøku. B68 við sigrum í Klaksvík og Fuglafirði, og B36 við sigrum á HB og á Sandi. Góða gongdin ber við sær, at B36 tykist vera einas­ ta liðið sum í løtuni er nóg væl fyri at bjóða EB/Strey­ mi av í oddastríðnum, og at B68 er so mikið væl fyri, at teir – fyribils í hvussu so er – hava sloppið sær undan størstu hóttanini av niður­ flyting. Tølini siga, at B68 higar­ til í ár hevur havt trupulleik­ ar á heimavølli. Av 20 stig­ um eru bara fimm vunnin á Svangaskarði. Í Fuglafirði vísti danski Brian Andresen seg við tveimum málum at vera fín­ an styrk. Konseptið riggar eisini betri við honum í fremstu røð. B68 dúvar nú upp á verjuna og skjótálop. Brian Andresen noyddist av vøllinum í Fuglafirði. Hann verður tó tøkur sunnudagin. Tað verða allir hinir hjá B68 eisini. Tølini siga eisini, at B36 ikki hevur staðið seg nakað serligt á útivølli. Higartil hevur árstalsfelagið spælt seks útidystir. Tríggjar ferð­ ir er B36 farið til hús við ongum. Tvær ferðir hevur úrtøkan verið full, og eina ferð hevur verið javnleikur. Í B36 er lagið gott. Felagið tykist vera á rættari kós bæði so og so. Í 2­0 sigrinum á HB noyddist Odmar Færø av vøllinum í 1. hálvleiki, tí hann hevði trupulleikar við knænum. Hann verður í ferðalagnum inn á Toftir. Miðverjin Her­ bert í Lon Jacobsen hevur verið skaddur í nógvar vik­ ur. Hann venur nú saman við hinum. Súni Olsen verð­ ur neyvan tøkur sunnudagin. Haraftur ímóti vísti Ingi Højsted, tá ið hann sunnudagin varð innskiftur, at hann er komin heilt fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg. B68 og B36 hittust á Svangaskarði 28. mai í 9. umfari. Ta ferðina skoraði B36 einsamalla málið í tíð­ ini, sum dómarin hevði lagt afturat. B68-B36 Heimavøllurin er eingin skansi Dystir og dómarar Formula deildin 18. umfar Sunnudagin 17. august HB-EB/Streymur: Dagfinn Olsen KÍ-Víkingur: Rúni Gaardbo B71-ÍF: Petur Reinert B68-B36: Ransin Djurhuus Skála-NSÍ: Georg Rasmusen Støðan frá blaðnum týsdagin skal setast her 1. deild 18. umfar Leygardagin 16. august VB/Sumba-Víkingur: Lars Müller NSÍ-07 Vestur: Rói Jacobsen HB-TB: Jan Skoradal KÍ-AB: Bárður Mortensen B68-EB/Streymur: Jón Kári í Brekkuni Støðan frá blaðnum mánadagin skal setast her Albert Ellefsen skal venja fuglfirðingar Tað verður Albert Ellefsen, sum fer at standa við stýrisvølin hjá fuglfirðingum komandi mánaðirnar Dan Petersen, formaður hjá ÍF, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til uppsagnina av David Jones. Hann staðfestir, at partarnir eru samdir um at fara hvør til sítt, og tíðindaskriv verður sent út, har greitt verður nærri frá uppsøgnini. Albert Ellefsen, sum í fjør bæði var hjálparavenjari og høvuðsvenjari hjá HB, setur seg í venjarasessin í ÍF, og skal royna at vinna felagið burtur frá niðurflyting. HB sett nýggjan venjara til Formulaliðið HB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt av at styrkja venjaratoymið á Formulaliðnum. ­ Úrslitini hjá felagnum í ovastu deildunum hava ikki verið nøktandi í seinastuni, og til tess at betra um gongdina hevur nevndin tikið avgerð um at styrkja venjaratoymið við, at Sámal Erik Hentze – í HB vanliga nevndur Bagge – verður partur av hesum. Hetta merkir, at Rúni og Bagge koma at standa fyri og taka sær av Formulaliðnum, meðan Áki og Frankie koma at taka sær av 1. deildarliðnum og unglingunum, skrivar HB á heimasíðu sínari. B68 og B36 hittust á Svanga­ skarði 28. mai í 9. umfari. Ta ferðina skoraði B36 einsamalla málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat