leygardagur 4. august 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 148 - 4. august 2001
Nr. 148 - 4. august 2001
25
HEILSANIR
Hey Birna tín lekra steik!
Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum 1. august. Her ert tú
bara skide lekkur sum altíð!!!
Heilsan DYYYYYD
Góði Pauli
Hesin flotti mað-
urin verður bara
yngri og flottari.
Hann er nú vorðin
50 ár og er í topp-
formi. Vit vilja
ynskja
honum
hjartaliga
til-
lukku. Alt
tað
besta ynskja vit
tær og mong ár
framyvir.
Heilsan
lítla-
systir.
Góða
allarbesta
Steintóra
Omma og abbi ynskja tær
hjartaliga tillukku við 3 ára
degnum 26. juli. Alt gott í
framtíðini.
Ynskja omma og abbi í
Klaksvík
Góða elskaða Steintóra
Vit á Bakkanum ynskja tær hjartaliga tillukku við 3 ára
degnum, vit elska teg.
Bestu ynskir frá okkum øllum Jákup og Elsa Maria
Hesin fyllir 35 í dag. Her
ert tú fittur, nú ert tú bara
fittur. Tillukku við deg-
num.
Heilsan vit úti á bø
Hey! Hesin fyllur 35 í dag. Her ert tú lítil og fittur, nú ert
tú bara fittur. Tillukku við degnum.
Heilsan »Málarin«
Eg og foreldur míni takka
hjartaliga øllum, ið mintust
til mín á konfirmatións-
degnum tann 8/4.
Ynskir Bergur Morten-
sen
Góðu elskaðu Súni og Karl
Hjartaliga tillukku á 1 og 2 ára døgunum tann 4. og 5.
august.
Tær kærastu heilsanir mamma, babba og Mathias
Góði elskaði Teitur!
Hjataliga tillukku við 4 ára føðingardegnum 6/8. Bestu
ynskir framyvir.
Mamma, babba, Ragnar og Stefan
Góða omma
Hjartaliga tillukku við 50
ára degnum. Takk fyri alt
tú ert fyri okkum.
Ynskja Ommubørnini
Góða Judith
Hjartaliga tillukku við 50
ára degnum. Takk fyri alt.
Ynskja børnini og svið-
arbørnini
Hjartans tøkk senda vit øllum tykkum, sum við blómum,
gávum, fjarritum og á annan hátt hjálptu til at gera dagin
so hugnaligan og ógloymandi.
Gunnvá og Bo
Gudstænastur
8. sunnudag e. trinitatis
Vesturkirkjan: Bergur D.
Joensen kl. 11 (Talvan
gongur fyri Føroysku Sjó-
mansmissiónina)
Hestur: Bergur D. Joensen
kl. 13.30, altargongd
Glyvrar. Meinhard Bjarta-
líð kl. 11
Havnar kirkja: Bjarni Bæk
kl. 11
Svínoy: Elsa Funding kl.
12
Miðvágur: David Johanne-
sen kl. 11
Gjógv: Emil Olsen kl. 12,
messa
Selatrað: Jógvan Fríðriks-
son kl. 11, altargongd
Haldórsvík: Inga Poulsen
Dam kl. 11
Tjørnuvík: Inga Poulsen
Dam kl. 12
Kollafjørður: Martin R.
Jacobsen kl. 11
Kaldbak: Sonja Klein kl.
12
Christianskirkjan: Niels
Pauli Danielsen kl. 11,
altargongd
Øravík: Petur M. Rasmus-
sen kl. 12.15, altargongd
Sandur: Jákup R. Hansen
kl. 12
Kirkju- og missións-
húsið á Argjum
Sunnudagin kl. 17.30:
Bønarløta.
Sunnukvøldið kl. 18.00:
Møti v/ Boga og Jüttu
Olsen.
Mikumorgun kl. 7.00:
Bønarløta.
Heimasíða okkara:
www.koma.fo
Katólska kirkjan
Í dag kl. 11.30: Messa í
Kerit.
Sunnudagin kl. 11.00: Há-
messa við Jacque Adams í
Mariukirkjuni.
Meinigheitshúsið
Sunnukvøldið kl. 18.00:
Møti v/ Derhard Olsen.
Ebenezer
Sunnudagin:
kl. 10.00: Breyðbróting,
kl. 18.00: Evangeliskt
møti,
kl. 21.00: Útimøti.
Mikukvøldið kl. 20.00:
Bønar- og uppbyggingar-
møti.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Filadelfia,
Landavegur 22
Í dag kl. 17.00: Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11.00:
Morgunmøti v/ Tummas
Jacobsen, kl. 18.00:
Kvøldmøti v/ Rúna Ras-
mussen, kl. 22.00: Útimøti
v/ Samkomuni í Hoyvík.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Bønarskúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
http://www.filadelfia.fo
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 18: Evan-
geliskt møti. Øll eru væl-
komin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00:
Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldið kl. 17.00:
Møti.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin í Hoyvíkar
skúla: Kl. 17.30 bøn og kl.
18.00 møti. Kl. 22.00
verður útimøti á Vaglinum.
Til bæði møtini verður lut-
tøka við okkara summar-
gestum úr Norra, Rúnu og
Heðin. Øll eru vælkomin.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 18.00:
Møti v/ fríum vitnisburði.
Mánakvøldið kl. 20.00:
Bíbliu- og bønarmøti.
Skála meinigheitshús
Sunnukvøldið kl. 19.00
verður útimøti á økinum
hjá Sparikassanum við
luttøku av Jóannes Fons-
dal, Magna Christiansen
og øðrum. Aftaná verður
drekka og sangløta í
meinigheitshúsinum.
Innsavnan verður til húsið.
Hjartaliga vælkomin.
Keldan í Skálafirði
Í kvøld kl. 21.00: Opið
hús. Sunnukvøldið kl.
19.00: Møti v/ Paula Høj.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Missións- og ung-
dómshúsi á Glyvrum
Møti verður sunnukvøldið
kl. 19.00 v/ Meinhard
Hansen. Evni: Ísrael.
Innsavnan verður. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Betania, Skopun
Sunnudagin kl. 11.00:
Morgunmøti.
Kvøldmøti kl. 18.00:
Karen og Curt Nielsen lut-
taka. Øll eru vælkomin.
Café One Way,
Tvøroyri
Leygarkvøldið 4. aug. kl.
21.00: Útifundur. Caféin er
opin. Sunnukvøldið 5. aug.
kl. 21.00: Filmur verður
vístur. Nógvur góður
tónleikur.
Missiónshúsið
á Tvøroyri
Sunnukvøldið kl. 18.00:
Møti við Katrin. Innsavnan
verður til húsið.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Frelsunarherurin,
Vági
Sunnudagin kl. 18.00:
Møti v/ Jens Vestergaard
og Eingrím Holm. Øll eru
vælkomin.
Missiónshúsið
í Vági
Møti verður sunnukvøldið
kl. 18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Eysturoyar Gongu-
felag/kunningarstova
Gongutúrur verður sunnu-
dagin 5. aug. Gingið verð-
ur frá Saksun, eftir bygda-
gøtuni til Tjørnuvíkar.
Túrurin er miðal/tungur.
Vit møtast í Tjørnuvík kl.
14.00, har bussur koyrir
okkum til Saksunar.
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband
fæst við felagið á tlf.
448454, Fía í Túni, ella tlf.
313424, Arnhild Johanne-
sen.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mána-
dag, mikudag og fríggja-
dag kl. 13-15.00 á tlf.
212380.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Frá 3. juli til 17. august er
Tilhaldið opið mánadag-
fríggjadag kl. 14.00-18.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
26. juli
Annemi Petersen, fødd Thomsen, úr Hvalvík, búsitandi í
Danmark, 89 ára gomul.
Jákup Haraldsen, vanliga nevndur Jákup á Tormansbakka, í
Miðvági, 85 ár.
Signhild Magnussen, í Sandavági, 81 ára gomul.
27. juli
Jenny Rasmusssen á Hellum, Strendur, 74 ára gomul.
29. juli
Monika Maria Kunoy, Tórshavn, 90 ára gomul.
30. juli
Joen Pauli Joensen, vanliga nevndur Pauli á Bakka, í Vági,
72 ára gamal.
31. juli
Dánjal Dánjalsson, vanliga nevndur Dánjal hjá Viktor, í
Klaksvík, 79 ára gamal.
ANDLÁT
FØÐINGAR
TILTØK
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Vilji faðirsins
Jer. 23, 21 — 22:
”Eg havi ikki sent profetarnar, og kortini renna teir; eg
havi ikki talað til teirra, og kortini profetera teir!
Um teir høvdu staðið í ráði mínum og hoyrt orð míni,
tá høvdu teir fingið fólk mítt burtur av teirra vonda
vegi og frá illverkum teirra.”
Sunnudagin fara vit at hoyra um ávaringina móti svika-
profetum, ið koma í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar
innan. Teir skulu verða kendur av fruktum sínum.
Við fruktunum er hugsað um tað, ið sagt verður, smb.
trúbótarmonnunum Calvin og Luther. Og soleiðis er
tað í Halgubók(NT), at fruktmyndin verður nýtt um
tað, ið sagt verður, og ikki um tað, ið gjørt verður.
Muðurin mælir tað, sum hjartað er fult av, Luk. 6,43 ff.
Sjálvt um svikaprofetarnir ikki vóru sendir av Guði,
bera teir seg so at og profetera í navni hansara.
Fyrrv. danski biskupurin Baun segði einaferð við
ungu prestarnar. ”Tað stendur illa til í eini sókn, um
bygdaráðsformaðurin svíkur í starvi sínum. Men tað er
ein vanlukka fyri eitt sókn, um presturin svíkur á
prædikustólinum.” Tí presturin er settur til at vísa veg
til frelsu. Svíkur hann her og leiðir burtur, so ber hann
ta tyngstu ábyrgd, sum liggja kann á einum manna-
barni. Tað er jú hin æviga sælan hjá menniskjum, tað
ræður um. Tí sigur Harrin: ”Vei hirðunum, ið oyða og
spjaða!”(Jer. 23, 1). Tann oyðir og spjaðir, ið ikki
heldur seg til orð Guðs.
”Um teir høvdu staðið í ráði mínum, høvdu teir
boðað orð míni”, sigur Harrin. At standa í ráði Harrans
er at liva í áliti á hann og í støðugari lýðan á orð
hansara. Tað ger hin sanna profeturin. Tí kallar hann
eisini fráfallin til umvendingar og bót.
Tað gera svikaprofetarnir ikki. Teir boða ”ein
kærleiksfullan Guð”, hvørs orð ið eingin skal taka fyri
fult. Men tað er ein sjálvgjørd mynd av Guði, sum
leiðir í óføri og verður til týningar teirra. Tí hon er
følsk. Guð er kærleiki og ger seg til eitt við okkum,
men hann er eisini hin halgi og hátt upphevjaði, hvørs
orð eru sonn og verða til ævigar tíðir.
”Ikki hvør tann, sum sigur til mín: ”Harri, harri”,
skal koma inn í himmiríki; men tann, ið ger vilja faðirs
míns, sum er í himlunum.” (Matt. 7, 21). Soleiðis endar
sunnudagsteksturin.
Niels Pauli Danielsen
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 4. aug.: Leif Mosekilde, tlf. 448016
Sunnudagin 5. aug.: Gøran Ytterholm, tlf. 444038
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.
Eg eiti Jónas Mit-
tún Peltonen.
3 juli fekk eg eina
lítlasystir, hon
vigaði 4040 gr. og
var 53 cm long.
Foreldur okkara
eru Annika Mittún
Jacobsen, Tórs-
havn, og Eino
Tapio Peltonen,
Helsinki.
1. juni fingu Margit M. og Pauli Baadsager, Valby, Dan-
mark, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4000 gr.
21. juli fingu Beinta Simonsen av Sandi og Erling Arnarson,
Akranes, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3156 gr.
23. juli fingu Dorit og Heri Steinberg, Klaksvík, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vigaði 4300 gr.
24. juli fingu Arnvør M. og Rói á Torkilsheyggi, Nes, ein
son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr.
27. juli fingu Annika Smith og Haldur Suni Johansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3340
gr.
27. juli fingu Malena Klemmentsen og Osvald Jacobsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3900
gr.
27. juli fingu Joan Sandursdóttir og Tummas Johannesen,
Strendur, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr.
29. juli fingu Nelsi og Oddfinn Nilssen, Sandur, ein son.
Hann var 55 cm langur og vigaði 4750 gr.
31. juli fingu Karin Vatnsdal og Benny Forná, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4800 gr.
31. juli fingu Bára Sólheim Thomsen, Fuglafjørður, og Jan
Guttesen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og
vigaði 3950 gr.
C
M
Y
K
25
24