Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 tíðindi Nr. 155 - 15. august 2008 OVASTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru uttan iva mong, sum undrast á, at teir fýra tónleikararnir Anfinn Niel­ sen, Charles Gade, Ívar Bærendtsen og Terji Ras­ mussen allir eru endaðir í Nólsoy. So Sosialurin setti teimum stevnu, til tess at finna út av orsøkunum. Á ókunnuleið Anfinn Nielsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Lítið meiri enn sloppin úr skúlanum fór til til skips. ­ Eg var ein saltfiskatúr undir New Foundlandi og fýra ísfiskatúrar undir Føroyum, áðrenn eg legði meg heima at konfirmerast, sigur Anfinn Nielsen. Tað var ein hending meira enn nakað annað, sum setti gongd á tónleikalívið hjá unga klaksvíkinginum. Tað var hendingin í 1972, tá Sundaberg sakk. ­ Eg var við Brandi Sig­ mundarsyni tá, og Sunda­ berg hevði beint framman undan siglt framvið.Eg gjørdist ógvuliga kløkkur tá eg hoyrdi, at Sundaberg var sokkin, tí elsti bróður mín var við. Tíbetur fingu vit skjótt at vita, at øll manningin var bjargað, sigur Anfinn Nielsen. Longu dagin eftir hesa hendingina setti hann seg niður at skriva sín fyrsta sang, »Sundaberg«, umborð á Brandi Sigmundarsyni. Øll tey fyrstu árini yrkti hann mangan sangin og gjørdi mangt lagið umborð á skipi. Hann helt fram við at sigla, og tað ger hann tann dagin í dag. Í 1987 møtti hann konuni Evy, og tá Anfinn sama árið flutti til Bornholm flutti Evy aftan á árið eftir. Tey giftust í 1990, og brúdleypið gjørdist serligt við tað, at tey eftir vígsluna vórðu »kidnappað« og síðani sigld runt á vágni í seingini, sum Bollajóannes hevði fingið gjørt í sam­ bandi við bragdið hjá Ova Joensen av rógva úr Nólsoy niður á Langelinje. Tey bæði høvdu gjørt av, at tey skuldu flyta heim til Føroya aftur, tá børnini skuldu í skúla. ­ Vit høvdu hoyrt um tann góða skúlan í Nólsoy, og tí gjørdu vit av at flyta higar, fyri at børnini skuldu fáa eina góða byrjan upp á skúlatíðina, sigur Anfinn Nielsen. So uttan at tey yvirhøvur høvdu verið í Nólsoy framman undan, kom Anfinn í 2002 heim at hyggja at einum húsum, sum stóðu til sølu. Húsini vóru í veruleikanum ikki ætlað einari familju, men tá ætlanin var, bert at búgva í Nólsoy »fyribils«, so vórðu húsini keypt. Men hetta fyribils er nú blivið perma­ nent, og húsini eru nú bygd út, so ivaleysa rúmligt er til Anfinn úr Klaksvík og Evy úr Fuglafirði og tey bæði børnini, sum umvegis Born­ holm gjørdust nólsoyingar. Anfinn var tá sjálvandi eitt kent tónleikanavn undir heitinum Anfinn & Co, og Co vóru eingir verri enn Hjarnar. Saman við teimum gav Anfinn út bondini »Hví« og »Tí«. Seinni hevur hann eisini givið út »Betri seint enn álvara«, tó við øðrum »Co«. Anfinn er fallin væl inn í tónleikalívið og bygdarlívið, og hóast tað ikki stendur í nakrari almennari skrá, so skal eingin gerast kløkkur, um Eyðun og Terji knapp­ liga gerast Anfinn’sa Co leygarkvøldið. Tað verður ov drúgført at fara at nevna teir mongu kendu sangirnar hjá Anfinni, og tí skulu bert nevnast »Lítli fuglur«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Í skúri«, sum er nakrir av teimum góðu gomlu. Og so kann stutt skoytast upp í, at ein spildurnýggj fløga er á veg á marknaðin, og skjótt fer »Rótasúpan« at ganga runt alt landið. Lagsmiður til »Nólsoy« Charles Gade er føddur í Svendborg, og vaks upp í lítlu bygdini Lundeborg á Suðurfyn í Danmark. Longu sum sjey ára gamal varð hann sendur á kostskúla, tí lógin tá kravdi, at var tú sjónveikur, skuldi tú á stovn. ­ Og tað var við »spansk­ røri« og tað heila. Eg føldi nú ongantíð sviðan av tí, men tað hekk á vegginum, sigur Charles Gade. Hetta var ein strævin tíð, sum eisini var heldur fongsulskend. ­ Har vóru rimar fyri vindeyguni. Tær vóru har kanska meiri fyri, at vit ikki skuldu bróta rútarnar, men eitt sindur ófrættakent føldist tað nú kortini, sigur Charles Gade. Men hesin stovnurin, sum lá í Refnes við Kalundborg, hevði, hóast sínar »fortreði­ ligheitir«, onkrar positivar glottar. ­ Vit høvdu longri feriur enn vanligu skúlarnir. Systir mín, sum hevur vanliga sjón, gekk í fólkaskúlanum og var svartsjúk inn á meg, tá hon mátti í skúla vikur áðrenn eg, sigur Charles Gade. Hann kom at ganga á hesum stovninum í heili átta ár. Hesi árini dámdi honum lítið at spæla tónleik, ikki tí at tað var galið við tón­ leikinum, men tí umstøð­ urnar kravdu, at hann bert spældi tað, hann fekk fyri, og hann skuldi eisini venja hetta við síðuna av. Men áhugin annars byrj­ aði heilt tíðliga. ­ Foreldrini hjá mær høvdu Lundeborg Kro, og høvdu trý klaver standandi. So eg byrjaði at klimpra upp á klaver so skjótt, eg rakk upp á tangentarnar. Eg minnist, at at byrja við vóru tumlarnir undir tangentun­ um, tí eg rakk ikki upp um við teimum, sigur Charles Gade. Men einaferð varð Refnes av, og Charles kom í Real­ skúla. Ætlanin var, at hann skuldi í Gymnasiet, men hann vildi verða radiomekan­ ikari, og tá nýttist gymnasie­ útbúgving ikki. Men tað gjørdist av ongum. Umvegis ymsar royndir endaði Charles á klaver­ stemmaraskúla, og útbúgvin starvaðist hann so í Keyp­ mannahavn sum klaver­ stemmari. Meðan hann var á Blindastovninum í Helle­ rup hitti hann føroyska gentu í Nólsoy. Tey ferð­ aðust so nógv til Føroya, og Charles dámdi væl lítlu bygdina í Føroyum. Vit búðu í Farum, men har blivu so nógvir inn­ vandrarar og eitt »betong­ miljø«, og tá so foreldrini hjá gentuni bóðu okkum koma heim, so gjørdu vit av at »taka lopið«. Hetta var í 1985, og her hevur hann so starvast sum klaverstemmari líka síðani. Charles er fastur fúsur í tónleikalívinum í Nólsoy, og hóast hann er mest kendur fyri »Jorden er en skøn planet« við millum annað tittullagnum og »I Know I Have To Listen«, so átti hann at verið minst líka kendur sum lagsmiðurin til »Nólsoy«, sum Janus Nolsø syngur, Fyrsti hjá Hanus Ívar Bærendtsen varð fødd­ ur á Landssjúkrahúsinum í Havn sjálvan ólavsøkuaftan. ­ Pápi skuldi vera kapp­ róðrardómari, men tað varð einki skotið av honum ta ólavsøkuna, sigur Ívar Bærendtsen. Fyrstu barnaárini vaks hann upp í Havn. ­ Vit búðu úti á Landa­ vegnum, sum tá í tíðini var langt uttan fyri lóg og rætt, minnist Ívar. Í 1963/64 var hann fyri einari heldur óvanligari hending tá í tíðini. ­ Foreldur míni skildust, og tað var langt frá vanligt tá á døgum. Bara um eini fimm prosent av føroyskum hjúnarskapum slitnaðu í teimum døgum, sigur Ívar Bærendtsen. Lógin tá kravdi eina seperatiónstíð, og tískil endaði hann úti í Mykinesi við móður síni, sum var lærarinna. Eftir hetta endaði Ívar niðri í Danmark, tí mamman orkaði illa at taka sær av fýra børnum einsamøll. Og tíðin niðri gjørdist drúgv, heili sjey ár. Hann búði hjá pápa sínum helmingin av tíðini og á barnaheimi hin helmingin. Í 1971 kom Ívar heim til Føroya aftur at ganga í Realskúla. ­ Og tað var heim at læra føroyskt umaftur. Eg skilti føroyskt, men hevði tá tosað danskt í so mong ár, at eg mátti kýta meg, sigur Ívar Bærendtsen. Hesi fyrstu tvey árini av realskúlatíðini búði hann hjá einari fastur síni, men tá pápin í 1973 kom heim til Føroya at verða stjóri á Tekniska Skúla, flutti Ívar inn til hansara at búgva. Tann, ið kom at hava størstu ávirkanina á tón­ leikaleiðina hjá Ívari Bærendtsen, var skotin Alistair Cochrain, ið var í Føroyum og undirvísti á Fróðskaparsetrinum. ­ Eg hevði spælt eitt sindur av gittara, men bara til húsbrúks. Alistair Cochrain gjørdi meg áhugaðan í mandolin, og eg byrjaði í 1976 at spæla hetta ljóðføri, sigur Ívar Bærendtsen. Longu tá hevði hann tó sum nevnt áhuga fyri tón­ leiki, og hevði eitt nú gjørt bæði orð og lag til »Pøsta verð«, sum var fyrsti sangur, sum Hanus G. Johansen spældi inn á plátuni »Jazzur í Føroyum 2«. Kanska eitt sindur ironiskt kom Ívar ikki upp í spælimansbólkin, »Spæli­ menninir í Hoydølum« fyrr enn í 1978, eitt ár eftir, at hann var liðugur í Hoydøl­ um. Men júst spælimans­ bólkurin skuldi fáa stóra ávirkan á lívið hjá Ívari. ­ Vit vóru á spælimanstúri í USA, bæði í 1978 og 1979. Tað var fyrst og fremst til Boston, haðani Sharon Weiss stavar. Har hitti eg eina gentu í 79, sum seinni skuldi gerast kona mín. Eg fór til Boston at vitja í 1980, og tað gjørdist ein long vitjan, tí eg varð verandi har í tíggju ár, sigur Ívar Bærendtsen. Meðan hann var í Boston Teir fýra mus(ik)terarnir Har gott fólk er, kemur gott fólk til. Og tað kann av sonnum sigast um tónleik og Nólsoy. Tríggir av frægastu tónleikarunum í Føroyum eru seinastu árini fluttir til oynna, og hartil ein av flatlondum fyri nógvum árum síðani. Men hví endaðu hesir fýra tónleikasnillingarnir í Nólsoy Hepnir nólsoyingar Tá Rás2 í gjár hevði Ovastevnu radio, var millum annað burturluting av átta atgongu­ merkjum til tjaldið á Klivum á skránni. Fýra atgongumerki vórðu burturlutað til konsertina fríggjakvøldið við Ineptus, The Ghost og Boys in a Band, og fýra atgongumerki vórðu somu­ leiðis burturlutað til konsertina leygarkvøldið hjá Eyðun og Terja. Og tað má sigast, at nólsoyingar vóru væl umboðaðir og hepnir, tí teir vunnu trý av teimum átta atgongumerkj­ unnum. Teir hepnu vinnararnir eru frá vinstru Amanda Hansen, Maria Poulsen og Jóhanna Sofía Niclasen. Tær báðar fyrr nevndu vunnu atgongumerki til fríggjakvøldið, meðan Jóhanna Sofía vann til leygarkvøldið. Nú passaði tað so, at Jóhanna Sofía skuldi arbeiða leygarkvøldið, so hon skifti um við Amandu, sum heldur vildi sleppa til Eyðun og Terja. Og soleiðis blivu øll glað á Ovastevnu.