Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Nr. 155 - 15. august 2008 tók hann læraraútbúgving. Seks ára Bachelor-útbúgv- ing í tónleiki og enskum umframt tvey ára lærara- útbúgving. - Hesa tíðina spældi eg eisini tónleik, millum annað í einum rock-bólki sum trummusláari, sigur Ívar Bærendtsen. Í 1990 fluttu familjan so til Danmarkar at búgva, og vórðu tey til 2000, tá tey aftur fluttu til USA. Síðani til Danmarkar aftur tvey ár seinni, har tey búðu í eitt ár, so aftur til USA. - Men tá knirkaði hjúnar- bandið so illa, at har gjørdist einki longur. Eg flutti til Føroya aftur í 2002, sigur Ívar Bærendtsen. Her fann hann sær fitta unnustu úr Nólsoy, og í 2003 flutti hann út í oynna at búgva. Hann, eins og hinir tilflyt- ararnir, trívast ógvuliga væl í tónleikabygdini yvir øðrum, og hann spælir aftur við einum parti av gomlu spælimonnunum, sum nú kalla seg Hvonn. - Vit eru Sharon Weiss, Kristian Blak, Angela og eg. Og fyri tað ikki skal vera lygn, so eitur hvonn angela á latíni, sigur Ívar Bærendtsen. Ívar Bærendtsen spælir eisini við »Spælimonnunum úr Nólsoy«. Lívið hevur fløskað seg Terji Rasmussen er føddur í Holstebro, har hann búði tvey tey fyrstu árini av lívi sínum. - Ja, eg kann líka so væl viðganga tað, eg eri eitt Mjørkadalsprodukt, sigur Terji Rasmussen. Hann hevur heilt frá barns beini havt áhuga fyri tónleiki, og longu sum 13 ára gamal spældi hann til dans fyrstu ferð. - Vit høvdu ein bólk, sum kallaðist Funkies. Vit vóru all- ir um sama aldur, og spældu so at siga hvørt vikuskifti, eisini uttan fyri Havnina, sigur Terji Rasmussen. Við áhuganum fyri tón- leiki kom eisini áhugin fyri at gera egin løg og sangir. - Vit vóru bara 14-15 ára gamlir, tá eg var við til at geva mína fyrstu plátu út í orkestrinum Funkies. Tað var í 1981, og í tíðini frá 1981 til 1983 góvu vit tvær plátur út tilsamans, sigur Terji Rasmussen. Teir spældu fast í fleiri Harrans ár ymsastaðni runt í landinum, men Terji hevði brúk fyri at menna seg, og í 1985 kom hann upp í vældámda bólkin Frændir. - Eg kom upp í bólkin sum sangari. Tað vóru Rani, Eyðun og Steintór, sum gjørdu løgini og orðini, men eg vildi sjálvandi sleppa royna míni evnir, sigur Terji Rasmussen. Hann varð verandi partur av Frændum til 1989. - Eg hevði tá byrjað eitt samstarv við Anker Eli Petersen, har hann skrivaði tekstirnar og eg gjørdi løgini. Men hinir í bólkinum vildu ikki brúka tekstirnar, og sjálvir gera nýggjar til løgini, og tað kundi eg ikki. Eg kundi ikki bara vraka orðini hjá Anker Eli Petersen fyri at teir kundu brúka míni løg til okkurt politiskt manifest, sum var uppi í tíðini. Og tað eri eg glaður fyri nú, sigur Terji Rasmussen. Men tað var kortini í hesum tíðarskeiði, at Terji Rasmussen gjørdi sítt fyrsta hitt, »Eros«. Eftir tíðina í Frændum fór Terji til Svøríkis, fyri at royna síni mørk. - Eg var svangur, eg var noyddur at royna meg sum trubadour, sigur Terji Rasmussen. Heimaftur komin í 1996 stovnaði hann bólkin Moira, og tað førdi til tvær fløgu- útgávur aftrat. Sum vit rundaðu aldar- hornið og komu inn í 21. øld, var blivið ilt millum skipara og kokk. - Alt var ikki so lætt. Í Nólsoy var møguleiki fyri starvi, húsaleigan var ógvuliga rímilig, og at enda kundu vit fáa børnini ansað her. So tað sá út sum eina roynd vert. Í veruleikanum var tað bara fyri at vita, hvat hendi, sigur Terji Rasmussen. So Terji flutti til Nólsoyar, men konan flutti ongantíð við. Og nú eru tey skild. Í eina tíð hevur Terji helst verið noyddur at »flýggja til tónleikin«, men í dag stórtrívist hann á lægstu oynni í landinum. - Tað var kanska eitt tekin, at tað júst var Ulliba (Juul Jacobsen, pápi unn- ustuna hjá Terja, red), sum førdi meg um fjørðin, tá eg flutti til Nólsoyar. Hann hevur ofta brent í meg, at um hann hevði vitað, at eg fór avstað við dóttir hansara, var eg als ikki sloppin við tann túrin, sigur Terji Rasmussen. Terji er eins aktivur á tón- leikaøkinum sum altíð. Men kanska finst ein orsøk til tað. - Eg havi veruliga funnið eydnuna hesumegin fjørðin. Lívið hevur sanniliga fløskað seg fyri meg, sigur Terji Rasmussen og fer aftur til verka at gera alt klárt til Ovastevnuna, sum byrjar í kvøld. Tær fýra tilfluttu tónleikastjørnurnar í Nólsoy, Charles Gade úr Danmark, Ívar Bærendtsen frá útlandinum, Terji Rasmussen úr Havn og Anfinn Nielsen úr Klaksvík Mynd: Leo Poulsen Nólsoy flaggskrýdd Tað er ikki bara til ólavsøku, at Tórshavnar kommuna fríðkar og hugnar um. Eisini til Ovastevnu hava arbeiðsmenninir hjá Tórshavnar kommunu í Nólsoy úr at gera. Av mongum tí nógva, sum hoyrir til á einari stevnu, eru litaðu ljósperurnar og so sjálvandi fløggini. Perurnar komu longu upp at hanga tíðliga í vikuni, og mikukvøldið kom annað tilfar til stevnuna út til Nólsoyar við Ternuni, sum gjørdi eykatúr hetta kvøldið. Millum annað ein toiletvognur, sum fer at standa á keiøkinum á Klivum, har stóra tjaldið stendur, ið verður karmur um konsertirnar – og so sjálvandi betongklossarnir til flaggstengurnar, stengurnar og fløggini. Í gjár fingust so arbeiðsmenninir hjá kommununi við at fáa betongklossarnar upp á pláss, tí sjálvandi skal Nólsoy verða flaggskrýdd á Ovastevnu.