fríggjadagur 15. august 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38 tíðindi
Nr. 155 - 15. august 2008
Eftir skemtinum at
døma, tá Sosialurin
vitjaði kabarettvenj
ingina í gjárkvøldið,
so verður Ovastevnu
kabarettin góð – sum
vanligt
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Lagið var gott, tá Sosialurin
stakk inn á gólvið í Roynd
arhúsinum í Nólsoy, har
Ovastevnukabarettin verður
spæld. Manningin var í holt
við at hanga projektørarnar
upp undir loftið. Tað vil
siga ein stóð í stiganum, ein
annar helt honum, meðan
hini fimm – ljósmaðurin
íroknaður – hugdu at.
- Ná, hvat fer kabarettin
so at snúgva seg um í ár?
Nei, tað verður nøkur
lunda tað sama, sum hini
árini, er svarið.
- Mest lokalt, kanska,
nakað altjóða?
Okkurt politiskt, kanska.
Nei, einki altjóða, men
kanska tað verður skotið
eitt sindur meiri eftir teim
um yngru í ár.
So mann er framvegis í
vandabólkinum!
Tað er grúvuligt, tú
heldur teg vera ungan.
Soleiðis gongur samrøðan
aftur og fram.
- Ná, Jacoba, hví ert tú
farin at spæla kabarett í ár,
væntar tú, at tað verður
lættari at fáa fatur á einum
dreingi?
Nú leggur Vibeke framat.
Ja, hon fer á pall at skora.
Einki rínir við Jacobu,
sum saman við Villy eru
yngstu
leikararnir
í
bólkinum. Tey skulu hava
frumsýning kvøldið eftir,
men kortini eru eingir
nervar at spora.
Summir fáast enn við at
rigga
til.
Forleingjarar
mangla, so Brandur, ið
hevur
longstu
beinini,
verður sendur eftir nøkrum.
Hann er skjótur aftur.
Mitt í tí heila kemur ein
burturfluttur
nólsoyingur
stetlandi inn í høllina.
Mundi
helst
halda,
at
stevnan longu var byrjað.
- Eingin dansur? Eg
ætlaði mær inn at dansa,
letur í honum.
Nei, her var eingin
dansur.
Ná, men her fæst einki
meiri burtur úr kabarett
fólkunum. Klokkan er eis
ini farin av tíggju, so
frægast er at sleppa sær til
hús. Tí, sum Valdemar tók
til, í morgin er aftur ein
dagur.
Á pall at skora
Jacoba. Vibeke leggur
hana undir at fara á
pall fyri at skora...
Mynd: Leo Poulsen
Soleiðis er heitið
á Ovastevnu
kabarettini, sum
nólsoyingar fyri 15.
ferð føra fram á palli
– og so er støðið
líkasum lagt
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Næstan líka gomul sum
stevnan sjálv er Ovastevnu
kabarettin.
Fyrstu árini var mestsum
bara talan um improvisión,
og tá kundi tú fara til hvørja
sýning
og
hvørja
ferð
uppliva nakað nýtt.
Men sum tíðin er liðin er
eitt meiri professionelt snið
komið yvir kabarettina.
Ikki tí, innihaldið hevur
verið trúfast móti tankanum
um, at leikararnir við góðs
innaðum speiðsemi gera
gjøldur burtur úr teimum,
sum hava gjørt okkurt
minni heppið gjøgnum árið.
Og soleiðis verður uttan iva
eisini í ár.
Hóast leikararnir eru líka
trúgvir móti traditiónini um
einki at lata leka út framman
undan, so góvu pallurin og
onkur viltfarin orð korini
onkra ábending.
Sum vant verður Ova
stevnukabarettin spæld í
Royndarhúsinum, og hesa
ferð kann henda, at eingir
sangir
verða
við
í
kabarettini. Hetta kemst av,
at trupult hevur verið at
fingið tónleikarar at spæla
undir, og serliga er tað ein
vantandi
trummuleikari,
sum er trupulleikin.
Men hinvegin, kenna vit
nólsoyingar rætt, so kunnu
teir gera smá undur upp á
onga tíð – eisini yrkja
sangir til frumframførslu
fáar tímar seinni.
The Usual Suspects
Manningin er hesaferð sett
saman av tveimum ógvuliga
royndum leikarum, einum,
sum var við í fjør, og so
trimum debutantum.
Reidar Jacobsen er tann
royndasti í kabaretthøpi í
Nólsoy. Hann er við fyri 10.
ferð av teimum 15 kaba
rettunum, sum hava verið
leiktar á Ovastevnu.
Aksel á Botni (fyrr Joen
sen) er kortini uttan saman
bering royndasti sjónleikarin
við minst líka nógvum
sjónleikum aftan fyri seg
sum tær átta kabarettirnar,
hann nú fer at hava leikt
leikt. Hartil kemur, at hann
hevur verið statistur í fleiri
filmum.
Villy Joensen var eisini
við í fjør, og hevur tí tær
royndirnar at dúva upp á,
meðan Vibeke á Botni
hevur verið við í onkrum
skúlaleiki.
Fyrstu ferð á palli eru
Brandur Hansen og Jacoba
Jacobsen. Hesi bæði hava
tó systkin, sum hava drúgv
ar royndir sum kabarett
leikarar. Snæbjørn Hansen
telist
millum
drúgvastu
kabarettleikarar í Nólsoy,
meðan
Nicolaj
Falck
(bróður
Jacobu)
hevur
líknansi cv sum Aksel at
vísa á.
Sum nevnt oman fyri
fingust nøkur hint um, hvat
kabarettin fer at snúgva seg
um í ár. Onkrir avdúkandi
figurar
eru
málaðir
kulissirnar, og teir vísa, at í
hvussu er nakrir av »the
usual suspects« eru við.
Men eisini okkurt spild
urnýtt offur fær eftir øllum
at døma ein týðandi lut í
kabarettini. Tað eru jú ikki
øll, sum velja okkum ta
traditionellu útbúgvingina.
Leikararnir í A La
Garage framman
fyri garaguni: Aksel á
Botni, Jacoba Jacobsen,
Villy Joensen, Brandur
Hansen, Reidar Jacobsen
og Vibeke á Botni
A La Garagé
Øll hjálpa til
Heilt frá allar fyrstu Ovastevnuni hevur tiltakið verið
grundað á, at alt bygdarfólkið tók eina hond í. Har skulu
setast básar upp. Har skal gerast klárt til dansikvøldini.
Har skal skrá leggjast. Har skulu finnast álitisfólk til
ymsu tiltøkini. Tjald skulu setast upp. Og ikki minst skal
prýðast um í bygdini. Og tá Ovastevnan er vorðin so stór,
sum hon er, er av allarstørsta týdningi, at øll hjálpa til.
Her er lítli Petur farin at hjálpa pápa sínum at seta
flaggstengur upp.
Svimjing og scootarar
Leygardagin verður árliga svimjingin í sambandi við
Ovastevnuna. Klokkan 16 verður lagt frá landi Yviri við
Strond, sum vanligt. Í ár verður tó talan um tvær kappingar,
tí svomið verður eisini 1000 metrar, har byrjað verður frá
báti. Vinnandi svimjararnir frá ein flogferðaseðil frá
Atlantsflog. Eisini verður fyri fyrstu ferð skipa fyri kapping
um fjørðin við vatnscootara. Her letur Statoil gávubrøv til
tríggjar teir fremstu, ávikavist 500, 300 og 200 krónur.