fríggjadagur 15. august 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
tíðindi
Nr. 155 - 15. august 2008
Ovastevnan er komin
fyri at vera, verður
ofta tikið til, men
tað eru ikki mong
ung ið vita, hvør
Ove Joensen var.
Spurnarkappingin á
Rás2 í gjár avdúkaði,
at fólk ikki vita so
frægt um hesa okkara
nútíðar hetju, sum
eftirnavnið. Vit greiða
her frá søguni um
Ovastevnuna
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Skal ein trúgva lurtarunum
hjá Rás2, so er Ovastevnan
ógvuliga væl umtókt. Men
sambært somu lurtarum, so
eru tað ikki so mong – av
teimum ungu í hvussu er –
sum vita hvør Ove Joensen
er,
og
hví
vit
halda
Ovastevnu.
Ove Joensen setti sær
fyrst í 80-unum fyri at
rógva í 6-mannafari einsa-
mallur úr Føroyum niður til
Danmarkar. Hann royndi
fyrstu ferð í 1984, men
mátti seta upp í Hetlandi.
Aftur í 1985 endaði royndin
í Hetlandi, og føroyingar
høvdu mestsum mist vónina
um, at tað fór at eydnast
Ova Joensen at útinna hetta
bragdið.
Tí var áhugin fyri triðju
royndini í 1986 ikki serliga
stórur. Men tá tað umsíður
eydnaðist Ova Joensen at
vinna framvið Hetlandi,
vaks áhugin almikið, og tá
hann so nærkaðst Lim-
fjørðinum, var landið á
gosi.
Rómurin
vildi
ongan
enda taka, tá Ove Joensen
11. august 1986 eftir trý ára
royndir lagt um leingi kundi
stíga á land á Langelinje og
har
kyssa
Den
lille
Havfrue.
Móttøkan, tá »Den gale
færing« kom aftur til Føroya
er ikki sæð á hesum breidd-
arstigum. Hon var størri,
enn tá landsliðið vann í
Landskrona. Hon var størri,
enn tá Pál Joensen gjørdist
trífaldur europameistari.
Og har vórðu móttøkur
hildnar um alt landið. Allar
størri bygdir og býir við
virðing fyri sær sjálvum,
bjóðaðu Ova Joensen til
móttøku.
Eisini yvirborgarstjórin í
Keypmannahavn sá seg ikki
ov stóran til at bjóða Ova
Joensen í audiens.
Stovna Ovanevnd
Tá rómurin var størst,
nevniliga tá Ove Joensen
kom aftur til Nólsoyar,
greiddi Ove frá, at hann á
einari av sínum royndum at
rógva til Danmarkar, var
komin so illa fyri, at hann
lovaði
burtur
olmussu.
Hann lovaði, at kom hann
livandi frá veðrinum, skuldi
hann útvega nólsoyarbørn-
um ein svimjihyl.
Tíverri untist ikki Ova
Joensen at uppfylla hetta
lyfti, tí ein vakran novemb-
erdag í 1987 druknaði hann
í durdarveðri á Skála-
fjørðinum.
Birgir Andeasen, sum
alla tíðina hevði trú upp á
Ova, og sum øll trý árini
hevði verið sponson hjá
honum, tók, saman við nóls-
oyingunum Hilmar Joensen
og Egon Hansen, stig til
eina Ovanevnd við hevndu
limum. Endamálið var at
savna inn eina millión
krónur, sum skuldu nýtast
til eina verkætlan at byggja
ein svimjihyl í Nólsoy.
Hetta endamál var nátt
innan langa tíð, men so
komu
ringu
fíggjarligu
tíðirnar, og at Fossbankin
fór av knóranum merkti í
fyrsta lagi, at Ovanevndin
misti um helmingin av
savnaða peninginum.
Í trongu tíðunum kendi
verandi
nevndin
seg
útbrenda, og stig vóru tikin
til, at fáa nýtt blóð í nevnd-
ina. Hetta hendi í heysti í
1992, tá Bjørg Poulsen,
Oda
Jacobsen
og
Leo
Poulsen vórðu vald.
Skipað var fyri ymsum
tiltøkum næsta árið, og á
sumri
1993
bar
Bjørg
Poulsen á einum nevndar-
fundi upp á mál at gera eina
roynd at skipa fyri einari
bygdastevnu til tess at savna
pening til svimjihylin. Hes-
um tóku hini í nevndini
undir við, og fyrsta trilvandi
royndin varð gjørd viku-
skiftið 13., 14. og 15
august.
Heta
vikuskiftið
varð
vald, tí hetta lá næst tí dato
– 11. august – tá Ove Joen-
sen
kom
niður
til
Langelinje.
Tá nýggj nevnd varð
stovnað fekk hon navnið
Stuðulsnevndin fyri svimji-
hyli í Nólsoy, og hendan
nevndin skipaði heilt fram
til fyri fáum árum síðani
einsamøll fyri Ovastevnuni.
Í dag eru hini feløgini í
bygdini við at skipa fyri og
at fáa ágóðan av stevnuni.
Men heitið er framvegis
Ovastevna.
Tá Ove lovaði burtur olmussu
Í fjør kom eitt nýtt
tiltak á Ovastevnu á
banan – bókstaviliga.
Terji Rasmussen
tók stig til at skipa
fyri fótbóltsdyst
millum yngri og eldri
tónleikarar
OVASTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var gamalt, at til eina
rættiliga stevnu hoyrir eisini
ein rættiligur fótbóltsdystur.
Og sum rættur B36 fót-
bóltsfjeppari, og sum rættur
nólsoyingur, so tók Terji
Rasmussen tað á sítt bak, at
skipa fyri slíkari kapping.
Og sum tónleikari var tað
nærliggjandi, at skipa fyri
einum fótbóltsdysti millum
– tónleikarar.
Hvussu
liðini
skuldu
mannast
var
avgjørt
á
Solemonskan
hátt.
Teir
eldru móti teimum yngru.
Og skeringsárið er 30.
Vit skipaðu fyri einum
dysti fyrraárið, men tað var
meira til stuttleika. Í fjør
skipaðu vit so fyri einum
seriøsum dysti, við steypi,
veruligum búnum og dóm-
ara, sigur Terji Rasmussen.
Og í ár eru teir farnir enn
eitt stig víðari. Nú er tað
ikki hvør sum helst dómari,
men sjálvur FIFA dómari
okkara, Petur Reinert, sum
skal halda skil á.
Í fjør gjørdist talan um ein
sera spennandi og málríkan
dyst, har teir eldru vunnu
11-8 – ella har á leið.
Teir fingu so steypið,
sum
Ljóð-Tøkni
hevur
latið, til varðveitslu.
Í ár verða steyp eisini
latin til dagsins mann á
hvørjum liði, annað latið av
Sp/F Rulio, og hitt av
Simma Musikhús.
Til dystin í morgin hevur
eldra liðið, sum hevur Terja
Rasmussen til managara,
menn
sum
fyrrverandi
landsliðsleikararnar
Una
Arge og Jóannes Jakobsen,
Árna Andreasen,
Oskar
Eiriksson og Poul Müller.
Yngra liðið, har Uni
Debess er managari hevur,
umframt managaran sjálv-
an, Bárður á Lakjuni og
Petur Háberg, ið er góður
styrkur, men samstundis
verða Michael Blak of Búi
Dam ikki við.
Dystrin verður leygar-
dagin klokkan 15, og aftur í
ár verður sjúrður Skaale
frásøgumaður.
Ganga høgt upp í fótbóltin
Ein stoltur managari við ferðasteypinum
Mynd: Leo Poulsen
Men tað skal eisini ruddast aftur
Øll, sum á ein ella anan hátt fáast við fyriskiping av tiltøkum, vita, at meðan tað kann
vera nokk so hugaligt at rigga til, so er tað straks verri, tá upptøkurnar eftir tiltakið
skulu takast. Tí kann tað at síggja til virka rættiliga paradoksalt, at fólk stríðast og
strevast undan einari stevnu fyri at fríðka um og prýða, tá alt eftir fáum tímum sær út
sum ein bumbaður horikassi. Tíbetur skal ikki alt takast upp við hond, tí maskinur av
ymsum slagi hjálpa til við ruddingini. Eins hjálpsom Tórshavnar kommuna er mótvegis
fyriskiparunum tá riggast skal til, eins hjálpsom er hon, tá ruddast skal upp. Hesin
sópibilurin var millum góðsið, sum kom til Nólsoyingar mikukvøldið, og skal spara
kommunuarbeiðarunum fyri almikið stríð.
Tað var Bjørg Poulsen, sum
kom við hugskotinum at
skipa fyri einari bygdastevnu
í Nólsoy, teirri nú so kendu
Ovastevnuni. Her setur Randi
Frederiksberg Ovastevnuna
í fjør
Mynd: Leo Poulsen