fríggjadagur 15. august 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 155 - 15. august 2008
tíðindi
hesaferð
Haraldsund, Kunoy
og Árnafjørður
14. partur
Í dag koma vit við enn einum parti í røðini við misvísandi
yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Mikudagin og fríggjadagin í síðstu viku vóru vit í Klaksvík,
sum tá var karmur um Summar Festivalin. Fyrradagin hildu
vit fram í Norðoyggjum, tá vit høvdu myndir av óruddi í
Ánunum og við Strond. Í dag fara vit víðari til Haraldsund,
Kunoyar og Árnafjørð, ið eins og nógv onnur pláss í Føroyum,
hava nógv órudd at bjóða uppá.
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum
og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti,
sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý
og úti í náttúrini.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst
ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast
av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu
myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk
koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í
Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan,
Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til
Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku,
og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri,
Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum.
Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði,
Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali
og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr
Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at
seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at
bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit
myndir av Oyrabakka, frá Norðskála og úr Svínáum, sum
eisini hoyra til Sunda kommunu. 9. partur var úr Ljósáum og
av Eiði go næstseinast vóru vit í teimum tveimum bygdunum í
Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu
bygd í Sunda kommunu, Gjógv og úr Funningi, sum frá 1.
januar fer upp í Runavíkar kommunu. Og sum áður nevnt
vóru teir báðir síðst partarnir úr Klaksvík. Mikudagin var
túrurin komin til tvær av teimum smærru bygdunum í
Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við Strond, og í dag fara vit
víðari til Haraldsund, Kunoyar og Árnafjørð.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við
ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda
tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á
eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at
hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn
mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar
okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava
verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt
Heimsins reinasta
Nr. 155 - 15. august 2008
Árnafjørður
Haraldsund
Haraldsund
Haraldsund
Haraldsund
Haraldsund
Haraldsund
Haraldsund
Kunoy
Kunoy
Kunoy