Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 155 - 15. august 2008 41 tíðindi Lagt til rættis: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo a oyggjaland av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina av, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum. Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Allur bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava bæði Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Harafturat hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda upp ymsastaðni. Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við. Í feriutíðini í juli mánaða hava vit gjørt hetta eina ferð um vikuna, men nú í august hava vit aftur sett ferð á við at vísa myndir av burturkasti og óruddi fleiri ferðir um vikuna. Nr. 155 - 15. august 2008 Árnafjørður Haraldsund Haraldsund Haraldsund Haraldsund