týsdagur 7. august 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 149 - 7. august 2001
Nr. 149 - 7. august 2001
3
Tórshavnar býráð og
Løgmansskrivstovan
eru ósamd um
byggiloyvi, sum ein
privatmaður hevur
fingið á kommunalari
grund
BYGGISTRÍÐ
Eirikur Lindenskov
Úti í Bakka í Havn hevur
eitt stríð tikið seg upp um
eitt byggimál. Ein maður
hevur søkt kommununa um
at sleppa at leiga eina
neystagrund at byggja sær
eini sethús á. Kommunan
hevur játtað honum hesa
umbøn, hevur gjørt leigu-
sáttmála við mannin. Og
maðurin er farin at byggja.
Men ein trupulleiki er, at
økið, sum neystagrundin
liggur á, hoyrir undir ser-
ligu byggisamtyktina fyri
Reyn, og í hesi byggisam-
tykt eru serligar reglur
galdandi.
Eitt
nú
er
m a t r i k k u l n u m m a r i ð ,
neystagrundin liggur á,
ætlað almennum stovnum
og skrivstovum. Tí má
byggisamtyktin broytast,
ella frávik gerast, um set-
hús skulu byggjast.
Tá ein kommuna ger ein
slíkan leigusáttmála, skal
hann eisini góðkennast av
landsstýrinum, og tí sendi
kommunan sáttmálan til
góðkenningar – og sátt-
málin varð góðkendur í
landsstýrinum.
– Tað stendur púra greitt í
leigusáttmálanum, at ognin
skal brúkast til privatan
bústað, tí tók umsitingin
hjá okkum tað sum givið, at
góðkenningin av sáttmál-
anum samstundis var ein
góðkenning av fráviki í
byggisamtyktini, sigur Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Havn.
Jan Christiansen vísir á,
at tað er sami myndugleiki,
ið skal góðkenna leigusátt-
málan sum skal geva frávik
í byggisamtyktini, tí dugir
hann ikki at skilja, at neyð-
ugt skal vera at senda
umsóknina í tveimum.
Hann vísir á, at tað er ein
tung prosess at broyta eina
byggisamtykt, og at komm-
unan tí bað um eitt undan-
tak – og soleiðis skuldi tað
skiljast, tá kommunan bað
Løgmansskrivstovuna góð-
kenna leigusáttmálan.
Mánadagin í síðstu viku
fóru menn undir bygging-
ina oman á neystagrundini.
Men eftir at grannar høvdu
kært til Løgmansskriv-
stovuna, varð byggingin
steðgað.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri, sigur, at býráðið nú
fer at orða eitt skriv til Løg-
manssrkivstovuna, har tey
fara at greiða frá sjónar-
miðunum hjá kommununi.
– Vit eru ósamd við
tulkingina hjá Løgmans-
krivstovuni. Vit tulka hetta
sum eina umsókn um frávik
í byggisamtyktini, sigur
hann.
Men í einum innanhýsis
notati hjá Løgmansskriv-
stovuni skrivar Eyðbjørn
Larsen, fulltrúi, at Løg-
mansskrivstovan
hevur
boðað Jóannes Madsen,
advokati hjá Tórshavnar
býráð frá, at ætlanirnar við
økinum eru ikki í samsvar
við byggisamtyktina, men
at hetta annars ikki hevur
týdning fyri góðkenning av
leigusáttmálanum.
Løgmansskrivstovan
hevur fyrr avvíst leigusátt-
mála millum býráðið í
Havn og mannain, sum
søkti um at leiga grundina.
Fyri tveimum árum síðani
vildi Løgmansskrivstovan
ikki góðkenna leigusátt-
málan m. a. tí, at eitt
kommunalt grundøki eigur
at verða lýst til sølu ella
leigu.
Fíggjarnevndini
hjá
kommununi
samtykti
í
november 1999 at mæla
býráðnum til at taka skrivið
frá Løgmansskrivstovuni til
eftirtektar og harvið taka
samtyktina um leigu av
ognini aftur. Síðini hevur
málið koyrt eitt sindur aftur
og fram í umsiting og
nevndum í býráðnum, og á
fundi 23. mai í ár samtykti
ein meiriluti í Fíggjar-
nevndini at góðtaka nýggja
uppskotið til leigusáttmála,
sum advokatar hjá býráð-
num og landsstýrinum í
felag hava gjørt, har m. a.
ásett er, at føst leiga er 300
kr um mánaðin. Minnilutin,
andstøðuumboðini, sóknast
eftir eini grundgeving frá
landsstýrinum (kommunala
eftirlitinum) til at ganga frá
fyrru niðurstøðu síni, og
helt tí fast við fyrru sam-
tyktina.
Saman við grannunum
hevur minnilutin í býráð-
num
kært
avgerðina.
Minnilutin í býráðnum
heldur eisini, at byggi-
loyvið er latið í heimildar-
loysi, og heldur tað vera
løgið, at hetta verður gjørt
dagin eftir, at umsitingin
hjá Tórshavnar býráð er
farin í summarfrí. Tí krevja
minnilutaumboðini í byggi-
og býarskipanarnevndini,
Hildur Eyðunsdóttir og
Jógvan Arge, at málið
verður tikið uppaftur, og
tey vilja viðgera, hvørjar
avleiðingarnar av hesum
skulu verða.
Fundur skuldi vera í gjár,
man hann er útsettur til
seinni í vikuni.
Arbeiðið at byggja húsini
er steðgað og kann ikki
takast uppaftur, fyrr enn
Løgmansskrivstovan gevur
loyvi til tess.
Stríðast um byggiloyvi
á kommunalari grund
Tórshavnar býráð hevur givið einum manni loyvi at byggja
sær eini sethús oman á hesa neystagrundina, sum kommunan
eigur. Men Løgmanssrkivstovan hevur steðgað arbeiðinum, tí
tað er í stríð við byggisamtyktina
Mynd: Jens Kristian Vang
MENTAN
Tíðindaskriv
Í gjár fóru 9 ungdómar úr
øllum
heðrashornum
í
Føroyum til Karlstad í
Svøríki á norðurlendsku
ungdómsmentanarstevnuna
Ung i Norden.
Hesi ungu vóru vald út úr
føroyskum ungdómsment-
anarstevnuni Ung í Føroy-
um, sum Norðurlandahúsið
skipaði fyri í februar í ár.
Tey hava vant dúliga hesar
seinastu mánaðirnar til
hetta tiltakið, 1 til 2 ferðir
um vikuna, og okkurt kann
sigast at vera sprottið
burturúr. Tey hava sett
saman eina leikmynd yvir
gomlu føroysku vísuna
Nykursvísa, við sjónleiki,
sangi, tónleiki og myndlist.
Í søguni kemur nykurin upp
á land at lokka ungar gentur
við sær niður í vatnið til
sín. Her verður søgan spæld
bæði í sagnartíð og nútíð.
Hesa leikmyndina skulu tey
vísa fram í einum sirkus-
tjaldi í Karlstad, fyri einum
250 øðrum norðurlendsk-
um ungdómum, sum eisini
koma við sínum ymsu
framførslum. Leikmyndin
hevur verið framførd eina
ferð her í Føroyum á føro-
yakvøldið fyrst í juli og var
væl móttikin.
Á stevnuni skulu tey
ungu, hesar 4 dagarnar
stevnan er, eisini luttaka í
ymsum listarverksmiðjum,
t.d.
tónleikaforritan,
”stagefight”, yrking, break-
dance,
sirkuskynstur,
sjónleik..... og sjálvandi er
eitt av høvuðsendamál-
unum at hitta tey ungu úr
hinum londunum.
Tey ungu, sum eru vald
út, eru Beinta Jógvans-
dóttir,
Durita
Dahl
Andreassen, Hallur Helms-
dal,
Herfríð
Hammer,
Jenny Old, Rógvi Lam-
hauge, Tórfinnur Hansen
og
Tummas
Reginson
Olsen.
Leiðarar av bólkinum eru
Hedvig
Westerlund
og
Rakel Helmsdal.
Stevnan Ung i Norden
hevur verið 2 ferðir fyrr.
Tað fyrru ferðina í Tromsø,
har føroyingar luttóku við
brotum úr sangleikinum
Sjeyk, seinnu ferðina í
Borgå í Finlandi, har
leikbólkurin Brim spældi
brot úr leikinum Ragnarok
eftir Peter Jensen.
Ungdómar á mentanarstevnu í Svøríki
Í gjár fóru níggju ungdómar
til Karlstad í Svøríki á
norðurlendsku ungdóms-
mentanarstevnuna Ung í
Norden
C
M
Y
K
3
2